Skip to main content

Posts

Hvør gav undantaksloyvini?

Í Degi og Viku týskvøldið var Albert Isfeld, arkitektur, gestur og gav eina serstakliga væl undirbygda fakmeting av gøtuni Karlamagnusarbreyt, frá tí fagru byrjan hjá Gunnari Hoydal og hansara fólki í 1980’unum um ein bý í býnum, til katastrofalu støðuna í dag, beint undan kommunuvalinum. Fakliga niðurstøðan var, at her mátti tað ringasta rívast niður. Tann tanki streyfaði meg meir enn einaferð, hvør spinndoktari mann hava billað sitandi býráð inn, at hetta fór at spæla væl av. Hetta er ein katastrofa fyri borgaran í kommununi. Ein katastrofa, sum gongur aftur til at fyrstu undtaksloyvini vórðu givin, at fáa gongd á økið uppi í haganum. Á hvørjum grundarlagi vórðu hesi undantaksloyvi givin, og hvør fekk sum fráleið mesta og besta ágóðan av teimum? Og í hvønn mun varð spekulerað politiskt í íbúðarneyðini í Havn? Sitandi býráð hevur eins og undanfarna skapt orsøk til at reisa spurningarnar. Undrar meg, at Albert skal verða hin fyrsti í etableraðu miðlunum at meta ítøkiliga um gongdina í

Havnin við mentan, handli og lívi

Nýggjasta rødd, ið ger vart við seg um miðbýin í eini byltingartíð, er frá einum virknum vinmanni í Havn, ið hevur teknað inn á almenna býarkortið hjá Kortalinum.  Omanfyri sær hann fyri sær eina upplivilsisríkari leið heilt úr róðrarneystum við sjóvarmálan og niðan í Gundadal, har mentan, handil og ungdómslív allan vegin eru samanrennandi eindir og tankar, sum kunnu lata upp fyri nýggjum upplivingum, eisini í handilsligum høpi.   Niðast er við gulari striku teknað ein gongugøta úr Sandagerði og framvið róðrarneystunum í Álakeri, og ein líknandi gøta skal verða út á Skansan, kanska við endurbygdu gomlu brúnni, og neyvan longur yvir við Strond, tí har er enn so tung ferðsla á sama gamla smala vegi.  Av eini órørdari Skálatrøð, yvir í Vágsbotn og niðan gjøgnum Mentanargøtuna hugsar teknarin sær at ganga mest sum turrskøddur gjøgnum Steinatúni og fram við Finsen, og síðan steðga við ikki bara Sjónleikarhúsið, men komandi Tjóðpallin, sum skal verða á hesum øki, og um Tinghúsvegin knýta til

Frelstir føroyingar velja Trump

Frelstir føroyingar velja Trump, russarar eru áhugaðir í Føroyum, klaksvíkingar kanna seg treyðugt fyri korona og vit vilja hava ópolitiska uppstilling til kommunuvalið. Annars stendur væl til í Føroyum.  Eftir einum tíma hava 200 fólk lisið fleiri enn 3000 síður í nýggja talgilda blaðum hjá Portalinum, Blaðið Vikuskifti , har lýsingar eru niðast á hvørjari síðu. Klokkan níggju hava 420 fólk lisið. Tað er fyrstu ferð at eg hava sæð hesar upplýsingar kunngjørdar, sum pressan annars hevur hildið inni við seg sjálva.  Blaðið er ljóst og lagaligt at lesa á skerminum, sum er pallurin, heldur enn pappírið. Eyðkennið er lagaligi teksturin. Enn kostar Blaðið einki, men skilligt er at lesarin skal rinda fyri framhaldandi at sleppa at lesa. Veit ikki, hvussu villigur lesarin er at gera tað.   Pappírsbløðini fækka, vikuskiftisblaðið hjá Sosialinum hevur javnt ein høgan standard, sum enn ger tað verdugt at taka upp í hondina, meðan Dimma er ov misjøvn, seinast við eini fínari grein, sum er prentað

Tríggir nýggir holocaustfilmar

Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninia Í Týsklandi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum hevur heitið Als Hitler das rosa Kaninchen stahl . Filmurin byggir á skaldsøgu hjá Judith Kerr, sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit. Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum. Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur um allan heim. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019. Í týska filminum fylgja vit jødiska húskinum, sum flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London. Týska Caroline Link hevur gjørt filmin, sum byggir á sjálvævisøguligu metsølubókina hjá Judith Kerr. Størsta brotsverkið Í Noregi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum bygg

Hvar fara vit nú?

Henda mynd, ið hevur fýra ár á baki, tikin mentanarnáttina í 2016, fekk meg í vikuni at eygleiða ferðafólk, foreldur og tvey børn, sum eins og hesi komu úr Vágsbotni.   Skilliga ætlaðu tey sær niðan á Vaglið, lítla húskið á ferð.  Men standandi undir trappuni, vistu tey ikki hvønn veg tey skuldu fara, tí her koyrdu bilar alla tíðina, og eingir gonguteigar eru at fara eftir.  Nú steðgar ein bilur í brattanum, at lova teimum yvir um vegin, men tey skilja ikki signalini frá tórshavnska føraranum, og hvaðna minni vita tey nakað um smoguna fram við Pisshúsinum, sum hann peikar á, og ei heldur panoramatúrin á trappuni hinvegin, gjøgnum Boysensgarð, tá hann á skundútlendskum nevnir tann møguleikan, og sigur so við álboganum á hurðini okkurt um at kasta perlur fyri jazz, innan hann koyrir víðari so ljóðleysur, at eg haldi at hann í minsta lagi vera hybridur. Av horninum við Hvonn, har eg siti við Mercedesrættið, gevi eg mær góðar stundir at eyglaða interaktiónina við útlendska húskið mitt í Ha

Finka er best í Evropa

Í dag er greitt, at vit eiga bestu skúlabók í Evropa. Bókin eitur ”Finka” og høvundurin er Marianna Skarðenni Poulsen. Tekningarnar eigur Kathrina Skarðsá og forlagið er Nám, sum í dag stroymdi evropeisku avgerðina í hølunum við Hoyvíksvegin. Stjórin, Eyðun Gaard, var ikki sørt erpin at verða kosin evropameistari í skúlabókum og forlagsvirksemi. Trettan bøkur, har málbólkurin er tey 8-10 ára gomlu, tað er í Týsklandi Grundschule , Fraklandi École élémentarie og í Bretlandi key stage 2 , vórðu úrvaldar at kappast um heiðurin. Avgerðin fall á netinum seinrapartin í dag, har týska Helga Holtkamp úr Berlin bjóðaði vælkomin til árligu kappingina Best European Learning Materials Awards, stytt BELMA. Christoph Bläsi úr Mainz í Týsklandi greiddi síðan frá um teir fýra bólkarnar undir yvirskriftini The BELMA principles - how to win a BELMA. Byrjað var við bólki fýra og so varð talt niður til bólk eitt og at enda varð ein serlig virðisløn. Leif Láadal sendi beinleiðis úr Námi til sendingina Nón.

Heitar hendur fyri menn og kvinnur

Brúk er fyri heitum hondum, verður ofta sagt, tá vónríkir politikarar stilla upp til kommunuval, og ætla at fáa atkvøður innan heilsuøkið, nógvar atkvøður, kanska eisini lættliga vunnar og funnar, nú virksemið er stórt og alt fleiri gerast munandi eldri. Hugsanin um tær heitu heimligu hendur kom mær til hugs, nú Runavíkar kommuna í dag lýsur við, at júst hetta átrokandi økið, í dagsaktuellum skapi av Røktar- og Ellisheiminum, verður umbygt har í kommununi.  Á tíðindamyndini eru tíggju menn.  Um dagarnar kom eisini eitt álit um dagføring av bókasavnslógini. Yvirskriftin var “Bókasøvn - ein mannarættur”. Stak áhugaverdur lesnaður, sum byrjar við at sitera eina yvirlýsing frá UNESCO um fólkabókasøvn: “Frælsi, vælferð og samfelagslig menning, og umstøður, sum stimbra persónligu menningini, eru grundleggjandi menniskjalig virði. Hesi virði eru grundað á, at væl upplýstir borgarar sleppa at brúka teirra demokratisku rættindi og fáa høvi til at spæla ein aktivan leiklut í samfelagnum. Ein kon

Mundi tað vera ein islamistur?

Mundi tað vera ein islamistur, ið gjørdi seg inn á stjóran í Norðurlandahúsinum, sum ein frálík norðurlendsk grein hjá Inga í dagsins Dimmu fortelur um?  Nei, eg bara spyrji, tí í síðstu viku proklameraði sama avís á forsíðuni, at islam var hóttanin hjá okkum øllum í Føroyum.  Tað fekk meg at rista í brókunum, sum rættur gravarasjurnalistikkur skal gera, fáa lesaran og plikttrúna arbeiðaran, fyri ikki um at tala makthavaran, at gera - rista í brókunum - av skrivaða orðinum, tí eingin kraft er sum hon, ið gongur út frá orðinum og sannkenningini av, at pennurin er sterkasta vápnið í heiminum.  Men redaksjónin er altso eina hædd hægri.  Um hon er betri, klókari og meira sjurnalistiskt dannað og betri útborin veit eg ikki, men í veldi yvirtrumfar hon alt, tá hon fer at velja, hvat kundin í butikkini skal fáa fyri oyrað, hann leggur á borðið fyri at keypa pressuna, ið blinkstrar sum profitabul søluvøra í kioskini.  Men nei, henda faktuelt aktuella og staðfesta nútíðarsøgan, sum í okkara egn

Leiklistin er tann vakrasta listin

  - Leiklistin er tann vakrasta listin, sum finst, sigur kendasti føroyski leikari á palli og filmi, 59 ára gamli Olaf Johannesen úr Havn, sum býr í Keypmannahavn, og har hevur vunnið fýra Reumert virðislønir, í práti við Kaj Joensen í Degi og Viku í kvøld. - Stýrisfólkini hava ikki havt peiling av leiklist, sigur Olaf um leiklistarligu gongdina síðan í 90’unum tá Tjóðpallurin so smátt bleiv til.  - Ábyrgdin fyri at leiklistin skal mennast, liggur hjá Mentamálaráðnum, sigur Olaf. Ikki sørt lakoniskt høvdu ongi onnur fólk, enn professionellu leiklistafólkini, Gunvá Zachariassen og Búi Dam, sum vit fyrr hava hoyrt, orðið. Øll hini, sum vórðu spurd, høvdu onga viðmerking. Tað haldi eg altso vera so superspell, at tað nú koppar til láturligalakoniskt. Tórshavnar kommuna eigur gula Meiaríið, har Tjóðpallur Føroya hevur innivist.  Kendi havnararkitekturin, H.C.W. Tórgarð (1885-1957), hevur teknað Meiaríið, sum varð bygt í mentanargøtuni Tórsgøtu í 1922. Kommunan keypti bygningin, tá virksemi

Veturnætur og virðislønir

Veturnætur, mikudagin mitt í heystfrítíðini, fáa vit sjón fyri søgn, um vit eiga bestu skúlabók í Evropa.  Tað verður avdúkað - við fjarstøðu - í Námi í Havn, hin 14. oktobur klokkan 15. Tá verður kunngjørt, hvør av teimum trettan tilnevndu bókunum fær henda heiður í ár. Føroyska bókin ”Finka - Føroyskt til annan flokk”, sum Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá hevur teknað, er við í kappingini Best European Learning Matereals Awards, stytt BELMA. Tað var í 2017 at Marianna vann handritakappingina, sum Nám skipaði fyri, til tess at finna nýtt tilfar, og at fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur.  - Vit vistu, at útgávan var góð, tí meldaðu vit hana til kappingina, og nú fáa vit eisini staðfest, at evropeiska elitan innan skúlabókaútgávu heldur tað sama, sigur bókatoymisleiðarin í Námi, Sigfríður Sólsker. - Eg haldi, at tørvur er á nýggjum tilfari til føroyskt í øðrum flokki at byggja brúgv millum "Súluna", sum brúkt verður í fyrsta flokki, har

Leiklistafylkingin svarar aftur

Sum greitt frá í tveimum bloggum er ónøgd millum nýstovnaðu Leiklistafylkingina 2020 og Leiklistaráðið um leiðsluna av Tjóðpallinum. Heilt spesifikt snýr tað seg um kravið um áramálssetan, ið verður ein trupulleiki, tá setanin í fýra førum hevur verið longd, og hildið hevur verið fram við somu leiðslu, óbrotið. Í dag svarar Leiklistafylkingin forkvinnuni í Leiklistaráðnum, sum hevur verið í Kringvarpinum og greitt frá um gongdina í málinum, nú skeiðið hjá Leiklistaráðnum eftir ætlan er runnið út:  Leiklistaráðið tulkar lógina um Tjóðpall Føroya á sín egna hátt Nú 22 fakfólk og 6 leikbólkar mótmæla stjórasetanina á Tjóðpalli Føroya, er kreppa á leiklistaøkinum. Kortini stendur Leiklistaráðið við síni avgerð um at seta sama stjóra fyri fjórðu ferð. Starvið er, sambært lógini, eitt listaligt starv, sum er áramálsett. Men Leiklistaráðið hevur vigað aðrar førleikar tyngri og hevur ikki virt áramálsetanina. Stjórin skal, sambært Leiklistaráðnum, hava hjálp til bæði tað listaliga,  til at b

Tunlasjón - heilt til Vestmanna

Klipp frá KVF Jørgin: "Tssk Bárður, "Um tú megnar at skaffa tíggju millónir frá diabetikarunum, og kanska tíggju aðrar frá pensiónistunum, so skal eg nokk fáa Mercedes at halda aftur við somu upphædd. Afturfyri skalt tú fáa ein tunnil til Vestmanna. Men so skal Hanus fáa frið.  Avtala?! "Avtala" svarar Bárður, "Hatta fixa vit!!" Soleiðis varð søgan um bráðkomna Vestmannatunnilin borin fram á Facebookvanganum hjá Oddmari Ravnsfjall úr Miðvági, sum er diabetessjúklingur. Endurgivin við loyvi frá upphavsmanninum, sjálvandi. Eins og Oddmar varð eg púra paff, tí hetta varð ikki partur av teim samhaldsføstu Føroyum, eg ella nakar eg kenni, visti um í farnu viku. Setti mær fyri at leita í netsavninum hjá landsins lógliga verkfrøðingi, sum tað eg veit, hevur fingið til uppgávu at umsita tunnlar fyri tær samhaldsføstu Føroyar.  Jú, har eru ferðslutyngstu vegir bókførdir, og Vestmanna hevur avgjørt ikki verið vigað á teimum vegum í nýggjari tíð, alt síðan flogleiðin