Skip to main content

Posts

Norska Mona Fastvold er favorittur í Venezia

Meðan filmstevnur hava verið antin stroymdar ella púra avlýstar, er 88 ára gamla filmstevnan í italska býnum Venezia í fullari gongd og endar í kvøld. Tá hava 66 filmar úr øllum heiminum verið sýndir á heimsins elstu filmstevnu.  Forkvinna í dómsnevndini er avstralska stjørnan Cate Blanchett, og týski leikstjórin Christian Petzold, sum Filmsfelagið fleiri ferðir hevur havt á skrá, er eisini ein av teimum sjey dómsnevndarlimunum.  Altjóða filmspressan vil vera við, at kvinnuliga umboðanin er sterkari enn nakrantíð, og at 39 ára gamla Mona Fastvold úr Noregi, sum er nummar tvey frá vinstru á maskumyndini omanfyri, stendur til at vinna Gyltu Levuna í Venezia í ár fyri filmin "The World To Come".  Fastvold, sum fyrr var gift við sangaranum Sondre Lerche, fær bestu ummæli, m.a. í bretsku avísini The Guardian , IndieWire og í danska filmstíðarritinum Ekko fyri amerikanska filmin ”The World To Come”, ið er eitt lesbiskt drama í statinum New York í 1850’unum eftir søgu hjá Jim Shep

Filmur sum exorsisma

Filmur er løgin. Fleiri tú sært, løgnari verður hann, eins og uppliving av at síggja film, serliga orðleysan film, sum óivað er upprunaformurin fyri filmi, orðloysingar, forloystar í myndum, ið vit fata sum ljóslivandi, hóast vit meginpartin av tíðini sita í myrkri.  Men kunnu filmar og søgur fatast og brúkast sum exorsisma, at reka út illar andar í okkara tíð? Tú letur hurðina aftur, letur teg søkka niður í biografstólin og ljósið í rúminum sløknar. Heimurin er úti og tú ert inni. Inni í svørtu boksini, har einki órógvar uttan filmurin á løriftinum. So byrjar hann og tú ert prísgivin. Situr undir heimsins brúsu, sum eg vil kalla film og filmisku upplivingina. Hvør strála rakar teg. Og hvussu hon rakar teg, er bundið at tær og tínari fatan av filminum og tí evni hann blakar upp á løriftið, sum var tað ein squashveggur, ið er nógv størri og hægri enn tú. Og so er tað, hvussu estetikkurin er brúktur sum ein krúlla á halanum at náa og fínkemba júst tínum andaliga habitus.  Siti eg saman v

Skúlaverkið minst digitaliserað í føroyska samfelagnum

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni og limur í Stýrisbólkinum, sum fríggjadagin handaði landstýrismanninum, Jenis av Rana, eina heildarætlan um talgilding av undirvísingarverkinum, greiður her frá um søguliga samrøðu við Birgir Danielsen, táverandi stjóra á Fiskasøluni, um hagtøl og stýringsamboð, sum vinnan longu tá hevði og síðan støðugt hevur ment.  Í somu tíð hevur skúlin hvørki ment hagtøl ella stýringsamboð, sigur Leif.  - Skúlaverkið er hin minst digitaliseraði parturin í øllum tí føroyska samfelagnum, sigur Leif Abrahamsen. Her ber til at hoyra alla taluna hjá Leif Abrahamsen og øll hini umboðini fyri leiðslur, lærarar og kt-vinnu eisini.

Væl troffið!

Onkuntíð, tá ein sjáldsama ljótur persónur er avmyndaður, kann hon sjálv finna uppa á siga: "Sjáldsama væl troffin!" Tað vil siga, at fotografurin eigur alla æruna, ikki hin avmyndaða. Ársins myndaevni, hin best troffna, ja kanska í allari eftirkrígstíðini, man verða lokala fjallið og altjóða ferðamálið, ið sæst av Eiði, Føroya hægsti tindur, ið nú ikki kann síggjast fyri vindmyllum, sum eitt dótturfelag hjá SEV fer at seta har.  Við einum eyðkendum Eiðis-smámæli, ið er sterkasta orðaval, tá tey kjakandi vita, hvat talan er um: "Væl troffið!" Minnist, tá SEV skuldi leggja Vatnið undir seg. Tá mótmæltu Eiðismenn í Havn. Bara í Havn, so vítt eg minnist. Eiðismenn á Eiði søgdu: "Hvat feilar tær? Vit hava eitt vatn og fáa eitt størri!" Og - hald tær fæst, so tú ikki dettur í Myllánna: Umhvørvisstovan sigur í góðkenningin frá í gjár, at "Umhvørvisstovan metir ikki, at útsjónd og útsýni er partur av heimildargrundarlagnum í løgtingslóg um umhvørvisvernd, og

Sterkur týskur filmur mikudagin

Í týska filminum “Systemsprenger” (Nora Fingscheidt 2019) fylgja vit níggju ára gomlu Benni, sum er ein hvirluvindur í pinklittum dýnujakka. Men Benni, sum er uppi ímótum øllum, er eisini ein mynsturbrótari. Hon er kastibløka millum stovnar, ið ikki megna at lofta hennara markleysu øði og at síggja til harðrendu atferð. Men tað einasta, ið Benni ynskir, er at vera aftur hjá mammuni. Men mamman dugir ikki at vera um hana, og enn minni at standa við ótilrokniliga atburðin hjá dóttrini. Myndugleikarnir eru um at geva upp, tá Micha kemur á stovnin at arbeiða. Tað eydnast honum at koma á tal við Benni og fáa hana at opna seg. Benni knýtir seg so tætt at honum, at Micha má seta mørk millum tað professionella og persónliga. Varin og ótrygg ganga tey bæði á eggini, sum hvørja løtu kann forkoma teirra vinarlagi. “Systemsprenger” er fyrsti filmur hjá týska leikstjóranum Nora Fingscheidt (f.1983). Ungi høvuðsleikarin, Helena Zengel, brennir beint gjøgnum løriftið og hevur hugtikið a

Ambitiónirnar eru tengdar at fólki á staðnum

Við arbeiðssetninginum um eitt nýtt føroyskt Skúlanet hevur Andreas Simonsen ferðast kring landið at kanna, hvussu KT-støðan er á ymsu skúlunum. Rannsóknararbeiðið er tengt at Heildarætlanini “Saman um eina trygga KT-loysn” , sum Undirvísingarstýrið stendur fyri saman við KT-vinnuni, Námi og Próvstovuni, har Andreas starvast. Í Heildarætlanini, sum fríggjadagin varð handað landstýrismanninum, Jenis av Rana, í Norðurlandahúsinum, verður sagt, at “stovnaður verður ein KT-felagsskapur fyri fólkaskúla, miðnám og hægri lærustovnar, “Skúlanet”, svarandi til tað, Landsnet er fyri teir almennu stovnarnar.” Nú rundferðin nærum er av, sigur Andreas, at KT-støðan og nýtslan er ymisk frá skúla til skúla og frá kommunu til kommunu. - Tað er upp til leiðslurnar á staðnum, at raðfesta KT. Frá nøkrum kommunum er tað oyramerkt til KT og frá øðrum kommun er tað ein skúlaleiðsluavgerð, har tey fáa ein posa av pengum. KT-ambitiónirnar eru tengdar at KT-fólki á staðnum. Nakrir skúlar hava flokss

Gunvá selur út!

Um dagarnar lýsti starvsfelagin, Gunvá Magnussen, á Facebook, at hon fór at selja bæði klæði og skógvar, sum hon sjálv hevði brúkt. Fekk hug at spyrja hana, hvussu er at sleppa persónligum brúkslutum sum klæðum og skóm á henda hátt, at lata tey skifta hendur og eigara - og kanska síggja eina fremmanda kvinnu í eins egnu klæðum mitt á gøtuni ein skjønnan dag, og um Gunvá hevði farið at tosað við hana og givið henni ráð, um at seta litir saman og velja røttu skógvarnar, belti, taskur og make up, og ja, so steðgaði eg mær sjálvum at grópa longur niður í eina higartil ókenda kvinnuliga síðu, tí Gunvá brýtur meg av og sigur, hvussu væl henni dámar, at tað er blivi vanligt, at selja klæði á Facebook. Á jú! - Mær dámar væl, at serliga tey ungu hava tikið endurnýtslu av klæðum til sín. Tað er eisini stuttligt at síggja, hvat onnur finna uppá við tínum gomlu klæðum, tí eg vænti ikki, at tær, sum keypa míni brúktu klæði, brúka tey á sama hátt sum eg, og tað haldi eg er super, sigur Gunvá,

Ein gongubrúgv í Tinganesi

Eftir at hava ligið á havsins botni í eina tíð, er bonkurin komin undan kavi aftur og settur á helluna i Tinganesi, har hann stóð. Veit ikki nær ótangar hava skemtað sær við at blaka bonkin á bláman. Og tað er eisini líka mikið, tí nú er hann komin afturíaftur, so til ber at njóta sýnið yvir Vestaruvág henda seinsummarsunnudag. Tað kundi havt verið so nógv verri, tí einaferð í fimmti árunum var bara ein atkvøða á muni, tá kommunan vildi javna Tinganes við jørðina og stoypa skýskravarar úr betongi framvið øllum nesinum. Lukkutíð bleiv ikki soleiðis. Burtursæð frá einum pyromanbrandi í 1950 er alt intakt. Tó, eru knøini ring, er ikki ráðiligt at fara runt Tinganes, Skansapakkúsið, Vektarabúðina og Sjóbúðina og niður í trappurnar at seta seg á bonkin, sum sæst omanfyri. Tú skalt vera eins fimur og smádreingirnir vóru fyri hálvari øld síðan, tá vit sum ongan ting tóku okkum fram við klettununum og inn til ytstu neystini undir Bryggjubakka, har Hanniboy býr nú, og til kajkantin

Ein nýggj dýrtíð dagar undan

Á veg í felags skrellspannina, har vit koyra ódálkað pappír til jarðiska endurnýtslu, varnaðist eg í morgun eitt nýtt tilboð millum verðsligu bløðini, sum hvørja viku lýsa og larma við enn størri og betri vørum, sum eg ikki visti vóru til, og enn minni haldi, at eg skal forkela meg við beint nú. Tí fara øll hesi brandnýggju lýsingabløð tað beinu leið í skrell, men ikki fyrr enn eg havi frígjørt tey úr jarðiska líkposanum, sum postmaðurin varisliga leggur í mín plastkassa, sum allar aðrar dagar stendur tómur og óbrúktur, bara ikki henda dag í lýsingini. Í hesi postmodernistisku tíð, sum er eyðkend við ongum posti, sprakk tilboðið frá hesum eina blað frá seinastu vitnum heimsins í eyguni. Millum mínar uppstandilsistankar um, at ein og hvør spard króna er tvífalt vunnin, og at besta og mest solidariska tilboð burdi verið "Spar alt - keyp einki" ella "Keyp alt - spar einki" fyri tey lættkeyptu, dvøldist eg eina løtu við hetta nýggja tilboð millum gylta konfekt fr

Er hon lesbisk ella ikki?

Sunnkvøldið sá eg amerikanska filmin Freeheld , ið byggir á veruligar hendingar, har tvær kvinnur í parlagi ikki sleppa at gera av, hvør teirra skal fáa pensiónina hjá henni, sum situr í einum góðum løgreglustarvi og brádliga gerst deyðasjúk. Saman hava tær keypt eini hús, ið hin eftirsitandi ikki hevur ráð at gjalda. Góður amerikanskur filmur, sum setur hugsjónina um javnrættindi á breddan. Men so kom mær til hugs tær atfinningar, ið nýliga hava verið frammi um leikarar, sum á filmi spæla annað enn tað, tey sjálvi eru beint nú, sum um filmurin ikki var fiktión, men veruliga filmaður veruleiki sæddur við einum Gudseyga í tí høga, har indiánarar, um teir medvirka, eru so troyttir av lívinum, at teir hava teknað seg at vera við í kovboyfilminum fyri at verða skotnir og doyggja. Fyri hálvt hundrað árum síðan var líknandi lívligt kjak í føroysku heimunum, um Ian Gillan var trúgvandi, nú hann hevði átikið sær høvuðsleiklutin í Jesus Christ Superstar. Fór at leita, um filmstjørnan

Hans Baianstovu á Lorry

Navnið fornoktar seg ikki, tá barr og matstovuleiðarin á Lorry í Oslo trínur út í tún. Tað er Hans Baianstovu. Jú, hann er úr Føroyum, foreldrini eru føroysk og úr barnaárum minnist hann klárt, hvussu saltstroytt skerpikjøt smakkaði uppá breyð, nýbakað, angandi føroyskt rugbreyð. Men hvussu bar tað til at starvsleiðin lagaði seg soleiðis, at Hans kom higar á Lorry at stíla fyri á einari tí søguríkastu matstovuni og úrvalsríkastu barrini í norska høvuðsstaðnum? - Eg byrjaði sum heilt ungur at arbeiða sum barista á kafé, so bleiv eg barback og ryddegutt , sum gongur til handa og rennur til og frá í barrini, og síðan á eini náttklubbabarr. Eg elskaði tað frá fyrstu løtu, so eg tók skeið í at reka barr, bleiv barrstjóri á trimum-fýra náttklubbum í Oslo í tíðarskeiðnum 2007 til 2011. So fór eg til Melbourne í Avstralia og arbeiddi eitt hálvt ár á einum stað, sum var tailendsk matstova, náttklubbi og týsk ølhøll. - Et veldig kult sted, og Melb hade mye av det som poppet opp i Os

Maskukontekstur

Í ár var eitt sjáldsamt høvi at taka hesa mynd á ólavsøku. Ikki tí, í útvið tjúgu ár hava fólk savnast akkurát her, á Doktaragrund at hátíðarhalda tað, sum vit hefta at hugsanini um ein tjóðardag, og hvussu langt vit eru komin í strembanini at skapa skilning fyri hesi hugsan, og síðan at skipa eina føroyska tjóð við undirtøku í fólkinum. Í gomlum døgum vóru fólkafundir júst her, so komu parkeringsplássini, sum enn standa við, og seinastu árini er tað Unga Tjóðveldi, ið hevur tikið siðin til sín at hava fólkafundir millum søguligu veggirnar, ið minna okkum á, at alt hevur sína tíð. Møttu vit júst hesum fólkahópi og vistu einki um kontekstin ella savningarmentanina, so hildu vit ivaleyst at hetta vóru nýkomin ferðafólk av einum streymlinjaðum ferðamannaskipi úr nýggja heiminum, sum við munnbindi frammaní komu í land at manifestera ástøðufundin við myndatóli eina evarska løtu fyri vinfólkum í tí fremmanda, rætt sum Marco Polo og aðrir rannsóknandi landkannarar í fyrndini. Tá høv