Skip to main content

Posts

Mitt í havsins hjarta: Savio goes escabeche

Nú lata vit upp aftur. Mikukvøldið og hóskvøldið vístu Dánjal og Hans Petur nýggja filmin um Ingálv av Reyni fyri fulsettum hølum í Havnar Bio, og fríggjakvøldið bjóðaðu John, Savio, Tróndur og Sofía, sum síggjast omanfyri, nýggja matskrá á einastu fiskamatstovu í landinum, Barbara Fish House, har tey fyrstu ferð í gastronomisku søgu Føroya bjóðaðu lodnu! Eftir breyð úr súrdeiggi og eitt svalligt glas av cava úr Barcelona uppdaga vit at matskráin ikki hevur ligið í koronadvala, men er beint fram kollvelt við greiðari iberiskari inspiratión. Sofía kemur við havtasku ceviche, køldum salati, og lodnu escabeche á minna borðiskinunum í hennara vinstru hond, uppisjóvarfeskt úr íslendskum sjógvi frá Pelagos í Fuglafirði, og eftir uppskrift frá Savio úr Goa í India.  Hann hevur starvast her í trý ár og hevur við hepnari hond eksperimenterað við fiski og skjeljadjórum av okkara leiðum. Tað hevur hepnast so væl, at matskráin er lyft á so eksotiskt høgt støði, at tú frá fyrstu løtu kennir teg sum

Týdningarmesta grein í Dimmu

Undir yvirskriftini Neyv søgufrøði ella halgisøga svarar Hanus Kamban í dag aftur teim viðmerkingum, hann hevur fingið fyri greinina Glíðibreytin í Dimmu hin 12. februar.  Sjálvur var eg millum tey mongu, ið góvu til kennar, at upprunagreinin var serstakliga týdningarmikil at lesa í einum føroyskum miðili í dag.  At greinin nevnir ein føroying sum dømi, helt eg ikki taka nakað frá henni, soleiðis sum eg lesi og fati hana, greinina, sum vil vísa á, at ekstrem hvít høgraradikalisma er sum aldri áður tvunnin saman við evangeliskt religiøsum fríkirkjuaktiviteti, serliga sjónligur í USA undir Trump, og samstundis her heima við eini javnfjarari og beint fram samtykkjandi rørslu í okkara tíð, fyri ikki at siga beint nú. Greinskrivarin mælir í greinini í dag til, at vit sleppa nútíðar pyntisjúku og í staðin hyggja beint í andlitið á tríatiárunum. Júst tað ger greinskrivarin sjálvur, og miðvísur, sum hann altíð er, finnur hann - umframt eina staðfesting av, at umrøddi føroyingur las Mein Kamp

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Í kvøld varð nýggi heimildarfilmurin hjá Dánjali Højgaard og Hans Petur Hansen sýndur fyri fulsettari høll í Filmsfelagnum. Filmurin verður sýndur aftur í annaðkvøld, og fer síðani út um landið. Heitið á filminum, sum varir 84 minuttir, er “INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda.” Innan sýningina helt Dánjal Højgaard hesa røðu: Gott kvøld! Á gáttini til túsundáraskiftið - tá dótturin, sum nú er 22 ár, var nýføðingur, lá í vøggu og var í biograf fyri fyrstu ferð í lívinum - var ein frumsýning í Norðurlandahúsinum; ein sýning, har vit báðir, Hans Petur Hansen og eg, Dánjal Højgaard, saman við øðrum góðum fólki, vístu nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni: “Svartur Sannleiki”. Vit høvdu tá fylgt Ingálvi í periodum í útvið trý ár, og sótu inni við umleið 40 tímum við sjónvarpsupptøkum, har alt varð kókað og klipt niður í ein tíma. Tað hevur helst verið í tonkunum hjá okkum longu tá, at her lá nógv og gott tilfar eftir, sum vit einferð máttu fara at vísa.  Ingálvur doyði í 2005 og tá ið 100

Ger tína skyldu - spæl føroyskt!

Upp móti útlendskum lyktapelum spírar í heimliga túninum og tey spæla føroyskt í morgun. Samstundis sum tað er lívsjáttandi, er tað eitt sindur av lord Kitchener yvir tí, tá Útvarpið sigur, at nú skulu vit spæla føroyskt, og atkvøða fyri einum av seksotretivu føroyskum sangum , sum komu út í fjør. Teir eru settir upp eftir bókstavaraðnum, og tú skalt bara gera eitt klikk. So hevur tú atkvøtt Tað havi eg ongantíð gjørt fyrr. Atkvøtt. Men so kom ein várligur hugur at atkvøða, tá Eyðfinn Jensen vinarliga minti okkum á tað við dømum úr einum úrvalslista frá í fjør.  Tá varnaðist eg dygdirnar í sanginum hjá Páll Finnur Páll Býurin svevur . Stuttliga orðasmíðið, sangurin, sum turrisliga peikar til deLillos, og so gittarklangurin og riffini. Alt klingar aftur og minnir meg um eina leið á TV2 og U2, og er tó púra føroyskt yvir morgunvaskinum. Og so fortaldi ein av teimum, at sangurin er skrivaður í Klaksvík, so nú er tað eisini ein Klaksvíkssangur, hóast Porrlýsið í leiðandi forsíðugrein kun

Hetland eigur ein av vakrastu biografum

Meðan koronastongsil er, hevur bretska tíðarritið TimeOut , sum byrjaði í London í 1968, og nú er um allan heim, kosið 50 teir vakrastu biografarnar í heiminum . Nummar 26 á listanum er biografurin Mareel í Lerwick í Hetlandi. Umframt at vera hin norðasti í Bretlandi, er Mareel eisini næstur okkum, tá talan er um vakrastu biografar í verðini, sambært TimeOut. Mareel er eitt fleirfunktionelt mentanarhús, sum læt upp á havnarlagnum í Lerwick í 2012. Íleggjarar vóru Shetland Islands Council, European Regional Development Fund, Scottish Arts Council lottery fund, Highlands and Islands Enterprise, Shetland Development Trust og the Gannochy Trust. Gamli biografurin í Hetlandi, The North Star , læt aftur í 1989, men helt fram sum tónleikastaður. Einasti norðurlendski biografurin á listanum hjá TimeOut yvir teir vakrastu í heiminum, er danski Grand biografurin í Mikkel Bryggersgade mitt í Keypmannahavn. Hesin klassiski biografur, sum er frá 1913 og harvið javngamal við The North Star, rekur

Filmur um barnadeyða og sjálvmorð vinnur Geytan

Barbara Lervig vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina fyri filmin Handanland.  Ingun í Skrivarastovu var framleiðari og leikarar vóru Johanna Roos Slættanes, Kristina Sundar Hansen og lítli Rókur. Seytjan filmar komu inn til níggjundu Geytakappingina, og níggju filmar vórðu valdir út til Geytakvøldið, sum varð sent í sjónvarpinum. Geytin varð fyrstu ferð hildin eftir uppskoti frá Nils Halm í 2012. Ein útvarpsmaður vil tó verða við, at Geytin byrjaði við sendingunum Agurk í 2005. Finnur Koba var framúr hvassur og væl upplagdur vertur, eins og øll undanfarin ár. Umframt vinnarafilmin  Handanland , vóru hesir filmar í ár í kappingini um Geytan, sum Runavíkar kommuna letur 35.000 krónur til, og Áskoðaravirðislønina, sum Tórshavnar kommuna letur 25.000 krónur til: Perlan , Terji Mohr, Skúla scam , Tóki Jansson, Móðir / Kata , Heiðrik á Heygum, Spillarin , Dina Fríða Poulsen, Karlo og Luddi , Rói Davidsen, Storymusic , Franklin Symphor Henriksen, Kavakríggj , Leann á Kósini og Kall frá ko

Flyfrisk ella long-life?

Í vikuni hoyrdi eg frá einum vinmanni, at í Grønlandi brúka tey ofta og títt vendingina flyfrisk um mjólk, sum er nýflogin úr Danmark, og tí kostar hareftir. Annarleiðis er við hinari bíligaru long-life mjólkini, sum er viðgjørd at halda sær longri, júst so sum vanligi brúkarin á staðnum í størri mun ynskir. Nakað sum í Íslandi, har tey settu skelti í kioskvindeygað, tá nýggj donsk vikubløð vóru komin og áskriftin tí segði Ný dönsk , sum eisini bleiv navnið á einum vælumtóktum orkestri har í landinum. Ný dönsk. Herheima er í sama handilsliga innflutningshøpi vanligt at siga: Nýggj vøra heimkomin! Men tá eg hoyrdi orðingina flyfris k í grønlendskum høpi, skilti eg, at týdningurin hevur flutt seg frá handilshillunum til HR økið, tá umræður at fáa nýtt fólk í almenna geiran og fremsta oddin í privata vinnulívinum. Er ein nýggjur persónur rekruteraður úr útlondum til eitt leiðandi starv, so kann verða sagt: “Er du flyfrisk?” í týdninginum, ert tú akkurát komin úr Danmark og tosar tú bara

Hvat skulu vit við Hoydølum?

Hvat skal gerast við Hoydalar, spyrja nógv havnarfólk í hesum tíðum. Spurningurin er ikki nýggjur, hann hongur saman við flytingini út á Glasir í Marknagili, sum tó varð minimeraður longu á politiska tingborðinum, so alt skuldi tódna. Samstundis varð eingin støða tikin til tey høli, sum studentaskúlanæmingarnir, handilsskúlanæmingarnir og næmingarnir á tekniska skúla høvdu húsast í fram til hetta. Í hvussu er ikki tað eg veit. Eftir standa vit aftur við barakklíknandi bygningum, sum heldur enn at verða transformeraðir til okkurt nýtt, ella bara javnaðir við jørðina, kanska til parkeringspláss í fleiri hæddum, enn standa órørdir, tað eg veit. Hetta er jú ikki sjónlig býarplanlegging av tí góða slagnum.  Umframt at vit fáa nógvar skurvutar bygningar, sleppa onkrir teirra, serliga teir í Hoydølum, at fara í loddrætt forfall. Og tað hóast ein kapping varð útskrivað og mong úrslit komu inn, eftir øllum at døma bara til forstýrilsi, so tað almenna fekk um skrúvuna. Síðan hava bygningarnir st

Pelé er djúpt óinteressantur

Netflix ger tað aftur. Tey hava gjørt ein heimildarfilm, um fyrstu múgvandi fótbóltsstjørnu í heiminum, brasilska Pelé, sum fyri landið vinnur trý heimsmeistaraheiti og livir tað góða lívið, eisini undir harðrenda einaræðisharranum, Médici. Greitt er, at í áratíggju hava fótbóltur og filmur verið fólksliga undirhaldið ikki bara í Brasil, men í øllum Suðuramerika. Hesir fólksligu tulkingarfelagsskapir, sum ikki krevja lesiførleika ella dannilsi og tí eru griðstaðir fyri almúguna, sum tiltuska sær eitt atgongumerki, hava skapt ein áhuga og eina peningakonsentratión, ið sum einki annað hevur rímað uppá korruptión, ið hevur sent eitt ekkó um allan heim, samstundis sum fólksliga savningarmegin hevur verið eitt amboð hjá harðrendum einaræðisharrum, sum Médici, at gera seg sjónligar, at troðka seg fram og lyfta steypum, og at tryggja sær fólksliga makt og at verða valdir aftur og aftur. Alt hetta letur Pelé seg brúka til, tað er sjón fyri søgn.  Men tey, sum fyri Netflix hava gjørt filmin, fá

INGÁLVUR Ferðin inn í tað ókenda

Mikudagin 3. mars frumsýnir Filmsfelagið nýggja heimildarfilmin um listamannin Ingálv av Reyni (1920-2005), sum Hans Petur Hansen og Dánjal Højgaard hava gjørt. Sýningin er í Havnar Bio. Í seinnu helvt av 90-unum fylgdu nakrir føroyskir fjølmiðlamenn Ingálvi av Reyni í útvið trý ár. Burturúr kom heimildarfilmurin  Svartur sannleiki  (1999), sum er ein persónslýsing av Ingálvi, við listamanninum sjálvum sum frásøgufólki. 20 ár seinni hava framleiðararnir verið í pappeskjunum og leitað gamlar upptøkur fram, sum máttu sáldast frá í klippingini til filmin. Virðismiklar upptøkur við og um ein av Føroya fremstu listarmonnum, sum ikki hava verið vístar alment áður. Hesaferð møta vit Ingálvi av Reyni soleiðis, sum filmsliðið aftanfyri Svarta sannleika upplivdi hann. Á ferðini síggja vit samrøður, sum ikki hava verið vístar fyrr. Vit síggja aðrar síður av listamanninum og fáa innlit í íblástrarkeldurnar, sum ávirkaðu hann. Heimildarfilmurin er gjørdur í sambandi við, at tað herfyri vóru hundra

Myndlist blómar í skúlanum

Frá at vera Føroya helst mest undirmetta lærugrein, og tað í ólukkumát, er myndlist nú sett fremst og ovast á øllum breddum í skúlanum.  - Ikki tí, at eg vil hava fleiri tímar, tí tað veit eg, at eg ikki fái, men tí eg vil gera lærugreinina sjónliga í almenna rúminum við einum afturvendandi tiltakið, sum er mikudagin í viku ellivu hvørt ár.  Ætlanina og orðini eigur Henny Dánialsdóttir, sum er fakligur ráðgevi í Námi og undirvísir í myndlist á Listabreytini í Nám X. Her sæst hon í gongini í Námi, har Føroya Fólkaháskúli hevur framsýning í løtuni. Við loyvi frá Henny seti eg inn nakrar myndir frá Listabreytin i, har tey hava arbeitt við parafrasum, nýtulkingum, av listaverkum, føroyskum og útlendskum. ListaMeldur fer nú at verða eitt afturvendandi tiltak, ið endar við einum stórum listafagnaði mikudagin í viku 11.  - Hendan dag, sum í ár er 17. mars, fara børn og ung kring allar Føroyar at seta myndlist á breddan við eini rúgvu av myndlistaligum tiltøkum og framsýningum á skúlunum, sig