Skip to main content

Posts

Tá tíggju bleiv Sodoma

Kronometrið sigur tíggju, tá Bárður hevur fund at kunna fólkið um nýggjastu tilráðingar í koronutíðini. Tíggju. Tað svitast ikki. Men tá koronometrið ein sólarring seinni aftur rakar tíggju, tá er Sodoma í gøtuni. Tí mugu matstovur steingja og sløkkja. Hvør Móses er tað, sum hevur gingið gjøgnum havið at kloyva Bárðar tíðarfatan av matgerð og servering? Myndin er lánt frá Cecil B. DeMille

HALT FRÁSTØÐU

Eg ivist ikki í, at frástøða, og boðini um at halda frástøðu, fara at verða ársins orð, ikki bara her hjá okkum, men í øllum heiminum, frá Wuhan, til Havnar og heilt til Hollywood. Var tað ikki fyri íkomna koronastongsilin, sum enn stendur við, so hevði franski filmurin um ein falskan Facebook-profil, Celle que vous croyez , (Who do you think I am) longu verið vístur her heima og í øllum okkara grannalondum. Men korona og kovid hava stongt allar biografar í verðini, so miðaldrandi franska stjørnan, Juliette Binoche, aldri møtir unga mannliga mótleikaranum aðra staðni enn á Facebook. Tað fekk ein av heimsins kendastu filmsummælarum, Peter Bradshaw á The Guardian, at knýta franska filmin frá í fjør, til dagsins veruleika í øllum heiminum í ár. Fyrsta orðið í ummælinum var: Social-distancing. Koronakreppan stongdi biografin og nú bíða vit bara eftir, at latið verður upp og vit aftur sleppa at njóta film í felag. Í Danmark hevur verið sagt at 8. juni kunnu biografar sleppa

Finka byggir brúgv

Marjun Ziskason, Marianna Skarðenni Poulsen og Gunvá Magnussen Í dag er læraraskeið í Námi við nýggja upprunatilfarinum Finka , sum gevur móðurmálsfakinum í fólkaskúlanum nýtt flog longu í øðrum flokki. Høvundur er Marianna Skarðenni Poulsen, ið vann skúlabókakappinga, sum Nám útskrivaði í 2016, til tess at finna nýtt tilfar og fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur. Bókaheildin Finka , sum umframt lesibók fevnir um tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti, er nú komin á marknaðin. Sissal M. Rasmussen hevur viðgjørt tilfarið lesifrøðiliga. Ritstjórarnir, sum í Námi hava varað av nýggja tilfarinum, eru Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason. Tær báðar siga, at endamálið við Finku er at byggja brúgv millum holla ljóðarbeiðið, sum er gjørt í fyrsta flokki, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing, sum væntað verður í triðja flokki. Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið

Orð sum spegilsmynd

Gestabloggari:  Tóra við Keldu, forkvinna í Megd Summi halda, at vit skulu hava frælsi at orða okkum frítt. Hesi somu rulla eygu eftir tí, vit kalla „politiskt rættur málburður”, tí tey halda, at hugtakið avmarkar málburð og gerðir. Tað skal, halda tey, vera í lagi at háða, niðra, steingja úti ella skaða fólk einfalt vegna teirra veran. Avbjóðingin er, at tá ið vit uppliva at verða sett í bás ella deild upp í bólkar, kenna vit okkum ikki altíð aftur. Hetta er viðkomandi, tí hóast vit ikki kenna okkum aftur, so ávirkar hetta okkum. Orð hava megi, tey skapa veruleika. Tey ávirka almennan hugburð, og hvussu vit uppliva okkum sjálvi og onnur. Bretski journalisturin, Catlin Moran, hevur sagt, at fólk, vit eru saman við, eru eins og spegl. Vit síggja okkara egnu spegilsmynd í eygum teirra. Um speglið er í lagi, síggja vit okkara sonnu spegilsmynd. Soleiðis læra vit at síggja og kenna, hvørji vit eru. Speglini eru ymisk, og tað er sjálvt „aftursvarið” okkum tørvar. Víðari sig

Niðrandi eyknevni í fótbólti

Hesa írsku filmsplakatina hevði eg leingi hangandi á vegginum, innrammaða. Ein framúr leiklutur hjá Daniel Day Lewis, sum tá sást í Sjónleikarhúsinum ein sunnudag, eftir at fótbóltskappingin í Gundadali var av. Tað var treytin hjá operatørinum. - Ikki blanda kappingarárið og sýningarskránna, tí áskoðaraskarin er hin sami, segði hann. Tað fekk meg sannførdan um, at filmur og fótbóltur spruttu úr somu fólksligu mentan, og aldri vóru longri enn hálvan annan tíma, og høvdu ein steðg á hálvari leið, so stundir vóru at pissa, men ikki meir. Soleiðis var fólksliga savningarmentanin fyri ta sunnudagsbilettina. Men aldri minnist eg at filmiska yrkispressan happað nakran fyri eitt likamligt brek, sum til dømis í filmaðu ævisøguni um My Left Foot , har høvuðsleikarin bara kundi samskifta við vinstra fóti. Og fekk hægstu virðisløn fyri tað. Um vikuskiftið varnaðist eg, at yrkisliga ítróttapressan nú er farin at savna seg um eina aðra mentan. Danska Ekstrablaðið og eitt annað útlendskt

Nær sleppa vit í biograf aftur?

Gudmund Helmsdal innnleiðir sýningina við suðurkoreanska "Parasite" í Filmsfelagnum 5. februar. Eftir útseldu frumsýningin í Filmsfelagnum gekk filmurin í tríggjar vikur í Havnar Bio, har í miðal 100 fólk sóu hann hvørja ferð. Ole Wich tók myndina. Hvussu trúfastur er biografgangarin, og hvørja ávirkan fer koronastongsulin at hava, tá biografarnir opna aftur? Tað hevur danski filmstovnurin, Det Danske Filminstitut, kannað í samrøðu við 1300 fólk, tá donsku biografarnir høvdu verið stongdir í sjey vikur. Í 10 stigum er nú tikið saman um úrslitið, so tað er lætt og skjótt at lesa. Mest sum allir filmar í Filmsfelagnum og teimum báðum biografunum, Havnar Bio og Atlantis, eru frá donskum filmsútleigarum, ið eiga rættindini at vísa aktuellar biograffilmar í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tí kann danska úrslitið eisini lesast sum ein varislig støðumeting av miðal føroyska biografgangaranum, og hvussu hann ella hon metir givnu støðuna tá umræður at fara í biograf aftur og

Kreppan flutti 5000 brúkarar

Tóri Slættalíð er KT-ráðgevi í Námi: Koronakreppan fekk 5000 føroyskar brúkarar at læra Teams í fjarundirvísingini Fríggjadagurin trettandi mars varð í ár ein helt serligur dagur. Hetta var dagurin, tá skúlar stongdu, samfelagið lat aftur og øll vórðu send til hús. Eina viku undan hesum degi hevði Tóri Slættalíð, sum er KT-ráðgevi í Námi, verið á undirvísingarráðstevnuni Danmarks Læringsfestival saman við starvsfeløgum. - Hóast tað vóru sprittdunkar á hvørjum horni, og tosið um korona var byrjað, so var tankin um, at hendan krúnusjúkan skuldi koma til okkara í Føroyum rættiliga fjarur, sigur Tóri, sum júst hevur havt fyrilestur fyri lærarum um at brúka Teams. Ein journalistur, sum javnan ferðast í Kina, greiddi á ráðstevnuni livandi frá um aktuellu skúlastøðuna har í landinum. - Flestu føroyingarnir møttu til júst henda fyrilesturin, og eg hefti meg við hennara frágreiðing um, at eingin trupulleiki hevði verið hjá kinesisku skúlunum at skifta frá vanligu undirvísingini til

Norðlýsið - ein upplivingardepil

Samstundis sum tað í dag eru 75 ár síðan krígslok, eru eisini 75 ár liðin síðan fyrstu eigarar fingu Norðlýsið handað frá Tórshavnar Skipasmiðju. Norðlýsið var upprunaliga slupp og fiskifar, bygt úr kanadiskari eik og fyrsta at brúka sildagørn. Myndin er tikin fyrrárið tá russiska skúlaskipið Kruzenštern við heimstaði í Kaliningrad vitjaði Faroe Ship. Eisini á hesari myndin sæst støddarlutfallið millum Queen Victoria, Smyril og Norðlýsið. Undir navninum Aurora Borealis varð Tróndur Patursson undangongumaður tá sluppin í áttatiárunum varð umvæld og riggað til sum skonnart at sigla við ferðafólki. Onkuntíð hevur Tróndur sagt, at hetta var hansara besta listaverk. Til í fjør hevur Birgir Enni verið nautiska og gastronomiska orkukeldan undir- og omandeks, samstundis sum Birgir hevur lagt lunnar undir autentiskar upplivingar í Føroyum. Nú er Frank Djurhuus Jakobsen útgerðarmaður og lovar eitt enn betri skip at tæna gestum og ferðafólki. We are proud to continue

Altjóða arbeiðaradagur

ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ Heiður og æra til arbeiðið stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk har norðuri í Russlandi. Nú altjóða arbeiðaradagur er, eitt nýtt innvinningarár byrjar, frítíðarløn verður goldin og Marx fyllir 202 týsdagin, fann eg gomlu arbeiðaramyndina aftur á blogginum. Myndina, sum eg tók í Russlandi fyri seytjan árum síðan, vísir eitt uppslag, sum hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera framdriftsskrúvur til hernaðarskip. Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russiska herinum skapt og skorin. Saman við Kanada og Noregi verða gamlir kjarnorkuriknir kavbátar skrottaðir, skornir upp, á somu skipasmiðju. Tað luktar hvørki væl ella gott. Uppslagið á myndini er fleiri húsahæddir í stødd. Á gamalsovjettiskan hátt verður sagt: ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ. Tá eg spyrji um tekstin, yppir dagsins russiski arbeiðari øksl og smírist at fornisku boðunum, ið minna øll á farnar tíðir. Altjóð

So grundleggjandi er menniskjansliga lívfrøðin

Tá bókaklubbar vóru í hásæti, var henda bókin hin mest spennandi. Har greiddi Desmond Morris frá um menninskjansliga atferð tá tey møtast, heilsast, krámast og parast. Akkurát sum dýrini. Og tað var ikki so løgi, tí bretski Morris er zoologur, sum bleiv kendur í 1967 við bókini The Naked Ape , har hann viðgerð, hvussu menninskjansliga lívfrøðin skapar okkara mentan, har fyrsta stig er lógvatakið. Nøkur ár herfyri var almenn móttøka í býnum, tí fyritøkan hevði fingið nýggjan stjóra. Eg eri boðin við og støkki inn á gólvið. Stjórin fær eygnasamband, rættir armarnar út og ger eitt innbjóðandi chassé stig. Eg lati meg fella inn í føvningin, leveri eitt varisligt klemm, og signaleri við høgru hond á herðablaðið, at nú er liðugt. Vit traðka hvør til sítt og næsti í røðini ynskir til lukku við nýggja starvinum. Henda nýkomna interpersonella klemmimentan hevur altíð tykist mær ikki bara høsnut, sum í kólandi djóragarðinum, men eisini menniskjansliga óunnilig. Sum frá leið uppdagaði eg,

Netið blívur betri, sjúkari samfelagið er

The Industrial Worker: Kapitalistiska pyramidan (uppslag 1911) Í hesum koronatíðum uppliva vit úr sofuni og við fjarstýringini í hondini fleiri og fleiri funkur, sum vit ikki vistu av vóru til. Vit kunnu byrja við at staðfesta, at til ber hjá allar flestu at arbeiða heima, uttan at nakað liggur á láni, kanska tvørturímóti. Vit finna uppá alternativar samansetingar at bjóða viðskiftafólki nýggjar tænastur og møguleikar, koyra vøru út til tey, ið biðja um tað, og ikki at roksa ov nógv, tá felags starvsfundir eru á netinum, bara tað ikki er á Zoom ella Skype, men á Teams. Til ber eisini at byrja dagin við at syngja morgunsang í felag, hvør sær, at lesa floygdu prædikuna hjá bispi á VP, fáa innlit í sunnudagsskúlavirksemi í Hebron, og um kvøldið at tendra fyri einum bryggjaríi, sum hevur kollektiva ølsmakking við einum undirhaldandi fólkatigslimi. Heimabundna kreppan hevur skapt úttrykk, sum helst altíð hava verið har, men sum flestu okkara aldri hava varnast, í hvussu er ikki

Vestfilm drive-in

Í døgunum 30. apríl til og við 3. mei 2020 skipar Vestmanna kommuna fyri fyrsta føroyska filmfestivalinum nakrantíð - VESTFILM . Føroyska biografsøgan byrjaði í Vestmanna, og av tí sama er upplagt at taka fakkilin uppaftur, og skipa fyri fyrsta føroyska drive-in filmfestivalinum í landinum, siga fyrireikararnir. Samstundis er VESTFILM eitt serstakt høvi at uppliva tað besta, ið føroyska filmsvinnan hevur at bjóða. Talan er um onki minni enn 28 stuttfilmar, tvær frumsýningar og tríggjar filmar í spælifimslongd. Skráin og hugskotið til VESTFILM er ment í tøttum samstarvi við Filmsfelagið : DAGUR 1 Fyrsta sýning - Aldur (Heiðrikur á Heygnum) - Tunnan (J.Steenberg & J.Lamhauge) - Skuld (Heiðrikur á Heygnum) - Ikki illað meint (Andrias Høgenni) Onnur sýning - Ábyrgd (Katrin Joensen-Næs) - Passasjeren (Sakaris Stórá) - Kom og dansa (Andrias Høgenni) - Stina Karina (Andrias Høgenni) Triða sýning - Bye Bye Blue Bird (Katrin Ottarsdóttir) DAGUR 2 Fyrsta sýnin