Skip to main content

Posts

Stigabilur fyri vindeygað

Hetta havi eg ikki sæð fyrr úr køksvindeyganum. Eftir at hava skimast eina løtu við kikara og myndatóli, síggi eg, at hetta er ikki ein nýggjur zombie filmur hjá Jónfinni, men Hans David úr Hósvík, sum er varasløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu. Úr einum høgum stiga filmar hann í allar ættir, eisini móti Tórsbyrgi. Í fjørð skrivaði kommunan á Facebook, at nú fór Brandstøðin skjótt at fáa nýggjan stigabil. Um orsøkina verður sagt, at hesin verandi stigabilur hjá Brandstøðini verður 20 ára gamal í ár, og skal til 20 ára eftirlit, um hann framhaldandi skal kunna brúkast. Eftirlitið kostar minst eina miljón, og hóast tað, so klárar verandi stigabilur ikki at nøkta tørvin, sum nú er í Tórshavnar kommunu. Sagt verður eisini, at Glasir er nýggjasta dømið, har verandi stigabilur ikki klárar at loysa tær uppgávur, sum krevjast av tí kommunalu tilbúgvingini. Bilurin røkkur ikki teimum bjargingaropum, sum krevjast til persónbjarging, og røkkur ikki inn yvir takið á Glasir, sum kann ger

"Verkir" er sjáldsama væleydnaður filmur

Í fulsettum hølum frumsýndi Filmsfelagið í Havnar Bio í kvøld heimildarfilmin Verkir , sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um føðingar í Føroyum seinastu hálvt hundrað árini ella so. Filmurin byrjaði vælupplagdur við mammuni, Jytte Joensen, sum sjálv er ljósmóðir, ið pápin, Jákup Pauli Joensen, hevði filmað spillnaka eitt summar við strondina í Grikkalandi í sjeytiárunum. Ein frálíkur inngangur til kvinnukroppin og tær føðingar, sum filmurin setur sær fyri at lýsa í trimum pørtum. Fyrst, tá vanligt var at kvinnur áttu heima, so til at ordri kemur úr einum ódefinerligum erva, at allar føðingar skulu vera á sjúkrahúsi, og so at enda ein triði partur, sum varpar ljós á seinastu tvey árini, har tað ikki er óvanligt at eiga heima, og at páparnir aftur eru við og filma tað heila. Júst hetta við at filma og deila privatastu upptøkur í verðini við onnur, ber filmin, so hann verður upplýsandi og undirhaldandi, og saman við ótilgjørdu frásøgnunum frá ljósmøðrunum, fy

Summarið komið

Hóast grátt og sjey stig í luftini, er summarið komið. Ýtið er hvørt ár Norrøna, sum er komin til Havnar við somikið av húsvognum ávegis til Íslands, at nú er fyrstu ferð fult á kampingplássinum yviri við Strond. Tá er summarið byrjað. Við í mátinum er eisini at summarferiulistar eru komnir upp at hanga á arbeiðsplássum, og fóbóltsdystir móti Spania og Noregi gera tað neyðugt at seta skelti upp úti á Reyni í Havn, har tað síðani Katrin Ottarsdóttir gjørdi filmin Atlantic Rhapsody í 1989 hevur verið ein trupulleiki, at forvitin ferðafólk gløa inn í søguligu sprossavindeyguni, sum var tað eitt frílandsmuseum við statistum innanfyri. Nú krevja tey, sum til dagligt búgva úti á Reyni, respekt. Tekin um at summarið er byrjað er afturvendandi Mentanarnáttin fyrsta fríggjakvøld í juni. Skráin er blivin so stór og fjøltáttað, at ikki er hugsingur um at fáa alt við. Tí hugdi eg í drúgvu skránna at finn eitt tiltak á eini adressu, sum eg ikki havi sæð áður. Tiltakið fann eg út

Síðsta skot í Havnartunlinum

Samstundis sum Bárður Jákupsson, listamaður, setur mentanarnáttina í Havn, fer Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, at lata síðsta skot av í Havnartunlinum, sum er teknaður á Føroyakortið omanfyri. Hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har møguleiki verður at fylgja við á stórskíggja. Skotið verður latið av kl átjan 5.274 metrar inn í tunlinum, Hvítanesmegin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, siga borifólkini. - Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, nú jarðfrøðiligi váðin í verkætlanin er burtur, tá tunnilin er liðugt sprongdur og arbeiðið við at gera tunnilin er komið so væl áleiðis, verður sagt á heimasíðuni hjá Samferðsluráðnum, nú ein nýggj sambinding er gjørd til Havnar, og hin næsta er fyri hondum. Skráin fyri hátíðarhaldið, nú sprongt verður ígjøgnum til Havnar í dag, er henda: Bergur Poulsen nevndarformaður fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin. Heðin Mortensen, samferðslumálará

Einkisverdar stuldursmyndir

Tað er nú óluksáligt, at myndir ikki verða virðismettar av nøkrum miðili í landinum. Í dag hevur Mentanargrunnur Landsins kunngjørt, at trý listafólk fáa løn - listafólkaløn - í trý ár. Tað skal verða teimum serstakliga væl unt, Carl Jóhan, Ragnhild og Jens. Fínasta slag. Men tað løgna er, at í kjalarvørrinum á tíðindaskrivinum frá Grunninum, sum í hesum føri hámetur myndlist, bókmentir og tónleik, brúkar Portalurin myndina omanfyri og eina afturat, sum báðar eru stolnar av mín bloggi, og in.fo hevur stolið myndina niðanfyri, sum eisini er av mínum bloggi. Tað er ógvuliga javnan, at miðlarnir stjala myndir á henda hátt. Einaferð svaraði blaðstjórin á Dimmu aftur, at vóru ikki størri trupuleikar at brokka seg um, enn at upplýsa hvør átti eina hissini mynd, so var heilt væl statt á blaðnum. Eg meini tað. Samstundis siga somu miðlar fotografar úr starvi, tí øll onnur kunnu taka eina mynd, til dømis við eini flatari fartelefon, sum er so lítið verd, at tú setur teg á hana, tí hon er í r

Filmurin "Verkir"

Filmurin "Verkir" er nýggjur føroyskur heimildarfilmur, sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús. Talið á heimaføðingum er seinastu tvey árini fleirfaldað, og okkurt bendir á, at fleiri kvinnur tilvitað velja at eiga heima. Í filminum "Verkir" hitta vit kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundanum føðingina. Sýningin verður mikudagin 12. juni klokkan 20 í Filmsfelagnum í Havnar Bio. Atgongumerki kunnu keypast á www.bio.fo. Samrøðufólk í filminum eru: INGIBJØRG RASMUSSEN · EYÐGERÐ AMANDA PETERSEN · ASLAUG VÍKÁ PETERSEN · HELEN JOENSEN · ELIANA HAMMER OLSEN · ELSA HALLFRÍÐUR RASMUSSEN · POULINA ABRAHAMSEN · JENSA SAMSON · JYTTE JOENSEN · DURITA HANUSARDÓTTIR JACOBSEN · RANNVÁ SIMONSEN · SIGMUND JÓGVANSSON · FRÍÐA JÓRUNARDÓTTIR · ANNIKA BEINTA HOYDAL · ANNA CHRISTIANSEN · BJØRT JOENSEN DAHL "Verk

Økismissur

Oftari og oftari havi eg hug at sløkkja Útvarpið. Tað var ikki gamalt, siga teir báðir, sum eg deili kontór við. Men soleiðis er tað blivið. Tí flestu eg møti sløkkja Útvarpið, um tey nakrantíð tendraðu tað. Eingi tíðindi afturvið døgurða og nátturða. Verður nakað tendrað, so er tað við Sonos ella onkrum øðrum talgildum sum keldu, ið ikki ljóðar samfelt, tá kontórini eru fleiri enn eitt. Tá eg havi tíð at lurta, er svarðaða orsøkin. Ikki nú. Ein tragiskur økismissur, sum orðabókin sigur, og sipar til danska hugtakið domænetab. Ikki tí at alt gott var danskt í fyrndini, tað var tað í minni mun enn nú, men tí at so hvørt tú varnast, at nýggjar kreftir og talgild tøkni taka við á øllum miðlapallum, jú bjartari verða tínar vónir um betri dekning av øllum tí, sum fyriferst í okkara samfelag og myndar okkum sum fólk. Tak nú til dømis Ole, sum í ein mánað hevur verið listamakari í Vági. Trúliga leggur hann út á fólksins miðil, sum í Føroyum er Facebook, tekst og myndir frá serstakliga sjón

Hárfínar eygberingar

Súsanna Køtlum við nýggju bókini  FRÍÐ by Kötlum, sum á ein taktilan hátt, ið eg ikki havi sæð fyrr, samantvinnar burðardygt prent við smáum tekstbitum og framúr fotomyndum, har hárið er krúllan á hvørjari síðu. Súsanna er ættað av Viðareiði, haðan fleiri av modellunum eru, og varð útlærd í Klippestuen Z á Frederiksberg í 2000. Síðan flutti hon til Føroya, og hevur í tíggju ár rikið einastu grønu salongina í Føroyum - KÖTLUM. Salongin er í Tróndargøtu, har gøtan krossar Doktar Jakobsens gøtu, og tey brúka heitið Handilsgøtan mitt í Havn. Tá tú opnar hurðina, sært tú niður í ein duldarfullan múr, sum upp og niður við trappuni spælir í sólarljósinum. Ein grafisk ábending um dýpd og at traðka rætt. Leygardagin millum tvey og fimm fer Súsanna at leggja fram nýggju bókina, FRÍÐ by Kötlum , sum hon hevur arbeitt við í út við fýra ár og droymt um í nógv fleiri. Í næstu viku fer Súsanna á norðurlendska hármessu í Lokomotivværkstedet í Keypmannahavn, har hon hevur keypt e

Andrias Høgenni vinnur Canal+ virðislønina

Andrias Høgenni, sum sæst sitandi longst til vinstru á sandstrondini í Cannes, hevur í dag vunnið Canal+ virðislønina fyri stuttfilmin Ikki illa meint , sum eisini vann Geytavirðislønina í ár. Rumenski filmsframleiðarin Axel Film tók myndina í Cannes. Canal+ virðislønin er partur av skránni  Semaine de la Critique, har eisini íslendski filmurin Hvítur, hvítur dagur (Hlynur Pálmason) hevur vunnið virðisløn fyri besta høvuðsleiklut í einum spælifilmi.

Fyrsti føroyski filmur í Cannes verður vístur týsdagin

Týsdagin verður føroyski stuttfilmurin Ikki illa meint , sum er ein av trimum Geytavinnarum hjá Andriasi Høgenni, vístur í skránni  Semaine de la Critique  í Cannes. Hósdagin verða virðislønir handaðar. Við stuttfilminum Ikki illa meint hevur Andrias Høgenni funnið náði fyri úrvalsnevndini í Cannes, sum á 58. sinni skipar fyri sýningarskránni  Semaine de la Critique á einum av heimsins kendastu filmsstevnum, sum 72 ferðir hevur verið hildin í suðurfranska Miðjarðarhavsbýnum. Enska heitið á kappingini, sum franskir filmsummælarar stovnaðu í 1962, er Critics Week . Fyriskipararnir siga, at hvørt ár koma um túsund filmar til serstøku skránna, sum er í somu døgum sum høvuðsskráin á stevnuni. Úr rúgvuni verða valdir í mesta lagi tíggju stuttfilmar og tíggju spælifilmar í fullari longd. Filmarnir skulu umboða nýggj nøvn, antin fyrsta ella annan filmin, ið listafólkini hava gjørt. Encyclopedia Britannica upplýsir at, millum nøvnini, sum fyrstu ferð vóru frammi í hesi skrá eru Be