Skip to main content

Posts

Føroyakortið

So er Føroyakortið hjá Námi aftur at fáa í nýggjari lamineraðari útgávu, sum Føroyaprent hevur prentað og givið rættar litir eftir kønari vegleiðing frá Inga Joensen, sum teknaði fyrsta Føroyakort í fyrsta føroyska atlasinum, Heimsatlas , sum kom í 1993 og er mest selda bók í Føroyum, tá vit síggja burtur frá Bíbliuni. Upprunaliga var tað Rói Højgaard, sum teknaði kortið til Atlas til heim og skúla (Nám 2014), meðan han arbeiddi á Føroya Dátu Savni, sum nú er lagt undir Umhvørvisstovuna, har øll føroyakort verða goymd og umsitin í besta samstarvi við Óluvu Mariu Højgaard. Á nýggja dagførd Føroyakortinum síggjast báðir tunnlarnir, sum eru í gerð, hann inn í Eysturoynna og hann suður í Sandoynna. Nýtt er eisini at Skálabotnur nú eitur Skálafjørður, so sum Staðarnavnanevndin hevur ásett eftir galdandi reglum. Av nýggjum kann nevnast útfyllingin sunnan fyri ánna inni á Sundi og tey bæði hotellini, sum eru í gerð í Havn. Annars er alt sum fyrstu ferð tá kortið kom út í 2014. Het

Ljóskeldur

Hósdagin í farnu viku byrjaði kringvarpsfotografurin Bjarni Árting Rubeksen at leggja myndir út á Facebook, har hann hevur fylgt og enn fylgir politisku samgongusamráðingunum eftir løgtingsvalið. Nýggjastu myndir eru frá mánadegnum í gjár. Nú hevur Kringvarpið lagt myndirnar út á teirra heimasíðu , so øll kunnu fylgja við, síggja og uppliva myndirnar. Tí ein mynd er ikki bara tað avmálda knips, sum tú gjørt í eini handavending við iPhonini ella tí, sum fyri hondini er, tá onkur stendur framman fyri tær og ger okkurt forvitnisligt, sum kanska verður søguligt, tí tað ikki ber til at endurtaka. Myndatøka er at steðga heiminum, at steðga søguni, at steðga ferðini og lata okkum síggja løtuna, grundfesta í tí liti og ljósi, sum er til handa. Meistaraverkið, tí tað er tað, er ljóskeldan í hvørjum einstøkum føri hjá Bjarna. Ljósið, sum natúrliga er til staðar, heita peruljósið, sum krýpir upp við bakvegginum og skapar dýpd og rúmklang, meðan hangandi perur kasta ljós á hvítu borðplátu

Alttilølluppáeingang

Í morgun hoyrdi eg Útvarpið siga frá um nýggja Gøtuskipið Gitte Henning1 , sum í einum háli kann fáa fýrahundrað tons. Bara soleiðis í einum slurki. Fýrahundraðtonsíeinumtáegtímioghavigjørtmegút. Samstundis fái eg at vita at barnaútvarpið er ikki komi úr feriu enn, so nú fáa vit tónleikfyriølluppáeingangeinamánamorgunsmorgunstund. Ja, ikki sannheit, tað er eitt sundur trunkerað og trupult at røkka og náa inn til øll uppá eingang. Tann tíðin er farin. Tíðin tá postmaðurin við einari skjáttu kom við øllum til øll í einari útbering í einum distrikti ein Gudagivnandag, sum Ludvig segði. Tann tíðin er farin. Tí velja vit tað, sum flestu kunnu kaperað uttan at fáa tannkremið í rangastrúpan, so alt verður spruttað upp á speglið. So sosialrealistiskt vildi eg ikki at morguntoilettið skuldi verða afturvið Útvarpinum í morgun. Fyrst norski Grieg við morningmood’inum og síðan okkara egni Martin við Morgun – hann høvdu vit longu hoyrt undir morgunlestrinum við meistarliga sálminum

Savningarmegi

Nú gevst hann, ímyndin av einum sonnum og slitsterkum akkersmanni í landsins førandi tíðindasending í sjónvarpi, Johnsigurd í Degi og Viku. Perman á skúlabókini um fjølmiðlar og á forsíðuni á dagsins Sosiali. Ein tjóðarsavnandi ímynd, sum er trygg og slitsterk, sjálvt tá heimligu tíðindini fáa óvæntaða vend, sum kann verða torskild hjá meiniga føroyinginum at fata, tíansheldur at hava eina meining um. Hann, Sigrún og Bogi verða nú loyst av og yngri kreftir koma til eftir nýggjum skipanum. Frálíkt tekin um ein stovn, sum stillført arbeiðir við sær sjálvum, okkum at frama. Tó, einki er sum at hoyra gamlar útvarpssendingar. Endursendar matsendingar frá kreppuárunum, tá eg sjálvur stóð á høvdinum og gjørdi Náttarravnssendingar, og sum júst í morgun, nú eg lurti eftir fuglaláti omaná morgunlesturin, og so við mergjaðum fosturlandsangi, meðan Johan gongur í fjøllunum og er skóti um ups og ás. Eitt konsept, sum eg enntá minnist frá Janusi Mohr langt, langt undan Johan. Halt kjaft sum

Heimurin hitnar

Samstundis sum vit síðan aldarskiftið hava dyrkað eina føroyska matgerðarlist, sum aftur byggir á gamla hevd, rávørur og tilgerð, hava veðurlagskanningar verið gjørdar, sum eintýðugt benda á at heimurin hitnar. - Føroyar fara nú eisini at kenna árinið av mannaskaptum veðurlagsbroytingum, sigur Johan Mortensen, ið er ein av fyrireikarunum av ókeypis tiltakinum Heimurin hitnar , sum verður í høllini í Norðurlandahúsinum 12. september kl 19:30. Høvuðsstuðul er Hiddenfjord, sum eisini bjóðar laks. Herrópið hjá alifyritøkuni er Raised in the Wild . Eitt herróp, sum ikki er beint fram, men skapar og hvessir tankar millum aling og náttúru, menniskja og maskinu, tað mannaskapta og tað órørda. - Vit bjóða til eitt áhugavert kvøld, har vit vísa á, hvat vit kunnu hava í væntu, sigur Johan, og heldur fram eitt gastronomiskt framtíðarscenario, sum skjótt kann gerast veruleiki. - Verður skeripkjøt og ræst kjøt ein saga blot um nøkur ár, og hvørvur toskurin av hita, og fer ikki at bera ti

MA-RA-DO-NA

Ole Wich tók myndirnar av Suna Merkistein, tá hann innleiddi sýningina við spildurnýggja heimildarfilminum "Diego Maradona" í Filmsfelagnum mikukvøldið 4. september 2019. Formaðurin í Filmsfelagnum heldur ljósinum. Her er inngangurin hjá Suna Merkistein: MA-RA-DO-NA Eg havi altíð hildið, at tað er okkurt stórbært og máttmikið, sum logar uppi við hesum navninum. Tá ið tað fyri mongum árum síðani frættist um henda nýggja fótbóltsúrmælingin, tóktist tað onkursvegna so sjálvsagt, at hann skuldi eita Maradona. Vit bíðaðu eftir honum. Ótolnaðust at síggja hann. Øll vóru paff, tá ið tey sóu hann dusa sær á argentinska ungdómslandsliðnum, sum vann heimsmeistaraheitið í 1979. Tíðindini um henda nýggja gandakallin gingu sum rótasúpan. Á sumri í 1980 spældi argentinska A-landsliðið, sum tá var heimsmeistari, fleiri venjingardystir í Evropa. Allastaðni var slotað og forvitnast um nýggja gimsteinin, sum nú var komin upp á vaksnamannaliði sum 18 ára gamal. Vit vóru longu kunnug

Hvønn mikudag x 14

Nýggjasta heystroynd hjá Filmsfelagnum er at vísa film hvørt mikukvøld. Við yvirskipaða endamálinum at síggja film í felag, fara úrvaldu fjúrtan filmarnir hetta til jóla at lýsa menn á filmi og kvinnur á filmi, mannfólkafilmar og kvinnufilmar, um tú vilt. Heimildarfilmurin um Maradona og virðislønti norski filmurin ”Út at stjala ross” eru millum fyrstu mannfólkafilmarnar. Danski ”Kollision”, sum byrjar við útsýninum hjá einum tyrluskipara í Føroyum, nemur við rættindini hjá einum pápa, tá húskið kollsiglur. Sami sorgartráður verður tikin upp í íslendska arthouse filminum ”Hvítur, hvítur dagur”. Ævisøguligi filmurin um Judy Garland við Renée Zelwegger í høvuðsleiklutinum og spanski ”Carmen og Lola” um forbodnan kærleika, eru tveir av kvinnufilmunum í heyst. Stóru leikstjórarnir, Almodóvar úr Spania og Petzold úr Týsklandi, eru umboðaðir við hvør sínum filmi millum menn og kvinnur, ”Pína og heiður” og ”Transit”. Í Filmsfelagnum fer Kringvarpið hetta skeiðið eisini at frumsýna

Fotolist í Listasavninum

Fríggjadagin letur upp ein sjáldsom framsýning við føroyskari, íslendskari og danskari fotolist. Sjáldsom í sjálvum sær, tí fotoframsýningar burturav hava ikki verið í Listaskálanum alt tað eg minnist, kanska ongantíð. Less is North er spælandi heitið á framsýningini, sum er opin frá fríggjadegnum, um jólini og heilt til 19. januar. Meðan politiskar samráðingar eru um sokallaðar etiskar spurningar, ið sum skilst ikki er óetisk fíggjarlóg, óetisk heilsa ella óetisk fiskivinna, men abortur, kynsskifti og samkyndleiki, sum skulu fáast aftur á rætta etiska partapolitiska eftirlitsleið, so kunnu vit á hesum einasta alment stuðlaða listapalli í landinum uppliva ein íslendskan kvinnuliga fotograf, Hallgerður Hallgrímsdóttir (f.1984), sum hevur haft sex við huldufólki og vættrum og í smálutum lýst í bók, hvussu avgongurnar komu og hvussu sáðgóðskan og -liturin hjá jólavættrunum var. Tað er alt til skjals í bókini Please YoursELF. A Short Guide To Having Sex With Elves in Iceland,  su

Summardáar til Elviru eitt valkvøld

Vit leggja summardáar á grøvina hjá Hedvig Jensen og Sixten Sparre. Siður er, at brúðrarnar, ið verða vígdar í hesi kirkju, leggja blómur á grøvina hjá "Elviru", henni, sum aldri fekk eina brúðarbukett. Staðurin er syðst á Fjóni, tí landfast er við brúgv frá Svendborg til oynna Tåsinge, har smábýirnir Vindeby og Troense eru. Her er Landet kirke, sum helst er hin elsta av trimum. Hóast hon er eini fimmhundrað ár ella so eldri, dagar árstalið 1634 og bókstavirnir PSA, sum standa fyri Peder Søffresen Aarhus, ið var prestur her tá kirkjan varð bygd, fram, tá hugt verður upp á tornið. Men mangar ferðir kendari eru upprunaligu gravsteinarnir hjá danska línudansaranum Hedvig Jensen, sum í sirkushøpi kallaði seg Elvira Madigan, og hinum aðalborna svenska  dragonlöjtnanten Sixteen Sparre, ið eru ímyndin av tragiskum kærleika á helslóðarferð, sum amerikansku Bonnie og Clyde eina hálva og enn lógloysari øld seinni, og langt innan Tove Ditlevsen hevði brævkassar í Familie Jo