Skip to main content

Posts

So switcha vit til Danmarks Radio

Hugh MacLeod Gaping Void Einaferð hildu vit øll, at tað var órímiligt at krevja av framfýsnum handilsmonnum, sum vælsignaðu okkum við samhaldsfestari forbrúkarismu, at krevja, at teirra lýsingar skuldu verða á føroyskum.  Tað fór at kosta umseting, prenting, útbreiðslu og alt annað, sum vit vistu, fór ikki at bera til.  Og hví skuldi eitt lýsingamál uppdyrkast á føroyskum? Forbrúkarisma og alt handilsligt kræddarlyndi er jú útliskt, allarhelst danskt, komið higar við ivasamum sálum eftir kríggið.  Lukkutíð vóru visionérir og ábyrgdarfullir politikarar, ið elvdu til at vit í 2008 fingu eina marknaðarføringslóg - á føroyskum.  Í grein 7 stykki a í marknaðarføringslógini er ásett, at lýsingar og lýsingatilfar skal vera á føroyskum. Sjálvandi treytað av, at tilfarið ikki er ætlað marsmonnum og -kvinnum. Tá er málið eitt annað enn føroyskt.  Í dag er lógin ein blómandi vinna og hevur gróðursett eitt ríkt lýsingamál - á føroyskum.  Men so er tað tvørsøgnin, sum opinberaði seg í morgun. Í 195

Filmfestivalur í ytsta skergarðinum

Tá tú hjá okkum kemur til bygda, er navnaskeltið tað fyrsta, tú sært. Í øðrum londum seta tey eisini fólkatalið á bygdaskeltið. Hetta hevur skapt hugtøk og sangir sum “Population One” og “Population Me” og sett einsemi í perspektiv mótvegis ovfólkaðum metropolum.  Her er bara tú. Nú er høvið at verða hesin einasti eini, sum fult og heilt myndar fólkið og talið á staðnum, um tú tekur av.  Orsøkin er korona. Men eisini filmur. Pláss er til ein áskoðara í einum stóli, nú Göteborg Film Festival fer av bakkastokki fríggjadagin hin 29. januar og heldur á í eina fysiska stólaviku. Bara tú, havið og 60 filmar. Eingin telefon, eingin familja, eingir vinir. Fullkomið filmssóttarhald. Einkarplássið, sum verður boðið út, er í 153 ára gamla vitapassarahúsunum á Pater Noster ytst í vestara svenska skergarðinum, längst ut i havsbandet , sum sviar siga, har bara slepst í báti frá Marstrand.  Húsini vóru karmur um lívið hjá komandi og farandi vitapassarum frá 1868 og heilt til 1977, tá vitin varð sl

Harald sýnir fram í Lítluvík fríggjadagin

Omanfyri sæst kavarin og myndamaðurin úr Vestmanna, Harald Bjørgvin, í durinum heima hjá mær við nýggju bókini Havsins aldingarður , sum Sprotin gevur út. Undirheitið er Blue Eden , tí bókateksturin er eisini á enskum.  Harald hevur fotograferað og skrivað upplivingarmerkta frásagnartekstin til myndirnar, meðan lívfrøðingurin, Jan Sørensen, hevur skrivað konsisa fakliga tekstin. Fríggjadagin 8. januar klokkan 16 letur Harald upp foto- og søluframsýning við myndum úr bókini. Framsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvík, og har ber eisini til at ogna sær bókina. Fremst í bókini greiðir Harald framúr sansaliga og tó praktiskt nærverandi um, hvussu hann fekk áhuga fyri fotografering, og hvat hendir, tá hann nógv ár seinni seinni loypir úti og fer at kava við myndatóli og blitsi. Fyrstu síðurnar eru so hugtakandi, at tú onga løtu ivast í, at kaving, samantvunnin við fotografering, veruliga kann gerast ein tann mest burðardygga ferðavinnugreinini í Framtíðarføroyum. Orðini, upplivingarnar og ey

Hvat hevur nýggja árið í væntu?

Ein nýggjársmynd úr Tórsbyrgi við fjørðinum, skipum og Nólsoynni í baksýni. Hendur í lumma, hyggur maðurin í miðjuni upp á luftina, og leggur í rammuna ein undranarskoðandi karakter, sum eg ikki varnaðist tá eg stillaði inn, klikti og royndi at finna eina hóskandi blendu til eina aðra løtu, tá midnátarrakettirnar fóru at bresta. Í veruleikanum var tað ikki hetta myndaevni, eg ætlaði at fáa í kassan, men bara ein varhuga av ljósinum. So hendi tað, at ungi maðurin toygdi seg í undran og nam við ein nýggjárstanka í siktinum, meðan bálið brennir út, eins og árið, ið sløknar og skjótt er øska. So tilvildarlig er myndatøka. Tøknin er einki. Tíðin er alt.  Her skal verða frítt at fara, siga tey um tað ganska land. Hesir opportunistisku kolporterarar fáa meg at hugsa um Cole Porter og sangin Don’t fence me in , sum stavar frá 1934 og var á hvørjum munni tíggju ár seinni, tá ikki bara Roy Rogers, men eisini Sinatra og Crosby sungu hann.  Gev mær land, gev mær land, men girð meg ikki inni.  Eg s

LS í ÚF hjá KVF á FM

Nú styttist til nýggjárs. Og hetta við at styttast og at stytta tað, sum styttast kann, hevur fingið so mikið av ferð, at dagsins orð hjá Sprotanum er hálarumpa, sum eg fyri vist helt betýða at glíða og blíva við at glíða. Ein hálarumpa. Men nei, tað er eitt annað orð fyri brosmu. DF, dekanfari, sum er MLV, miðalvarping, men eisini kann verða FRÍÐK, sum er eitt fríðkanarorð. DF. Í hesum jólaferiudøgum stendur útvarpið frá alla tíðina. Útvarpið hjá Kringvarpinum, ella ÚF hjá KVF, altíð á FM. Tað er líkasum baktjaldið fyri øllum, skiftandi veðri og skiftandi ljósi, skiftandi drekkamunni og so breyði, sum eftir hondini er TES, ein turkaður endaskálkur. Soleiðis verður skorið burtur av øllum, til einki er eftir. AVD, alt verður decimerað til einki er eftir, skamtað burtur í einki. SBE. Veit ikki um tónleikasendingarnar í ÚF eru minni umhyggiligar enn orðaríkt uppbyggiligu talusendingarnar, tá umræður styttingar at stytta sær um stundir við, nú alt styttist og ber mót endanum. Í eini tónlei

Føroyar til útflutnings

Tað er ikki bert stertur, og tað, ið svimja kann, sum í hesum døgum verður flutt úr føroyskum øki til fremmandar marknaðir at gera seg galdandi fyri eini áskoðarafjøld, ið er nógv størri enn okkara.  - Tveir spennandi túrar út í Lítlu Dímun í juni og september í 2014 saman við Hans Peturi Hansen vóru ikki til fánýtis, sigur Uni Arge um filmin "Lítla Dímun - gimsteinurin í sjónum".  - Katrin Streymoy, sum arbeiðir á Mentanardeildini í Kringvarpinum og haðani skundar undir eitt dokumentariskt umbýti, spurdi einaferð, um hon kundi bjóða filmin um Lítlu Dímun út til hini norðurlondini, sigur Uni.  Saman skrivaðu tey eina eksotiska sølulýsing av filminum, og SVT tók av. Í morgin klokkan 17:45 verður føroyski filmurin vístur á Sveriges Television 2 undir heitinum "Lítla Dímun - en juvel i havet". Tey senda filmin aftur 2. og 7. januar.  - Stuttligt er, tá tílíkt eydnast. Kringvarpið býtir um sendingar gjøgnum Nordvision. Svenska sjónvarpið, SVT, valdi eitt árið hendan fil

Tá eitt flogfar ferst

”Tá tað hugtakandi og upplýsandi gongur hond í hond, uttan at tað skakandi sleppur at taka yvirhond. Og so er tað ljóssetingin í stovuupptøkunum, sum tit duga so framúr. Dramatiseringarnar vóru seinasta kittið, sum helt øllum saman. Framúr dramadokumentariskt avrik. Takk, nú er at minnast til í kvøld.” Soleiðis skrivaði eg spontant á Facebook, eftir at hava sæð fyrra part av søguni um flogvanlukkuna í Mykinesi í 1970. Og tey orðini standi eg við. Í almennu søguni um film í Føroyum, er lítið at taka seg aftur í, at meginpartin av farnu øld, ja alt síðan filmur sum tekniskt úttrykk kom fyri dagin, hava vit mest sum bara dúvað uppá útlendsk listafólk, og tikið til takkar við passiva leiklutinum sum útvegari av location og baktjaldi. Fyrst við Farornas Ö í 1929 og síðst við James Bond í fjør. Til eina útlendska grein um Føroyar sum filmsland, skrivaði eg herfyri soleiðis: ”Den første film er den sort-hvide svenske stumfilm Farornas Ö, som friherre Sten Nordenskiöld (1889-1987) og fotograf

Tunlasjónir

Seinastu dagarnar hevur hugtakið tunnel vision , tunlasjón, staðið sína roynd. Meðan orðamyndin sipar til lítið sjónarøki og tað snævurskygni, sum er í at síggja heimin úr einum trengri og trengri sjónarhorni, er tann visión, sum nýggjasta tunnilsarbeiðið í Føroyum byggir á, borðin fram, útint og sett í verk av tí berklektaða víðsýni, sum nú – við bravour - stendur sína fólksligu roynd. Nú fara vit eina ferð gjøgnum tíð og tunlar. Eina ferð, sum aftur og fram kann gerast í eina spælifilmslongd ella so, góðar hundrað minuttir, hóast vit ikki gjørdu so skjótt av í dag. Tríggjar dagar upp í slag havi eg gjørt mær ørindi inn í Eysturoynna og longur, hesuferð við lagaligum uppfarti á Strondum. Í dag varð farleiðin heilt norður til Hvannasunds at heinta ein málning í kjallaranum hjá Livari Nysted. Tað var vinmaðurin, Terje, sum eftir eini kámari svarthvítari smámynd hevði bílagt eitt portrett av pápanum, Sigurði hjá Jóin á Húsum, sum var føddur í 1915 og doyði í 1960, tá Terje var fýra. Gjøg

Tríggir steðgir stytsta dag

Her stendur hann, originalurin, og kikar eftir ljósinum, stytsta tunnilsdag í 2020. Vit eru í túninum í garðinum hjá Nólsoyar Páll, sum Archibald Black fór undir at endurreisa á Biskupstøð í 2014. Og eg skal skunda mær at siga, at tað er ikki ein gittari, ið stendur við hansara vinstru lið. Tunnilin inn í Eysturoynna hevur víðkað okkum rásarúm og virkisøki. Eftir lítlari løtu, og uttan at møðast av leiðiligari koyring norður gjøgnum Sundalagið, inn millum Fjarða, undir Valaknúkum og til Skipanes, kanst tú nú taka teg beint inn í Runavík, og hendingaløtu troyttast av smáteinum av Glyvrum til Gøtueiði, so tú fært tann futuristiska tankan, at nú er bara eftir at stytta Skálafjørð. Og innan tú hevur hugsað tann tankan lidnan, ert tú niðri í Syðrugøtu, og tekur inn í teg angan og ljóðið av havi, so allar porur standa opnar. Nú manglar bara G! festivalurin og eitt navn av Robert Plant kalibri at vekja okkum úr kovidskum mentanardvala og fáa okkum at trúgva uppá framtíðina aftur. Fotostopp ei