Skip to main content

Posts

Temasíða á Snar um miðlar

- Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í miðlunum er tíðarbundið. Eins og kronos merkir klokka, so er ein kronikkur ein tíðargrein. Greinin skal fanga okkurt, sum er í tíðini í tí landinum, har vit búgva. At vera journalistur merkir at vera ajour , tað er altíð at vera dagførdur, sama hvør miðilin er. Soleiðis byrjar nýggja temasíðan á Snar um miðlar, sum sæst her . - Umframt at lesa, fara vit í hesum tema eisini at spæla journalistar. Við støði í galdandi námsætlanum fara vit at skriva og læra okkum ymsu sløgini av journalistiskum tekstum, at brúka keldur og meta um falstíðindi. Tilfarið um miðlar er býtt í smáar stubbar við kjakevnum at taka upp í flokkinum. Lagt verður upp til at brúka og fata miðlarnar, og at næmingurin er virkin við egnum amboðum ella útgerð, sum skúlin útvegar. Tað er annan vegin at halda og lesa bløð, lurta eftir útvarpi og hyggja eftir Degi og Viku. Hin vegin er tað ikki minni umráðandi, at næmingurin sjálvur brúkar amboð sum fartelefon og teir skiftandi

Bankatoskur frá Kára

Kári Kristiansen úr Kollafirði er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbaru , sum er í Gongini heima í Havn. Vit sita niðri undir, og tað er sum í galluni undir dekki á einum fullriggara. Gólvbrettini geva seg, tá gestir koma inn og sum frálíður fylla húsið, og tænastugenturnar tita aftur og fram. Portugisiskur sangur við Elis Regina, Velha Roupa Colorida, frá 1976 fyllir rúmið. Ein organisk uppliving millum hvíttaða kjallaragrótið og mjúku sitipúturnar við føroyskum mynstrum. Saman við Ólavi Heinesen og Ólavi Sjúrðarberg, hevur kokkurin Kári sjálvur flakt bankatoskin uppi á Hotel Føroyum. Ein annar leirvíkingur, Ingvar Joensen, sum er stjóri á Tavuni, og sæst til vinstru á myndini niðanfyri, var hin fyrsti, sum flakti bankatosk til Áarstovu og matstovurnar heima í Havn. Bankatoskurin, sum er prima vøran, ið verður borðreidd í bacalaostíli í kvøld, er veidd við Magnusi Heinasson á Føroyabanka í september.  Her eru skiparin, og til vinstru stjórin á Havstovuni, Eiler Gaard, s

Filmur og fittlig feria

Seinastu feriuvikuna í ár brúkti eg til at fara við Atlantsflogi til Keypmannahavnar og so við toki til norðurlendsku filmstevnuna í Lübeck, sum í ár varð hildin á 60. sinni. Niðanfyri sæst, við dømi frá mikudegnum, hvussu ein dagsskrá á pappíri kann síggja út. Ikki tí, hon fæst eisini sum app, filmskráin í Lübeck. Allir filmar eru biografaktuellir, hava enskan undirtekst, og verða sýndir í biografunum CineStar, Kolloseum, Filmhaus og Koki. Tá fetteljarin vísti mest, varð talið seytjantúsund eftir einum degi. Tilsamans sá eg nítjan filmar frá týsdegi til leygardag. Nokk so stuttligt at ganga inn og út úr filmum og skifta orð við aðrar cineastar. Drívmegin er Linde Fröhlich, sum er listaligur leiðari og eisini var fyrsti útlendski dómari í føroysku Geytadómsnevndini. Á niðaru myndini sæst Linde saman við Florian Vollmers, sum er fyrisitingarligur leiðari. Her eru øll, ið fingu eina virðisløn, umboðaði á pallinum í Sjónleikahúsinum í Lübeck leygarkvøldið. Mitt fyri, undi

Bárður Oskarsson fær virðisløn

- Myndabókin Træið  (Træet, Forlagið Torgard, 2018, umsett av Hugin Eide), eftir føroyska høvundinum, Bárður Oskarsson, vinnur Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í 2018. Soleiðis varð kunngjørt í Operuni í Oslo í gjárkvøldið, tá svenski høvundurin og myndprýðarin, Gunilla Bergström, handaði virðislønina, sum forleggjarin hjá Bárði, Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags, tók ímóti. Bárður Oskarsson fekk hesa grundgeving frá norðurlendsku dómsnevndini: "I en tid där allting tycks öka i tempo, har vi valt att belöna en berättelse som vågar ta sin tid. I en verklighet där vi ständigt bombarderas av intryck, har vi valt ett verk som använder få ord och enkla bilder till att presentera en både glad och djupsinnig berättelse. Verket utmärker sig genom både en hög konstnärlig nivå och en stor tillit till läsarens förmåga att förundras och tänka själv. Två vänners samtal lämnar efter sig frågan om det går att vara tillfreds med andras erfa

Nummar eitt av tveyogfjøruti á heimavølli

Nei, tað er ikki heimabóltur á fremmandum hondum, nei tað er beint her í okkara egna túni, at besta føroyska máltíðin verður serverað, heilt nágreiniliga í Áarstovu eitt fríggjakvøld í Havn meðan bátarnir liggja fyri teym á Eystaruvág, og eg fá eygað á ein luksussiglara av Argjum innan fyri Bursatanga. Inni í Áarstovu bjóðar matstovuleiðarin, John Mikkelsen, og alt hansara lið av fryntligum og dugnaligum kvinnum og monnum, vælkomin. Frá vinstru eru tær Barba, Ása Maria og Ásvør. Nú eru vit í teirra hondum. Skeltið hjá gøtunavnanevdini boðar frá, at vit eru í Sandskoti, sum er smogan millum Áarstovu og Fútastovu. Í køkinum í Áarstovu eru í kvøld Hans Petur, Sigbrandur, Sveinur og Rói. John Mikkelsen er yvirtænari á matstovunum, sum eru í grannalagnum heima í Havn, ið umframt Áarstovu eisini telur Fútastovu, Ræst og Barbara Fish House. Tær eru allar á toppinum hjá brúkarastýrdu nettænastuni TripAdvisor. Koks hjá sama samtaki, Gist og Vist, er ósvitaliga nummar eit