Skip to main content

Posts

Soul food av Bankanum

Í grannahúsinum hjá Hammershaimb borðreiður Teitur Christensen við nýveiddum bankatoski, sum í hesum døgum fæst á førandi matstovunum í Havn. Teitur er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbara Fish House. Høvuðsrætturin er stoktur bankatoskur við pil pil, sufrito og epli í mojosós. Heimligt og tó fult av sál, altjóða par excellence, ikki minst við Chablis afturvið. Rætturin frammanundan er tó krokettir úr saltfiski, brandada, og saltað og roykt rogn, sum eg ikki havi smakkað fyrr. Framúr og væl sett saman við reyðleyki og súrróma. Óvantað eksotiskt, hóast heimligt. So koma kjálkar í salsa við rognum av rognkelsí við royktum granni omaná í høgru hond hjá John. Raffinerað í smakkinum. Í hinari hondini hevur John høgguslokk í paella rísi væl kryddaður við kili, av Bankanum. Í avmálda køkinum á Barbara Fish House er spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer, tá matgjørt verður í ein fart, tí kundin bíðar. Her eru nakrar myndir frá hóskvøldinum.  Og so er tað tað, hvør hevur heiðurin á mat

20 teir bestu norðurlendsku filmarnir

Í dag er Norðurlandadagur, sum er ársdagur fyri at Helsingforssáttmálin varð undirskrivaður í finska høvuðsstaðnum í 1962. Tað er grundlógin fyri almennum norðurlendskum samstarvi. Frammanundan høvdu Norrønu Feløgini verið virkin síðan 1919. Skipað norðurlendskt samstarv kann tó skrivast heilt aftur til Kalmarsamveldið í 1397. Og í ár fyllir Norðurlendska Ráðharraráðið, Nordisk Ministerråd, 50 ár.  Meðan fólksliga norðurlendska samstarvið var spennandi fyrr, so er filmur úr Norðurlondum komin í staðin. Hann er ofta nokkso spennandi. Í hvussu er fyri mín part. Søgur við saft og kraft verða sagdar á norðurlendskum biograflørifti, bara tú fært atgongd til teir, norðurlendsku filmarnar, sum eru serstakliga tungir at flyta um grannalandamørk. Men onkuntíð hepnast.  Bara ein árlig afturvendandi norðurlendsk filmstevna er til, og hon er uttanfyri Norðurlond, í Lübeck í Týsklandi, har nýggir norðurlendskir filmar hava verið vístir í 62 ár. Nú Norðurlandadagur er, og koronastøðan ger, at biogr

Væl troffin økoterrorisma

Tilgjørd mynd frá SEV, sum fer at seta vindmyllur upp á Eiði Nei, ikki hugsi eg, at tað er goodwill og samfelagssinni frá vindmyllubøndunum á Eiði, nú teir fyri einki og uttan avrokning til komandi ættarlið vilja geva lendið til SEV at seta vindmyllur á.  Liggur slett eingin mammonsdyrkan ímillum?  Minnist, at pápabeiggi mín, sum var hart ímóti útbyggingarætlanini hjá SEV av Eiðisvatni, einaferð fekk lakoniska svarið frá Eiðismonnum: "Hvat feilar tær? Vit hava eitt stórt vatn og fáa eitt enn størri. Og tú býrt í Havn!"  Hetta fyrikemur mær eitt sindur primitivt, og eg spyrji meg sjálvan, um hetta aktuella dømi er fyrsta føroyska dømið um økoterrorismu í einum skeivt útviklaðum parti av landinum.  Úr køksvindeyganum í Havn hava vit í áratíggju sæð uppá á eina vindmyllu, sum ikki hevur rørt seg. Einaferð var ætlanin at oyggin skuldi vera bæði grøn og so púra talgild eisini, minnist meg rætt. Tað havi eg ikki sæð nakað til.  Úr sama køksvindeygað sæst oman á sjóorkustøðuna, sum

Besta brunsj í býnum

Eftir at hava kannað tað í eina tíð, longu fyri koronastongsilin og so aftur nú, Havnin er latin upp, er sama kafé aftur í oddinum. Besta brunsj í býnum fært tú frá Anju Sólstein í kafé Umami uttarlaga í Vágsbotni. Sama kafé hevur eisini ein krók í handlinum Borg uppi á Hálsi, dygst við mítt egna arbeiðspláss, har Total View hevur sent meg í avspákingarferiu fyri altjóða arbeiðaradagin, sum er markið millum innvinningarárið í ár og í fjør. Betri avspákingardagur kundi ikki hugsast. Nógv fólk er í kaféini, so tað tekur eina løtu, men hvør minuttur er verdur bíðitíðina, tað er sjón fyri søgn. Eitt er, at bilar kunnu bæði koyra og parkera á hesum vælsignaða teigi, sum burdi verði púra bilfríur, annað er, at har inni í sjálvum botninum standa tveir í gongd, ein hvørju megin á søguliga bryggjuplássinum, so bara ein ál er eftir til fótgangaran. Helst eru bilførarnir klárir at fara í grind, um tað skuldi brostið á. Her eigur vissuliga ikki at verða atkomuligt á øðrum hjólum enn tveyakslaðum b

Kjøt úr kærleika

Í góðveðrinum í Vágsbotni í dag hitti eg Debes Sivertsen úr Norðdepli. Umframt at verða bóndi, sum er komin til Havnar at selja turt kjøt, er hann eisini kavari, sum sæst á bringuni.  Eg steðgi, og vit fáa eitt hugnaligt prát í lágu vársólini við bryggjukantin innast í Vagsbotni um seyðahald, vistfrøði, kjøt og smakk. Eg geri av at keypa besta turra tjógvið, hann hevur. Men so er tað tað. Reiðan pening havi eg ikki uppiá mær og minnist ikki, nær eg síðst var í einum banka. Debes, sum er abbasonur Havnarjógvan, bjóðar sær til at eg kann gera eina flyting, men illanstíð, eg skal fara niðan í nærmastu sjálvtøku.  Komin níðan í grótlagaða Sparikassan, er ikki betri enn so, at automatin er óvirkin. Hon fær ikki tikið sjálv, og hvaðna minni eg. Skimist um nøkur sjálvtøka er í gamla Føroya Banka bygninginum, men har er alt steinrunnið í túninum, so eg fari inn í fólksins Sparikassa. Um ikki sum í grøvini, so er tað sum í kapellinum at koma inn í hermetiskt lukkaða kassan. Skal taka eitt numma

Thomas Vinterberg í kapping um Oscar

Á middegi í dag varð kunngjørt, hvør er í uppskoti at fáa Oscarvirðisløn í ár. Eftir ætlan verða virðislønirnar handaðar á flaggdegnum 25. apríl.  Thomas Vinterberg, sum eg hitti á norðurlendskari filmstevnu í týska býnum Lübeck í desember í 2012, er í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina, bæði sum leikstjóri og fyri danska filmin Druk í altjóða kappingini, ið er millum filmar, sum ikki eru gjørdir í USA.  Á myndini sæst Thomas Vinterberg saman við eldru dóttrini, Nannu á tokstøðini í Lübeck. Tað er fyrstu ferð at ein danskur leikstjóri er tilnevndur Oscarvirðisløn. Babettes Gæstebud , sum Gabriel Axel leikstjórnaði eftir søguni hjá Karen Blixen, fekk í 1988 Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur. Árið eftir fekk Bille August somu virðisløn fyri filmin Pelle erobreren , eftir søguni hjá Martin Andersen Nexø.  Bille August avmyndaði eg í Svendborg í 2019 tá hann fekk virðislønina Årets Svend. Í 2011 fekk danska Susanne Bier Oscarvirðislønina fyri filmin Hævnen í greinini besti út

Kvalifiserað spæligleði

Útilívið í Havn er aftur sett á skrá og lív er komið í býin. Leygarkvøldið varð lýst við Outlaw Country konsert í Reinsarínum, upprunaliga undir avmarkaðu tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum um ikki at tyrpast, men so varð latið upp og linkað um tilmælini, so fleiri konsertir vóru og tað fyri fullum húsum hvørja ferð. Og tað var ikki hissini konsert. Framúr solistar, hvør í sínum lagi. Vit kenna teir flestu, men Mattias Kapnas, Høgna Lisberg og Daniu Tausen havi eg ikki hoyrt fyrr í hesum stílistiska høpi.  Hallur legið fyri við Nobody Wins , hvørs upphavsmaður, Kris Kristofferson, sjálvur var inni her fyri stuttari tíð síðan, og mundi siglt av verðini. Kapnas stendur tó klárastur í minninum, tá eg murrandi fari út aftur við Last Date hjá Floyd Cramer á varrunum. Løtan stóð still, tá Mattias við inniligum punktueringum og sálfullari presisión leveraði stigvíst glíðandi lagið, sum defineraði The Nashville Sound og skapti baksýnið, sum allir stórir countryartistar sólaðu sær í, tann tí