Skip to main content

Posts

Danskt vín á ólavsøku

Einki er sum fyrr. Tað mugu vit sanna við bláa borðið hjá Peturi Háberg ovast í Áarstovu. Borgarstjórin vil hava okkum at halda ólavsøku heima í túninum, og vilt tú keypa eina føroyska øl til høvið, so er tað sum amen í kirkjuni, at bara Føroya Bjór eigur hana, okkara føroysku, eisini tá fremsta søluvøran eitur Norðlýsið. Einki er sum fyrr. Meðan marknaðarkreftirnar eru stutttíðarbundnar at dagsins profitti, eru tær kreftir, ið skapa hitan í luftini og laga vánir til gróður á sjógvi og landi, av meiri varandi slag, ikki bara her hjá okkum, men á allari klótuni. Vit kunnu siga, at veðurlagsbroytingarnar, ið vit hava hoyrt serliga nógv um síðan túsundáraskiftið, eru komnar fyri at verða. Tí bar til við bláa køksborðið á ovastu hædd í Áarstovu heima í Havn at smakka brúsandi vín úr Kolding í Danmark, sum er norðasta góðkenda vínmark í Evropa við egnum tignarheiti fyri uppruna, appellatión, tey rópa. Vínbóndin, Sven Moesgaard, ger vart við at sjáldsama vínmarkin kallast D

Uppfinningarsamur morgunmatur

Nýggj gongd í summar er at dyrka morgunmatin, sum á enskum eitur breakfast , og víðka so mikið um hann og borðreiða eitt vet seinri, so vit nærkast lunch , døgurðatímanum, og tí borðreiða við brunch , so vit fáa bæði breakfast og lunch, sum orðabókin kallar miðmáli, og eg ikki kann taka í mín munn, miðmáli, sum máltekniskt verður settur á borðið tá døgurðatímin plagdi at verða.  Men nú bert heilt fá í stórbýnum eru heima á middegi og enn færri hava døgurðatíma, tað er ein frítími frá arbeiði at eta døgurða heima mitt á degi, so fellur hin upprunaligi døgurðatímin burtur úr munnligu arbeiðarasøguni í Havn. Síggi á blogginum, at í 2011 kemur orðið brunch fyri, tá vit hava ruddingardag í Tórsbyrgi . Árið fyri hevði eg etið brunch í nýopnaðu Áarstovu , har Jákup Pauli gjørdi matin og Kathy borðreiddi, og tvey ár undan, tað er í 2008, hevði eg roynt gospel brunch ein sunnudag í Harlem, New York. Brunch er altso at víðka um morgunmatin, kanska við eini serstakari uppliving, sum henn

Grønska

Í hesum døgum er bøurin grønari enn nakrantíð. Ert tú heppin, og bøurin enn ikki er sligin, so kann grøni liturin skjótt verða so mettaður, at hann minnir um blátt. Hesar tíggju myndir vórðu tiknar sunnudagin í Funningi. Grønu myndirnar verða í onkrum føri brotnar og perspektiveraðar við reyðum liti.

Kristin filmur sterkur í Føroyum: I Still Believe um Jeremy Camp í biografinum

Undir heitinum “I Still Believe” verður ein spildurnýggjur filmur um lívið hjá 42 ára gamla kristna sangaranum Jeremy Camp, sum sang á Fjarðafestivalinum í 2009, sýndur í Havnar Bio hósdagin. Filmurin byggir á bók, ið Jeremy sjálvur hevur skrivað, um tá Melissa, sum hann nýliga varð giftur við, doyði av krabba, bara 21 ára gomul í 2001. Tá var Jeremy 23 ára gamal. Heitið á nýggja biograffilminum “I Still Believe” er frá kenda sanginum, sum Jeremy skrivaði um hesa hendingina. Sangurin frá 2003, er fyrsti sangur, sum hann sjálvur skrivaði. Í dag hevur Jermey Camp vunnið eina ørgrynnu av virðislønum fyri hópin av góðum sangum. Seinni giftist hann við suðurafrikansku sangarinnuni Adie Liesching. Tað eru brøðurnir Andrew og John Erwin, ið hava leikstjórnað biograffilmin “I Still Believe” . Teir eru úr Alabama og reka filmsframleiðslufelagið Kingdom Story Company, sum saman við Lionsgate ger kristnan spælifilm til biograf og sjónvarp. Kristin filmur sterkur í Føroyum Amer

At flúgva undir radaranum fyri at gera størstan skaða

Carla Sands tosar við Norðlýsið Tá sitandi amerikanski forsetin kom til, var ein av fyrstu uppgávunum at vera borðstjóri fyri pressuni, sum skuldi hava árliga døgurðan. Heldur enn at møta svongu amerikansku pressuni, fór Trump úr høvuðsstaðnum og setti seg at tvittra við hundrað og fjøruti teknum. Ikki við pressuna, men við tvitrum til grundsubstansin í tjóðini, fólkið, “we the people”, sum júst hevði tikið hann í eið. Tá helt eg tað vera eitt bæði stuttligt og fólksliga sniðfundugt átak at avmontera pressuna við eini simplari fartelefon, seta hana, pressuna, á eitt sjálvforherligandi síðuspor á einum døgurðaborði, og so spæla uttanbíggjarpressa og fólkslig tíðindastova alt í einum, til eg kom eftir, at hesi hundrað og fjøruti tvitritekn vóru samlaða orðfeingið og loftið fyri øllum teim retorisku snildum, sum sitandi forseti – remember he is a real estate agent – hevði. Samstundis kom eg eftir, at meira skal ikki til at fáa innara svínhundin á tal, í hvussu er hjá hvíta byrsuafturhaldi

Tá tjaldrið kom...

"When Tjaldur Came This Summer" er arbeiðsheitið á einum filmi, sum pólski Kuba Witek ger í Føroyum í hesum døgum. Hann er av Warszawa-leiðini í Póllandi og hevur verið í Klaksvík síðan í januar, nú hann fyri fimtu ferð vitjar her. Heitið á heimildarfilminum er frá Livari Nysted og sipar til, at í ár var eingin, ið heilsaði tjaldrinum vælkomum, tí landið varð rakt av koronasmittuni og mest sum alt varð stongt og eingin sást úti. Lidni filmurin, sum vónandi verður vístur í september, fer at byrja úti í Skúgvi við eini søgu um svartadeyða, sum Inga Tórarenni fortelur um. - Meðan filmar um koronasmittuna og koronastongsil uttan úr heimi eru depressivir og vísa á ógvusligar sosialar skeivleikar, verður føroyski filmurin um sama evni meira positivur og kanska beint fram optimistiskur, sigur Kuba Witek, meðan hann ger klárt at taka upp í Havn í dag. Hann brúkar Black Magic 4K kamera og hevur fyrr gjørt filmin "The Faroe Way" , har hann tosaði við póllendingarnar

Vágar mest vitjunarverdar

Síðan Vágatunnilin varð tikin í brúk fyri jól í 2002 eru Vágar knýttar nærri at Streymoynni og Eysturoynni. Drívmegin og attraktiónin er flogvøllurin, sum kastar nógv av sær, ikki bara til oynna, men til alt landið. Hetta er vegurin út í heim, skalt tú flúgva, og hinvegin er tað her, at tú tekur ímóti fólki, ein veruleiki, sum síðan kríggið, tá flogvøllurin varð grundlagdur, hevur kastað nógv av sær í Vágum og ivaleyst skapt eitt lokalt tænastusinni at hýsa fólki, sum skal liggja nátt, fáa at eta og síggja náttúruna. Hetta eru grundsteinarnir í ferðavinnu og einki er at taka seg aftur í, at Vágar hava gingið undan. Tá so Norðoyatunnilin kom til í apríl 2006 varð landfast heilt úr Gásadali til Viðareiðis. Ella sum Tunnilsfelagið sigur á heimasíðuni undir yvirskriftini "Vit knýta føroyingar saman": Undirsjóvartunlarnir hava gjørt Føroyar størri. Við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eru 87 prosent av føroyingum knýttir saman í eitt veganet. Tað hevur verið eitt stórt framsti

Slitstyrkin í nýkomnum slagarum

Leygardagin kom Hallur Joensen á gátt við nýggju fløguni, sum hevur frámerkið HJ7, altso hin sjeynda í røðini. Fyrsta fløgan, “Pickin’ Time In Nashville” kom í 2008. Tann fløgan vakti ans, tí hon blásti nýtt lív í heimligu countrysjangruna við einum nýggjum navni í framúr framleiðslu. Á árligu samkomuni hjá Kúrekafelagnum valdi Petur Rouch sum vant fimm tær bestu útgávurnar, og nýggja navnið úr Klaksvík slapp innum hetta árið. Fimm tær bestu tað árið vóru hesar: Hank Williams "Unreleased Recordings" (3 fløgur) Kathy Mattea "Coal" Teddy Thompson "Upfront and Down Low" Hallur Joensen "Pickin' time in Nashville" Glen Campbell "Meet Glen Campbell" Síðan hevur gingið slag í slag, og allan vegin hevur Jákup Zachariassen verið fremsti samstarvsfelagi hjá Halli, tað verið seg ljóðtekniskt, sum innihaldsligani við løgum og fylgispæli, men eisini við bestu kontaktum til Nashville og føroyskar plátuyrkjarar og týðarar. Júst hett

Miðbýur í broyting

Niðan eftir Áarvegnum varnast tú í hesum døgum, at húsini hjá Eingla Per eru fyrst brotin niður, og verða nú bygd upp aftur, eftir øllum at døma í upprunaligum sniði. Sjálvur haldi eg, at henda nýggja fasadan riggar munandi betri enn hin fyrra, sum var ein ótýdligur kassi uttan nakran veruligan bústaðarprofil, meðan henda nýggja fasadan í passandi mun leggur seg estetiskt snøgt upp at næstu bygningum niðan eftir. Blákollan og frisørsalongin Kvilt, sum fingu gulan lit undir koronastongslinum, peika í mínum eygum á ein enn meira livandi miðbý enn fyrr. Haldi tað er eitt stuttligt mark, sum Bringsnagøta setur millum gamla og friðaða býarpartin úti á Reyni, og so uppi á Húsabrúgv og niðan eftir Áarvegnum, har pláss er fyri klivplantum, bara tær ikki verða til villvaksingar. Einferð helt Birgar, at Amtmansgarðurin, sum er beint yvirav hjá Eingla Per, burdi verið tikin niður, so havnarborgarar sóu inn í lovaða garðin kring borgina. Kanska hevði tað riggað, men á hesum