Skip to main content

Posts

Heitar hendur fyri menn og kvinnur

Brúk er fyri heitum hondum, verður ofta sagt, tá vónríkir politikarar stilla upp til kommunuval, og ætla at fáa atkvøður innan heilsuøkið, nógvar atkvøður, kanska eisini lættliga vunnar og funnar, nú virksemið er stórt og alt fleiri gerast munandi eldri. Hugsanin um tær heitu heimligu hendur kom mær til hugs, nú Runavíkar kommuna í dag lýsur við, at júst hetta átrokandi økið, í dagsaktuellum skapi av Røktar- og Ellisheiminum, verður umbygt har í kommununi.  Á tíðindamyndini eru tíggju menn.  Um dagarnar kom eisini eitt álit um dagføring av bókasavnslógini. Yvirskriftin var “Bókasøvn - ein mannarættur”. Stak áhugaverdur lesnaður, sum byrjar við at sitera eina yvirlýsing frá UNESCO um fólkabókasøvn: “Frælsi, vælferð og samfelagslig menning, og umstøður, sum stimbra persónligu menningini, eru grundleggjandi menniskjalig virði. Hesi virði eru grundað á, at væl upplýstir borgarar sleppa at brúka teirra demokratisku rættindi og fáa høvi til at spæla ein aktivan leiklut í samfelagnum. Ein kon

Mundi tað vera ein islamistur?

Mundi tað vera ein islamistur, ið gjørdi seg inn á stjóran í Norðurlandahúsinum, sum ein frálík norðurlendsk grein hjá Inga í dagsins Dimmu fortelur um?  Nei, eg bara spyrji, tí í síðstu viku proklameraði sama avís á forsíðuni, at islam var hóttanin hjá okkum øllum í Føroyum.  Tað fekk meg at rista í brókunum, sum rættur gravarasjurnalistikkur skal gera, fáa lesaran og plikttrúna arbeiðaran, fyri ikki um at tala makthavaran, at gera - rista í brókunum - av skrivaða orðinum, tí eingin kraft er sum hon, ið gongur út frá orðinum og sannkenningini av, at pennurin er sterkasta vápnið í heiminum.  Men redaksjónin er altso eina hædd hægri.  Um hon er betri, klókari og meira sjurnalistiskt dannað og betri útborin veit eg ikki, men í veldi yvirtrumfar hon alt, tá hon fer at velja, hvat kundin í butikkini skal fáa fyri oyrað, hann leggur á borðið fyri at keypa pressuna, ið blinkstrar sum profitabul søluvøra í kioskini.  Men nei, henda faktuelt aktuella og staðfesta nútíðarsøgan, sum í okkara egn

Leiklistin er tann vakrasta listin

  - Leiklistin er tann vakrasta listin, sum finst, sigur kendasti føroyski leikari á palli og filmi, 59 ára gamli Olaf Johannesen úr Havn, sum býr í Keypmannahavn, og har hevur vunnið fýra Reumert virðislønir, í práti við Kaj Joensen í Degi og Viku í kvøld. - Stýrisfólkini hava ikki havt peiling av leiklist, sigur Olaf um leiklistarligu gongdina síðan í 90’unum tá Tjóðpallurin so smátt bleiv til.  - Ábyrgdin fyri at leiklistin skal mennast, liggur hjá Mentamálaráðnum, sigur Olaf. Ikki sørt lakoniskt høvdu ongi onnur fólk, enn professionellu leiklistafólkini, Gunvá Zachariassen og Búi Dam, sum vit fyrr hava hoyrt, orðið. Øll hini, sum vórðu spurd, høvdu onga viðmerking. Tað haldi eg altso vera so superspell, at tað nú koppar til láturligalakoniskt. Tórshavnar kommuna eigur gula Meiaríið, har Tjóðpallur Føroya hevur innivist.  Kendi havnararkitekturin, H.C.W. Tórgarð (1885-1957), hevur teknað Meiaríið, sum varð bygt í mentanargøtuni Tórsgøtu í 1922. Kommunan keypti bygningin, tá virksemi

Veturnætur og virðislønir

Veturnætur, mikudagin mitt í heystfrítíðini, fáa vit sjón fyri søgn, um vit eiga bestu skúlabók í Evropa.  Tað verður avdúkað - við fjarstøðu - í Námi í Havn, hin 14. oktobur klokkan 15. Tá verður kunngjørt, hvør av teimum trettan tilnevndu bókunum fær henda heiður í ár. Føroyska bókin ”Finka - Føroyskt til annan flokk”, sum Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá hevur teknað, er við í kappingini Best European Learning Matereals Awards, stytt BELMA. Tað var í 2017 at Marianna vann handritakappingina, sum Nám skipaði fyri, til tess at finna nýtt tilfar, og at fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur.  - Vit vistu, at útgávan var góð, tí meldaðu vit hana til kappingina, og nú fáa vit eisini staðfest, at evropeiska elitan innan skúlabókaútgávu heldur tað sama, sigur bókatoymisleiðarin í Námi, Sigfríður Sólsker. - Eg haldi, at tørvur er á nýggjum tilfari til føroyskt í øðrum flokki at byggja brúgv millum "Súluna", sum brúkt verður í fyrsta flokki, har

Leiklistafylkingin svarar aftur

Sum greitt frá í tveimum bloggum er ónøgd millum nýstovnaðu Leiklistafylkingina 2020 og Leiklistaráðið um leiðsluna av Tjóðpallinum. Heilt spesifikt snýr tað seg um kravið um áramálssetan, ið verður ein trupulleiki, tá setanin í fýra førum hevur verið longd, og hildið hevur verið fram við somu leiðslu, óbrotið. Í dag svarar Leiklistafylkingin forkvinnuni í Leiklistaráðnum, sum hevur verið í Kringvarpinum og greitt frá um gongdina í málinum, nú skeiðið hjá Leiklistaráðnum eftir ætlan er runnið út:  Leiklistaráðið tulkar lógina um Tjóðpall Føroya á sín egna hátt Nú 22 fakfólk og 6 leikbólkar mótmæla stjórasetanina á Tjóðpalli Føroya, er kreppa á leiklistaøkinum. Kortini stendur Leiklistaráðið við síni avgerð um at seta sama stjóra fyri fjórðu ferð. Starvið er, sambært lógini, eitt listaligt starv, sum er áramálsett. Men Leiklistaráðið hevur vigað aðrar førleikar tyngri og hevur ikki virt áramálsetanina. Stjórin skal, sambært Leiklistaráðnum, hava hjálp til bæði tað listaliga,  til at b

Tunlasjón - heilt til Vestmanna

Klipp frá KVF Jørgin: "Tssk Bárður, "Um tú megnar at skaffa tíggju millónir frá diabetikarunum, og kanska tíggju aðrar frá pensiónistunum, so skal eg nokk fáa Mercedes at halda aftur við somu upphædd. Afturfyri skalt tú fáa ein tunnil til Vestmanna. Men so skal Hanus fáa frið.  Avtala?! "Avtala" svarar Bárður, "Hatta fixa vit!!" Soleiðis varð søgan um bráðkomna Vestmannatunnilin borin fram á Facebookvanganum hjá Oddmari Ravnsfjall úr Miðvági, sum er diabetessjúklingur. Endurgivin við loyvi frá upphavsmanninum, sjálvandi. Eins og Oddmar varð eg púra paff, tí hetta varð ikki partur av teim samhaldsføstu Føroyum, eg ella nakar eg kenni, visti um í farnu viku. Setti mær fyri at leita í netsavninum hjá landsins lógliga verkfrøðingi, sum tað eg veit, hevur fingið til uppgávu at umsita tunnlar fyri tær samhaldsføstu Føroyar.  Jú, har eru ferðslutyngstu vegir bókførdir, og Vestmanna hevur avgjørt ikki verið vigað á teimum vegum í nýggjari tíð, alt síðan flogleiðin

Fríggjadagsbøn í einum løgnum miðli

  Klipp úr Dimmu í dag Vikuskiftisútgávurnar hjá bæði Sosialinum og Dimmalætting hava sum vant persónsøgur á forsíðuni, hin fyrra avísin við eini tíðarrættari samrøðu við tema, sum er uppi í tíðini, meðan Dimma hevur funnið ein mann, sum staðiliga ávarar móti islam. Sum ketta upp úr høvdatrog. Og eg royni at kanna eftir - hví og hvat er hent. Tað sum eftir ein kritiskan gjøgnumlestur ella tveir bjargar ivasomu samrøðuni, og lutvíst kann rættvísgera hana, er hetta brotið, sum er ein diskleymari og verja hjá øllum at siga tað allar býttasta, og so aftaná at kunna siga tað allíkavæl, tí her hevur hin kristni vaska sær hendur og frásagt sær alla ábyrgd, eisini at vera býttur og óvitandi:  ”Tað góða við tí fría og frælsa orðaskiftinum er, at allir tankar og allar meiningar hava javnbjóðis møguleika. Tað er bara við at fáa allar meiningar fram á torg, at sjónarmið og argument verða brýnd og hvest. Og tað er ein fyrimunur, tí bara á tann hátt verður býttleiki og óvitan avdúkað og fellur. Tað

Menniskjaflokkurin

Menniskjaflokkurin, soleiðis varð Føroya fremsti politiski flokkur nevndur í einum útvarpsleiki fyri mongum árum síðan, so langt síðan, at John Lennon enn ikki var myrdur. Síðan eg hoyrdi, at hesin leiðandi flokkur í føroyskum politikki, sum fyrst hevur stolið okkara pensiónir, síðan ætlar at privatisera Bústaðir og at flyta fátøk í Havn til Kalsoynna, og sum tað nýggjasta fer at hækka okkara gjald til Heilsutrygd og dýrka medisinið til sjúk og avlamin og at skerja gjaldið til tey í tillagaðum starvi, fari eg at bestemma meg til, at kalla hann soleiðis. Menniskjaflokkin. Einki annað enn Menniskjaflokkin. Í hesum vali liggur eisini ein gamaltestamentlig projisering, sum er tikin úr eini føroyskari skaldsøgu, Bommhjarta eftir Jóanes Nielsen, um at biðja ilt yvir tey, ið av maktgirnd gera sær dalt av øðrum. Henda projiseringi ákallar samstundis allar Bølbiðjarar heimsins, sum eru ein tvørkirkjulig samskipan av øllum, ið taka seg saman at biðja ilt yvir tey, ið eru øðrum til ólukku, bara

Óflýggjaligt orðalag er størsti smittuvandin

  Elli er fyrsti fíggindin, serliga hjá Joe Biden, sum frá byrjan í fyrsta av trimum forsetakjakum leitar eftir orðunum, og ellismerktur er illa sminkaður til ljósið í handilsligum sjónvarpi, sum er sett í verðina júst í USA.  Men óflýggjaliga tosingarlagið, at tosa í holið á hvørjum øðrum, sum siður er á lærarastovum, tað er allar størsti fíggindin, ikki minst tá Donald Trump alla tíðina fer eitt stig longur og tosar bæði politiska kappingarneytan og sjónvarpsvertin niður.  Og so rakar Biden sekundini, tá hann stendur fastur, stamar og blundar. Hann er avgjørt ikki ein forsetamynd.  Valdi verturin, 72 ára gamli Chris Wallace frá Fox News, má kunna sløkkja mikrofonirnar, tá luttakararnir eru so ódisiplineraðir, sum í hesum føri. Tað ger hann tó ikki.  Men Biden, fyrrverandi varaforseti, dugir at tosa beint í kamera til veljaran, sum hyggur heima, og vegleiða hann, veljaran, sum vónandi fyrstu fer kann lokkast á val, tí valluttøkan í USA er so syndarliga lág.  Shut up, man! og Clown! og

Atkvøðan fyri bilinum - er hon tín?

Nei, eg stilli ikki upp fyri bilaflokkin, hvørki hin eldrivna, bensin- ella dieseldrivna og øll teirra parkeringspláss, løðistøðir og oljupumpur.  Til kommunvalið í Havn er bilurin longu langt síðan komin í fokus. Soleiðis er serliga sjónligt í góðum tíðum. Materialistisku valevnini, ið ganga høgt uppí stakkalastás, hava longu tónað reint flagg: vit vilja bilin. Bilin til handils, bilin til útróðrarplássini, bilin til kontórini.  Í Havn ber einki til uttan bil.  Tað er handilsvinnan sloppin at siga síðan vit fingu egið gjaldoyra til almannagagnligu parkometrini í miðbýnum. Nei, eg meini, tað eru merkantilu høvuðsprestarnir, sum eru slopnir at siga tað í nokk so nógv ár. Uttan at nakað fellir í kassan til almannagagnlig endamál afturfyri. Soleiðis hevur borgaraumboðanin verið í høvusstaðnum alla mína tíð. Bilin fyrst. Onkuntíð hava frávik og undantøk verið, men eg hugsi at tey hava verið privat, serliga uppskotið hjá Hans Mortensen, sála, “ Havnin innan fyri Stóragarð - hugsjónir og dre

Ikki forsvarligt við sama stjóra í 20 ár

  Í dag sendir Leiklistafylkingini 2020 út tíðindaskriv, har tey mótmæla repeterandi stjórasetanina á Tjóðpalli Føroya, sum fyri hálvum ári síðan varð staðfest fyri fjórðu ferð. Tá tóku tey seg saman í søguliga stóru fylkingina av føroyskum yrkisleikarum. - Stjórastarvið á Tjóðpalli Føroya er eitt av hægstu størvum innan listarliga økið í Føroyum, sigur Leiklistafylkingin, sum fevnir um 22 føroysk yrkisleiklistafólk og 6 fríyrkisleikbólkar. Talsfólkini hjá Leiklistafylkingini eru Búi Dam og Gunnvá Zachariassen. Skeiðið hjá Leiklistaráðanum er úti í morgin, og fylkingin av yrkisleikarum er í tíðindaskrivinum ikki fegin um avrikið hjá Ráðnum. - Síðani stjórasetanina hevur Leiklistafylkingin lagt síni sjónarmið fram fyri Leiklistaráðnum og Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, við grundgevingum fyri, hví vit mótmæla. Nú, hálvt ár aftaná setanina, er ongin loysn at hóma í málinum, og tí sendir Leiklistafylkingin hetta tíðindaskrivið út. Vit meta ikki, at tað er leiklista fakliga forsvarl

The Devil all the time - Hank møtir Marx

  Altíð við devlinum í hølunum, The Devil All The Time , er heitið á nýggja Netflixfilminum um traumatisku eftirkrígstíðina hjá ungum hvítum monnum á Gudfryktigari fátækrabygd í USA, sum ein vinmaður viðmælti og bað meg hyggja eftir.  Sum sagt, so gjørt. Í hesum koronadøgum slúki eg alt úr Trumplandi, at koma til botns í hesi hvítamannahevd, ið roynir at hevja seg upp úr vónleysari óhumsku, bara fyri at sanna, at stættarbondini eru ikki at slíta. Tú sleppur ikki úr tíni egnu lagnu, um tú so garterar sum var hin grábeint í hølunum á tær, the devil all the time. Kargasta sitat úr filminum sæst á hesi plakat: Some people are born just so they can be buried. Hefti meg fyrst við frásøgurøddina, ið er høvundurin, sum sjálvur hevur skrivað, 65 ára gamli real life Donald Ray Pollock, føddur í hesum umhvørvi, Knockemstiff, ið eg helt vera eitt uppspunnið heiti, sum á føroyskum kundi verið SláTeyKøld, so lítið lívsglað er henda kølsvarta bygd, Knockemstiff, sum er karmurin um estetiskt hugtakand

Mentan sum tíðindi og umsetilig vøra

  Á middegi í dag hvakk eg við, at tíðindi úr heimliga mentanarheiminum vóru frammi. Enntá við práti við eitt núlivandi fólk, og slettis ikki um fólkaminni fyri øld síðan, tá ljós kom til landið og pilturin á neystaloftinum undiraðist yvir at ein, sum var ein annar, leikti ein triða, sum søgan hjá Jens Paula so undurfult sigur.  Nei, ein indigneraður professionellur sjónleikari, sum eg virðismeti serstakliga høgt, gjørdi vart við misnøgd, blokerandi stóra misnøgd, nú leiðarin varð endursettur í sama starv á fjórða sinni, hóast nógvir umsøkjarar vóru.  Og lat meg eisini undirstrika, at leiðaran, sum altso varð settur fyri hálvum ári síðan, virðismeti eg eins høgt og sjónleikaran. Tað er einki persónligt í hesum orðum. Slettis ikki.  Men tá eg hyggi eftir, hvør varar av Tjóðpallinum, síggi eg eitt sætt fílabeinstorn av umboðum, ið verða vald í eitt sokallað Leiklistaráð trý ár í senn .  Og mín sann, um ikki skeiðið hjá sitandi landsdekkandi føroyska Leiklistaráði er úti í ovurmorgin . 

Óskikkaður og óarbeiðsførur

Í nýggja heimildarfilminum #Unfit: The Psychology of Donald Trump meta amerikanskir sálarfrøðingar og sálarsjúkulæknar í 83 minuttir um støðuna hjá republikanska forsetanum, Donald Trump, nú forsetavalið er í hondum og hann stillar upp í kapping við demokratin Joe Biden. Niðurstøðan hjá sálarfrøðiliga pallborðinum, sum gaman í er professionelt, men eisini letur seg brúka í amerikansku sirkusmaskinuni, er, at sitandi forsetin, Donald Trump, er plágaður av fleiri sálarligum líðingum. Serliga ringur er hann av narsissismu, malignant narcissism , sum journalistar ikki fortelja okkum um í dagliga tíðindastreyminum.  Tí er hesin ávarandi filmur gjørdur, eins og aðrir heimildarfilmar, ið hava funnið vegin inn í biografarnar seinastu árini, og nú eisini til allar gjaldtænastur á netinum, at finna eitt fólksligt samband og fatanargrundarlag við síðuna av journalistikkinum, sum ikki røkkur í hesum máli. Dan Partland, ið saman við øðrum hevur gjørt filmin  #Unfit: The Psychology of Donald Trump

Bygnaðurin í eini góðari sending

Ummæli av útvarpssendingini Brunsj leygardagin 26. september 2020 Í hondgrípiligum lærugreinum hava tey anatomi og fysiologi, lærurnar um kropsbygnað og hvussu hvør liður virkar. Men í tí meira úrtøkiliga arbeiðinum, at gera útvarpssending ein heilan vikuskiftisfyrrapart, krevjast í størri mun abstrakt listarligir eginleikar, at kunna mála á útvarpsveggin, so sjálvt hin blindi sær, og - mest av øllum - at tann, ið slettis ikki ætlaði at lurta, verður ikki bara fangaður, tá hann við dustsúgvaranum fer fram við háttalaranum, men verður púra rúnarbundin, latenti lurtarin, sum henda morgun ikki var ein kjarnulurtari. Alt annað.  Soleiðis er gott útvarpsarbeiði.  Tú verður fangaður av tí óvæntaða, tí tað hevur nakað at siga tær, kemur út um senukantin, sum sjónleikarar siga, prædikar út um kórið, sum tey missiónsku siga, og sum teir verðsligu advokatarnir við mold undir neglunum kalla  ástaðarfund , tá partarnir møtast undir opnum himni og hava eina on-the-spot investigation , sum føroysk-e

Hóvlig sjónarmið, takk!

Í hesum døgum eru sosialu miðlarnir meir enn nakrantíð til umrøðu í Kringvarpinum, á Facebook og á Netflix. Tilsamans eru tað hesir miðlar, ið eg sjálvur, umframt ómissiligu tíðindakeldurnar BBC, DR og NRK, brúki til gerandis.  Pappírsbløðini hava tapt, hvussu tey so berjast fyri at fáa útberingarstuðul, ið er einasta dygdarlyftið, ið blaðstjórar kundu seta fram í Pressuni í morgun. Útberingarstuðul. Ein skøva pláta um bata, sum eg ikki trúgvi petti uppá. Í sendingini Nón  í Kringvarpinum hevði Leif Láadal um dagarnar eitt rættuliga hóvligt og tó stak innlitsgevandi prát um sosialu miðlarnar við Ólav Ellefsen, ið helst er fremsta ressursa í landinum hesum viðvíkjandi.  Støðið var nýggi heimildarfilmurin, The Social Dilemma  (Jeff Orlowski, USA 2020), sum Netflix er farið at vísa í kjalarvørrinum á spælifilminum um sama evnið, The Hater (Jan Komasa, Pólland 2020), ið er eitt fiktivt senario, sum hevði verið eins áhugavert at tikið við og fingið eitt føroyskt boð uppá í sama hóvliga prá