Skip to main content

Posts

Hví kennast vit ikki við okkara egna?

Hóskvøldsdimman byrjar sum allar góðar avísir eiga at byrja, við eini oddagrein, sum er skrivað til høvið, dagin og yvirskipaða evnið í tíðindameldrinum. Og tað er filmur. Betri yvirskrift í Føroya fyri sovítt elsta blaði enn Filmsdagar kann eg ikki hugsa mær. Takk fyri tað ELJ, nú tú gevst og avísin vónandi heldur fram. Tí pappírsavísirnar eru ikki tiltakandi. Tær eru vorðnar ein anakronisma í tiltakandi gjónni millum tey vitanarsterku og tey vitanarveiku. Tey fyrru liva í og við pull -miðlum, sum tey hála til sín, tá tey hava tørv á tí, eftir ein góðan feinsmeckeradøgurða, ropandi av Pingusreyðvíni fyri tjúgutúsund, meðan útarmaði fátækrakroppurin so dánt klárar at sleingja seg á útslitnu sofuna, sum tey keyptu í Innbúgv í hálvfjerðsunum, innan push -miðlarnir eru yvir teimum, ágangandi troðkanarmiðlarnar, sum bara koma í postkassan, tí postboðið hevur ikki annað at bera slitmanninum í dag enn preprentaði tilboð. Tað er sambandi hjá undirstættini við føroyska miðlaverðuleika

Robert M. Goodman er gestadómari

Amerikanski Robert M. Goodman, sum hevur meir enn 30 ára royndir úr filmsvinnuni, verður innboðni dómarin í Geytadómsnevndini leygardagin. Orsøkin er, at konan, Anita Reher, sum er stjóri í Nordisk Panorama, hevur fingið forfall. Maðurin, Robert M. Goodman, hevur verið í uppskoti at vinna Emmy-virðislønina, hann er leikstjóri, fotografur, framleiðari og høvundur. Og so hevur hann arbeitt við øllum sløgum av filmi heilt frá turrisligum heimildarfilmi til tølandi lýsingafilm. Innan Robert flutti til Danmarkar at búgva, var hann professari á The Art Institute of Philadelphia. Har undirvísti hann í níggju ár í filmsgerð, filmmaking . Goodman fer eisini at greiða frá um Nordisk Panorama, har Anita Reher er stjóri. Fríggjadagin 14. februar kl 16:30-18:00 fer Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, at tosa við Robert M. Goodman um Nordisk Panorama og vísa klipp frá festivalinum. Prátið verður á enskum í Norðurlandahúsinum og er ókeypis fyri fólk, sum koma í húsið at lurta. Úr

Satira, ein føroysk statusrapport

Í ein sólarring ella so havi eg hildið, at hetta var ein nýggj satirustjørna, sum Føroya fremsti útvarpssatirikari, ið hevur ligið í dvala síðan seinastu øld, hevur borið fram, nývaknaður. Enn eri eg ikki sannførdur um, at hetta innslag er satira, hóast figururin sipar beint til Pipar & Salt úr farnu øld. Men eg haldi ikki at aktuella innslagið er komið har upp enn. Tað er í hvussu er ikki góð satira, tí hon inniheldur ikki forteljaraelementini í góðari satiru, sum teir báðir kryddarnir hava gróðursett fyri nokk so langari tíð síðan. Hinvegin, góðar satirustjørnur liva ikki í Føroyum, tær eru flóttar, sum liva í Argentina. Tað siga hesir báðir. Eftir fimm mánaða bíðitíð eru teir aftur við so drúgvari føroyskari satiru, at bíðitíðin er sum einki at rokna. Ein tími og eitt korter. Kryddað í fimm mánaðir. Byrjanin er tættpakkað við aktuellum tilsipingum, eisini um Holocaust, tað mátti koma, men tað allar besta er móti endanum, har teir herja á ein ungan journalist, sum p

Nielsen veit

Síðan 1923 hevur mátingarstovan Nielsen mált upp og talt, hvussu nógv gera hvat í ymsum høpi, seinast til Oscartiltakið, tá mált varð hvussu nógv hugdu. Grundarin, Arthur C. Nielsen, sum var av danskari ætt, doyði 82 ára gamal í 1980. Hann varð føddur og doyði í Chichago. Hóast Oscartiltakið er tað mest sædda innan film, sigur Nielsen mátingarstovan sambært ABC, sum sendi tiltakið laiv, at aldri áður hava so fáir amerikanarar fylgt við Oscarvirðislønunum. Altjóða filmsmiðlar siga, at tað fer helst at geva amerikanska filmsakademinum nakað at hugsa um, nú heldur eingin vertur var í ár, og nakað so óhoyrt, sum at ein ikki enskt mæltur filmur fór avstað við fremsta heiðrinum. Tað eru sanniliga broytingartíðir.

Anita Reher er innbodni Geytadómarin

Innbodni Geytadómarin í ár er danska Anita Reher, ið fyri tveimum árum síðan tók við sum stjóri fyri filmstevnuna Nordisk Panorama eftir Søren Poulsen, sum tá hevði sitið í trý ár. Við heimasíðuna hjá Nordisk TV og Filmfond segði Anita Reher tá. “I am thrilled to be joining the Nordic family of storytellers and reconnecting with old and new friends. I look forward to continuing what has been Nordisk Panorama’s strength - promoting documentary and short film talent for 30 years and renewing that strength for a new generation of filmmakers. My goal, in the ever-changing media landscape, is to keep Nordisk Panorama continuously relevant for the industry and our audiences.” Fríggjadagin 14. februar kl 16:30-18:00 fer Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, at tosa við Anitu Reher um Nordisk Panorama og vísa klipp frá festivalinum. Prátið verður í Norðurlandahúsinum og er ókeypis. Úr Føroyum hava trý filmsfólk søkt um at sleppa við á Nordisk Panorama, sum varir seks dagar og f

Týdningurin av listini

Samrøða og framførsla - Hvønn leiklut hevur listin í dagsins samfelag? Tiltakið er partur av TÓFF og er fyriskipað av Filmshúsinum Hvønn leiklut hevur listin í dagsins samfelag? Listin hevur altíð havt ein týðandi leiklut í heiminum. Um vit fara langt aftur í tíð og heilt fram til nýtímans samfelag, síggja vit, at listin altíð hevur havt og hevur enn ein týðandi týdning í samfelagnum. Hetta er framvegis galdandi hóast ymsu leiklutirnar, listin hevur í ymsu samfeløgum. Í vesturheiminum í dag verður listin ikki løgd undir kirkju ella krøv frá teimun ráðandi, men tað eru listafólkini sjálvi, ið fáa frælsi at deila teirra sjón og fatan av lívið. Vit liva í eini tíð, har individualisman ræður, har eitt hvørt listafólk við virðing fyri sær sjálvum leitar eftir síni egnu rødd. Hetta ger at týdningurin av listini í samfelagnum kann verða trupul at peika á. Listafólkið hevur stórt frælsi, men kann hava trupult við at finna fótafesti. Filmshúsið skipar fyri einum kvøldi uppi í Norðu

Tíggju í Fokus í Lítluvík

Tíggju limir í Myndafelagnum Fokus gera í kvøld klárt til fotoframsýning, sum letur upp við 49 myndum í Smiðjuni í Lítluvík í morgin, fríggjadagin 7. februar kl. 14:00. - Kaffi er á kannuni og øll eru vælkomin, sigur Óli Lindenskov. Opið verður til og við týsdegnum 11. februar. Óli hevur millum annað verið í Sandoynni og fotograferað við Gívrinar hol. Fyrst er at tryggja sær, at alt er í vater og hongur harmoniskt út frá hornunum í gomlu grótlagaðu veggunum í hvíttkálkaðu smiðjuni. Eitt reyðlýsandi niveleringsapparat tryggjar at alt hongur í vater. Myndafelagið Fokus varð stovnað í 2009 og hevur til endamáls at savna saman fólk, ið hava myndatøku sum ítriv. Øll kunnu gerast limir í felagnum, sum heldur til í einari skúlastovu í gamla Argja skúla. Tey skipa fyri fototúrum og limatiltøkum, har tey hittast til fotoprát, og síggja og vísa myndir hjá hvørjum øðrum og læra um myndatøku og myndaviðgerð. Tey tíggju sum sýna fram í ár eru Gudny Benjaminsdóttir, Jórun á Fløtti Jac

Bió Paradís má víkja fyri byggispekulantum

- Hin fyrsta mai í ár lata vit aftur! Soleiðis sigur framúr væleydnaði og virkni listabiografurin, Bió Paradís, á heimasíðuni og á uppsløgum. Nýskapandi listabiografurin, sum er í miðbýnum í Reykjavík, er hin einasti av slagnum í Íslandi. Bió Paradís, sum við stórari eydnu hevur virkað í miðbýnum í Reykjavík í tíggju ár, er limur í óhefta áhugafelagsskapinum The International Confederation of Arthouse Cinemas, sum varð stovnaður í 1955, og telur 1170 limabiografar í 68 londum. Christian Bräuer, sum til gerandis rekur AG Kino í Berlin, er formaður. Í opnum brævi skrivar hann til øll filmshugaði í dag, at “Arthouse cinemas are vital cultural spaces for communities: as meeting points and places of free speech, they foster democratic values in our societies. In a nutshell: they choose to serve their community over the maximization of profits. Many internationally acclaimed film directors would not have been able to launch their careers without the support of enthusiastic arthouse

Øll vilja síggja film

Øll vilja síggja film, kendan og miðsavnaðan frá ógvusliga stórum stroymingartænastum, sum bjóða serliga børnum tað nýggjasta av tí nýggjasta, ikki so nógv við fólkaupplýsing, sum við egnum vinningi fyri eyga. Tíðin við fólksligari upplýsing av publicservic-slagnum í lokala skúlanum, mentanarhúsinum ella bókasavninuum er farin. Rákið er beint øvugt av tí individualistiska, sum er frammi allastaðni, har tað verður billað okkum inn, at við at velja í okkara egnu stovu, so eru vit harrar yvir allari tilgongd av undirhaldi, tíðindum og informatión. Halda vit, tí útbjóðarin sigur tað vera so. Tað løgna í tíðini er, at samstundis sum alt ber til í kjalarvørrinum av tankanum um at spjaða og demokratisera útbreiðsluna av talgildum miðlum - information wants to be free - er útboðið meira miðsavnað og stýrt av eftirliti og gjaldtænastum enn nakrantíð áður. Nýggjasta er, at í ein ársfjórðing er tað eydnast stroymingarrisanum Disney+ at fáa 28 milliónir haldarar og at gera tað til tíðin

William á loftinum

Hvørt hóskvøld fram til Grækarismessu ber til at lurta eftir skaldsøguni hjá Williami Heinesen Móðir Sjeystjørna . Upplesturin byrjaði tá hildið varð Vetrarljós síðsta vikuskifti og Gunnvá Zachariasen las fyrstu partarnar í intima kjallaranum í søguliga handlinum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har matstova er í dag. Komandi upplestrarnir úr Móðir Sjeystjørnu verða á loftinum hjá Katrinu Christiansen hvørt hóskvøld klokkan átta. Tiltakið, har sjónleikarar fara at lesa, rópast skýmingarløta. - Unni tykkum eina løtu, har tit lurta eftir einari beinleiðis framhaldssøgu eftir føroya fremsta rithøvund William Heinesen, siga upplesararnir, sum umframt Gunvá Zachariasen eru Ria Tórgarð, Búi Dam, Páll Danielsen, Marita Dalsgaard, Anfinnur Heinesen og at enda Jensina Olsen og Gunvá Zachariasen. Tey fara at lesa í nevndu røð og hvør upplestur tekur umleið 40-50 minuttir, og kostar so lítið sum 40 krónur. Innkomni peningurin fer til Williamshús. - Tú, kæri lurtari, kanst ko

Aðalroyndin og grundleggjandi tankin handan Glasir eitt fríggjakvøld

Fyri tíggju árum síðan segði Egon Øregaard, at sangleikurin Jesus Christ Superstar var aðalroyndin, tá hugsað varð um komandi Skúladepilin við Marknagil. Tá sóu 8000 fólk leikin í Norðurlandahúsinum. Á heimavølli í dag sigur rektarin, Steinbjørn Hardlei, at sangleikurin Cabaret ítøkiliga vísir, hvør grundleggjandi tankin handan Glasir er. Fríggjakvøldið sá eg leikin Cabaret við støði í handritinum hjá Joe Masteroff (1919-2018) og sangunum hjá kendu samstarvsfeløgunum John Kander (f.1927) og Fred Ebb (1928-2004), sum eisini gjørdu eyðkennissangin til Scorsesefilmin New York, New York , ið aftur bleiv signatursangur hjá Frank Sinatra. Eftir at hava keypt atgongumerki á netinum og fingið nágreiniligar instruksir um at skriva atgongumerkið út í A4 stødd og hvussu kotan verður lisin við hurðina, komu eini so innbjóðandi og tænastusinnaði afturboð, sum eg aldrin havi sæð áður í sambandi við eina keypta mentanaruppliving. Hetta er marknaðarføring, sum varpar ítøkiligt ljós á eina up

Meira pengar til spælistøð, sum longu eru skattafíggjað!

Nú árið er byrjað, er tað ivaleyst gingið upp fyri fleiri, at forsetaval verður í USA. Hetta minna miðlarnir okkum á hvønn dag, tí Donald Trump er so íðin at tvitra við tí avmarkaða orðatilfari, sum har er. Men samstundis munnu fólk hava varnast, at tað eisini er farið at prutla undir kommunalu grýtulokunum í føroyska heimakøkinum, tí eina viku eftir amerikanska forsetavalið sleppa vit á kommunuval í Føroyum. Hesa vikuna eru trý kommunalpolitisk viðurskifti sett á breddan í høvuðsstaðnum, sum er lokomotivið, ið dregur tjóðina út í heim, so segði hann, Heðin kongur á sinni. Og eg eri ikki ósamdur. Havnin er og fer altíð at vera lokomotivið, sum dregur tjóðina fram á leið. Men hvørji eru tey trí viðurskiftini, sum longu nú eru sett á skrá í høvuðsstaðnum í kommunala valárinum? Hóast Havnin skríggjar eftir íbúðum og klondike-øki hjá íbúðahávum stinga seg upp, bara ein grønur blettur er - eitt sokallað grønt fjarhitafelag grópar allan býin upp fyri tvungnan limapening, so ikki e

Krígsfotografar í Føroyum

Henrik Bohn Ipsen, fotografur, fremst fyri, og Boris Benjamin Bertram, leikstjóri, aftanfyri, avmyndaðir í gongini í Havnar Bio, har Filmsfelagið sýndi heimildarfilmin Krigsfotografen , har teir fylgja og lýsa ein av heimsins bestu av slagnum, Jan Grarup. Filmsfelagið tók stig til vitjanina, sum Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, fíggjaði. Í morgin, hósdag 30. januar, hava teir báðir master class í Filmshúsinum og fríggjadagin fara teir avstað aftur. Filmshúsið hevur júst kunngjørt ein drúgva og spennandi skrá, sum røkkur heilt framm til filmstevnuna í Cannes í mai, har ætlanini er at vera við. Tað er fyrstu ferð at Boris er her, men Henrik hevur verið her rættuliga ofta og hevur m.a. fotograferað fyri Katrin Ottarsdóttir. Ole Wich innleiddi sýningina í Filmsfelagnum mikukvøldið við høvuðsdenti á foto og at fotografera ein fotograf, sum aftur fotograferar á hermótinum - alt samalt til ein film. Fotobólkurin Fokus, sum letur framsýning upp í Lítluvík í næstu viku, v

Andrias vann Robert virðislønina

Við filminum Ikki illa meint (2019), sum helst er einasta føroyska søga, ið tekur støði í Facebook, vann Andrias Høgenni í kvøld donsku Robert-virðislønina fyri besta stuttfilm. Virðislønin er nevnd eftir kenda og sjálvlærda danska listamanninum Robert Jacobsen (1912-1993), sum eisini gjørd standmyndina, ið vigar ikki minni enn 940 gramm og hvørt ár verður gjørd í sama stoypiformi á Holbæk Jernstøberi. Undirvísingarportalurin Snar hevur keypt rættindini til at brúka Ikki illa meint  og aðrar filmar hjá Andriasi og øðrum føroyskum filmslistafólkum til skúlabrúks. Í sambandi við uppgávur um filmin, verður sagt soleiðis um Ikki illa meint : Føroysku vinkonurnar Marita og Elinborg møtast í einum donskum handli. Tær búgva báðar á Oyrasunds-kollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Vit skilja, at tær kennast væl, men nú er nakað fráliðið síðan tær hittust. Marita og Elinborg royna at práta vinarliga, men greitt er, at okkurt er hent á Facebook, ið hevur órógvað vinarlagið, nú tær m

Tá veruleikin yvirhálar fiktiónina

Í gjár varð heimildarfilmurin Into the Deep frumsýndur á Sundance filmstevnuni, sum Robert Redford fór undir í Salt Lake City í 1978. Stevnan er hin størsta av independent slagnum í USA. Into the Deep er fyrsti filmur, sum avstralska Emma Sullivan hevur gjørt. Hon arbeiðir í Berlin og Melbourne og hevur gjørt avtalu við Netflix bæði at gera og at vísa skakandi heimildarfilmin, sum á okkara leiðum ivaleyst fer at yvirhála alla uppspunna fiktion á løriftinum í ár. Eitt ár innan danski Peter Madsen drap svensku Kim Wall umborð á kavbátinum Nautilus og sundurlimaði hana sum var hon eitt dýr, hevur Emma Sullivan fylgt og filmað mannin, ið nú er kendur sum kavbátadrápsmaðurin. Í 2015 fekk hon mentanarstuðul frá Aarhus, sum var evropeiskur mentabýur, at gera stuttfilmar, sum lýstu Danmark, og vórðu vístir á Big Little Film Festival í 2017 og á Noordelijk Film Festival í 2018. Meðan hon filmaði í Danmark, møtti hon uppfinnaranum Peter Madsen og filmaði rúmdarætlanina hjá honum, ið