Í dag er kyndilsmessa, missa candelarum , sum eisini sást á himmalinum, hvar tú so hugdi á hválvinum, meðan dagurin leið, ljósið skifti og ælini løgdu seg millum landið og sýnið. Ovara og niðara myndin eru tiknar fyrrapartin úr túninum á arbeiðsplássinum á Hoyvíksvegnum við sýni suður millum Borðuna og Glyvursnes við Skálhøvda dagandi upp úr havsbrúnni. Niðanfyri eru vit seinrapartin við iPhone í FK túninum í Hoyvík og síggja uppeftirbrestandi skýformatiónir yvir Eysturoynni og so eina loftspegling á bilsíðuni á parkeringsplássinum. Sigst, at nú er helvtin av vetrinum liðin. Kanska stavar mannfólkanavnið Veturliði frá hesum góða degi, sum eisini er Groundhog Day , ein amerikanskur og kanadiskur siður, kendur úr samnevnda filminum, sum tekur støði í ljósi og skugga, sum eitt murmildýr kastar á einum skýfríum degi. Enska Wikipedia sigur um hesa ørvitissøgu: “It derives from the Pennsylvania Dutch superstition that if a groundhog emerging from its burrow on this day sees its shadow due t