Skip to main content

Posts

Gunnar Hoydal farin

Í gjár frættist, at Gunnar Hoydal er deyður, 79 ára gamal. Farin í annað ljós, sum tað er vorið vanligt at siga, eftir at Petur Rouch gav hesi málisku hevd í eini gerandisligari útvarpssending leygarmorgnar. Gunnar var Føroya fremsti stílistikari í teksti, óansæð hvat formatið var. Tað kundi vera essay í bløðunum, umsetari av Harry Potter, kommunalur fundarskrivari, heiðurskrýndur rithøvundur, sum Fay Weldon lovprísað, tá Listastevna Føroya var, og sjálvur búgvi eg í húsum, hann hevur teknað og lagt í lendið. Og tá býlingurin fylti runt, varð yvirskriftin fyri minnisgreinar hjá búfólkum tikin úr einasta yrkingasavni hjá Gunnari. Tað var eins klárt tá, sum tað er nú. Umframt at vera býararkitektur, var hann skrivari í nevnd, sum um túsundáraskiftið defineraði kommunalan mentanarpolitikk, hann stuðlaði Filmsfelagið í einum og øllum, og hann fann uppá at hátíðarhalda fólkaræði í kommunalari funktión, tá hundrað ár vóru umliðin. Síðst okkara leiðir krossaðust var á Lágargarði. Púra klárur

Greta Svabo Bech á Propeller Recordings

Fyri páskir skrivaði Greta Svabo Bech sáttmála við norska plátufelagið Propeller Recordings, har Highasakite, Katzenjammer og Dagny halda til. Dagny, sum er dóttir tónleikaparið, Marit Sandvik og Øystein Norvoll, skrivaði fyrrárið Never Really Over saman við Katy Perry. Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at Greta Svabo Bech sang Raise Your Weapon saman við Deadmau5 í 2011, og skrivaði saman við øðrum  My Love , sum heimsstjørnan Cher sang í 2013, sama ár sum Greta fór at arbeiða við egnum tilfari. Greta sigur, at spennandi samstarvið við Propeller Recordings byrjaði við melankolska og lágmælta sanginum, Breathe , sum er fyrsti av fleiri útgávum. Nú er annar sangurin í røðini, Dominoes , klárur til útgávu á norska forlagnum. Hetta er eitt meira up-tempo lag, sum hevði radio-premieru á norsku talgildu NRK rásini P13 í gjár, og kemur alment út í dag, fríggjadagin 16. apríl, sigur Greta. Við á innspælingini hevur Greta fleiri góð fólk, sum hon sjálv sigur, og nevnir serliga svenska metsøl

Minari - 100 virðislønir

Mikudagin fimta mai fer Filmsfelagið at vísa biograffilmurin Minari ,  sum er um eitt koreanskt húski, ið flytir til USA í 1980’unum. Hjúnini, Jacob og Monica, sum eru farin úr Korea, vilja finna eydnuna í nýggja heiminum, har allur upprunin til hugtakið the American dream er at finna. Eftir at hava stríðst við høsnarungum í California í nøkur ár, flyta tey til Arkansas, har Jacob vil verða bóndi og fara undir egið landbrúk. Monica er ikki fegin um avgerðina. Henni dámar lítið, at tey aftur skulu byrja á berum, hesu ferð úr einum gomlum bussi. Men hon uggar seg við at mamman, Soonja, skjótt kemur úr Korea at hjálpa teimum og at vera um børnini. Men hjá tilflytarum og hesum niðursetufólkunum úr Korea er lívið á bygd í USA ein kørg og avbóðandi tilvera, sum tó eisini hevur gleðistundir. Minari , sum er koreanskt orð fyri sellarí, ið verður sett í amerikanska jørð, byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung. Hann er ættaður úr Korea, men er føddur í Denver, Colorado í 1978.

Guðrið við nýggjum sangum í Gøtu

Jón Tyril bjóðaði mær til konsert við Guðrið Hansdóttir undir heitinum HOYMAsligt í egnari stovu í gomlu húsunum hjá Schwartz innast í Gøtudali. Næsti granni omaneftir er bensinstøðin Magn, sum ikki er grønari enn at hon hevur reyða strípu. - Hetta er fimta konsertin síðan í februar sigur konan, Elsebeth Elnarsdóttir, sum er úr Leirvík, og hevur sett mat og drekka á borðið í køkinum. Umframt børnini, eru beiggi og systur hennara eisini millum tey møttu. Eivør hevur sungið nakrar ferðir, Lyon var her síðst og næstu konsertirnar vera við Høgna og Lenu, sigur Elsebeth. Jón, sum hevur peikað mær á eitt navnabretti, hann fekk úr Fuglafirði, bjóðar vælkomin í stovuna til konsert við Guðrið Hansdóttir úr Havn. Hon er fjøruti og pápin, hin legendariski gittarspælarin Hans Karl Hansen, lærdi hana at spæla gittar, tá hon var fjúrtan.  Kvøldið fyri hoyrdi eg hana syngja í Kata í sendingini Í luftini í Sjónvarpinum. Eitt heilt unikt úttrykk millum kraft og yndi, sum altíð fær meg at hugsa um Värt

Tá angrandi syndarin fer til bekennilsi

Einki er sum ein, ið biður um umbering. Og tað serliga, um umberingsbiðjarin hevur sitið á landsins fjórðhægsta hesti, ført eitt drúgt sjálvrættvísisstríð, har eingin annar sannleiki er til uttan hann, sum journalisturin sjálvur kroystir úr egnum upplýsingarpenni. Men onkuntíð er tað neyðugt.  At grípa í egnan barm og viðganga, at eg, journalisturin, varð drigin uppá tráð av einum egosentrikara, sum gamaní eisini hevur eina privata lívssøgu og eitt navn, bæði tá og nú. Nú er hann, heimildartrygdin hjá Sosialinum , endaður á niðastu rók í klivamentanini, har neyvan nakar formidlari vil tala hansara núverandi søk, so sum gjørt var fyri fimm árum síðan, tá evni var slatur.  Sjálvt ørindini upp í saman at nevna hansara dómfelda navn, ið partvíst er einnevnt í føroyskari navnagávu, elva til fakligt kjak í journalistiskum høpi. Jú, nøvn skulu nevnast, tá dómur er fallin og straffurin er yvir eitt vist, verður sagt, í mínum oyrum við skaðafróari gapistokkamentan. Tað havi eg skrivað eitt dek

Scorsese um at missa álitið á biografunum

 - Er endatíðin komin fram at løriftinum í biografinum, so sum vit higartil hava kent the Cinema , spyr víðagitni amerikanski filmsleikstjórin, Martin Scorsese, í einum essay í nýggjastu útgávuni av Harper’s Magazine , sum er ein lovprísan av teim 27 filmunum hjá italska Federico Fellini.  Ein vinmaður gav mær blaðið í nærum fulsetta biografinum mikukvøldið, har tey vístu  Nomadland , samstundis sum danska avísin, Politiken, týddi og prentaði alla greinina . Enn er biografdeyðin ikki komin til Føroya. Scorsese, sum sjálvur hevur svikið upprunaliga og heiðurskrýnda biografin við stroymdum filmum, sum The Irishman fyri Netflix, vil vera við, at fyrimyndarligi italski leikstjórin, Fellini, varð so stórur, at hann lukkaðist at blíva eitt lýsingarorð: - At the center of it all, there was one director whom everyone knew, one artist whose name was synonymous with cinema and what it could do. It was a name that instantly evoked a certain style, a certain attitude toward the world. In fact, it

Toscana er búffur í tjúkkari sós

At seta seg til borðs og eta eina máltíð, er fyrst og fremst ein spurningur um álit. Álit á, hvat tú koyrir í munnin og vilt deila við vinir, ið sita við sama borð, og kanska hava til endamáls at sementera eina hugnaliga løtu, ið var frammanundan. So kemur álitisskapandi hugnin inn í myndina, matstovuhugnin. Alla hesa viftu finnur tú í tryggum kørmum í matstovuni Toscana í gomlu húsunum, har Fossá hevði bakarí, í hugnaliga krókinum við síðuna av Ellingsgaards Matstovu, sum borðreiddi fyri verkafólki í Havn, tann tíð tað var. Frammfyri skuggar modernistiski bygningurin hjá Havnar Klubba, ið sum eingin annar er sjónligur uppá gott - og mest ilt - mitt í býnum. Í hesum miðbýarmeldurstronga er tað ein uggi at koma inn í Toscana, og seta seg til borðs í eini eksotiskari matstovu við italskum summartónleiki, har fryntligi eigarin, Mohsen Darvishi, beinanvegin gongur tær til handa, meðan tveir kokkar stákast í køkinum. Hetta er sum í suðurlondum. Eftir ein gongutúr í kava eru vit samdir um at

Krossloysi

Seinasta dag í stilluviku, leygardagin reyða, fór eg ein túr gjøgnum undirsjóvartunnilin inn í Eysturoynna. Steðgaði fyrst við Berglon og møtti mínum granna, sum henda sama dag eisini var farin hesa leið. Keypti fýra góðar bollar hjá Miðberg, og koyrdi runt fjørðin, eins og eg havi gjørt fyrr. Ein frálíkur túrur í skiftandi ljósi.  Endi úti á Raktanga og hyggi eftir rundtúrin yvir á landið hinumegin, har eingin krossur er settur. Enn ganga tey í krossloysi, har yviri á Høganesi. Løgið, alíkavæl, at hugurin at reisa ein kross er so sterkur her í oynni.  Meini so við, at skulu nógv í landinum síggja krossins merki, so er at seta tað mitt í Havn, ella á Høgoyggj í Nólsoy, so flestu kunnu síggja tað, og verða frelst frá verðsins heiðinskapi. Momentant. Kortini er krossurin upphugsaður á júst hesum staði í Eysturoynni. Meðan eg hyggi av Raktanga, fyrst yvir á Kollafjørð á Streymoynni, og so yvir á Nes, Toftir, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði og Søldarfjørð, hefti eg meg við búsetin

The Serpent - krimi úr veruleikanum

Tvær spennandi røðir á Netflix taka støði í søguliga franska hjálandaveldinum. Í Franska Vesturafrika, sum nú er Senegal, verður ytsti karmur í søgunum um gentlemantjóðin Lupin lagdur, og í hini spildurnýggju røðini  The Serpent,  verður indokinesiska upphavið brúkt sum tema, at skilja hópdrápsmannin Charles Sobhraj.  Hin fyrra røðin, sum byggir á 25 klassiskar franskar bøkur frá 1905 og fram, er hóast koplingar til franska nútíðarsamfelagið tað reina uppspinn. Hinvegin er hin seinna tann blektaða sannheit og byggir á drúgt rannsóknararbeiði hjá Interpol, tailendskari løgreglu, journalistum og niðurlendsku sendistovuni í Bangkok.  Hevði henda seinna filmsrøðin, The Serpent , sum er í átta pørtum, har hvør parturin er 58 minuttir, ikki verið kunngjørd sum faktabaserað, hevði eg ikki trúð uppá hana ella tíma at hugt eftir henni, serliga tí at sprungið verður aftur og fram í tíð alla tíðina. Men veruleikakrimi, true crime, er ein sjangra, sum í hesum døgum leggur alt aftur um seg, hvussu

Penasta pláss í býnum

Hetta er Penapláss í Havn. Yviri við Strond, í einum orði, kanska tí tað er ein steinur í einum hyli. Tað er Penapláss. Havnarfólk hava aldri verið kravmikil. Kanska er tað gott tað sama, tí enn liggur Penapláss púra óspilt fyri allra eygum. Bara hegnið minnir okkum á tann óunnuliga veruleika, at onkur eigur og tað heilt út í fjørðin, so langt eitt klyvjaross við taraleypi kann grynna.  Í Býaratlasinum hjá Kommununi stendur um henda stað, at "Fyri býin er tað í dag eitt stórt ríkidømi at hava hetta óspilta landslagið heilt inni at sær og beint um hornið".  Framvið stórbæru keypmanshúsunum, sum gjørdust tignarlig kommandørhús, ið nú er hábarsliga Sea Side Hotel Havgrím, kallað eftir handilsmanninum, ið bygdi, slepst fram við hegninum móti penaplássi. Slætt er at ganga eftir smølu rásini, niðanfyri hegnið, har einasta elevatión er hesin heyggurin.  Niðaneftir er hetta sýnið, seyður á innhegnaðu trøðni, og snarar tú tær á, er hetta sýnið úteftir. Fagraberg verður sleipaður inn

Bíligasti burgari í býnum

Ert tú í miðbýnum og skalt hava ein handbita í ein fart, meðan tú bíðar eftir at filmurin skal byrja í biografinum, so eru fleiri møguleikar, hóast pylsuvognurin á kaiini er stongdur. Meðan Haps er í sama bygningi við bestu burgarum, sum eru á definitivum feinsmeckarastøði við teir hjá Reyðleyki og Hilton, sum kosta um hálvtannaðundrað krónur, er hin bíligasti møguleikin helst at fara inn í City Burger ovast í mentanargøtuni, har Frelsunarherurin er næsti granni, og har fáa ein burgara fyri 54 krónur ella eina heila matskrá fyri 94 krónur. Her serverar Súsanna Lindberg Hansen ein elefantiskan Jumbo Burgara við sitróndressing, kipsi og pepsi max, so tallerkurin er rokaður við fyllu og tilhoyri. Á vegginum aftanfyri síggjast Nixonburgarin og hinir variantarnir av heimagjørdu burgarunum. Tað eru Áki og Brian, sum eftir Kaj Poulsen reka City Burger í miðbýnum. Fert tú longur niðan, so er Burger King, sum í prísi liggur stavn um stavn við City Burger, í SMS, og í túninum heilt uppi hjá PE K

Við Ulrich Thomsen í biograf

- Her er filmurin upptikin, sigur Ulrich Thomsen við kortinum framman fyri sær og peikar á bygdina Roy í New Mexico. Útselt varð til fyrstu sýning í Filmsfelagnum við nýggju biografeigarunum, Mourits Clementsen úr Havn og Jógvan Kruse av Oyrarbakka, við heimskenda og fleirfalt virðislønta leikaranum Ulrich Thomsen (f.1963), sum er her og spælir Hannis Martinson í sjónvarpsrøðini Trom. Gutterbee , sum er ein aktuell satira av bygd í USA, er annar filmur hjá Ulrich. Millum áskoðararnar í fulsettu hølunum, sum stava frá 1960, her Filmsfelagið varð stovnað í 1963, var eisini filmstjørnan Maria Rich (f.1973), ið er løgreglukvinnan Karla Mohr í somu sjónvarpsrøð. - Øll familjan er her og okkum dámar ótrúliga væl í Føroyum, segði Maria, ið hevði mannin David Zahle, sum er medeigari í arkitektavirkinum BIG, við í biograf. Maria spældi við í filminum hjá Andriasi Høgenni Et knæk , sum vann Geytan í 2016, og var hugtakandi bankakvinnan Anna, sum gekk egnar leiðir í donsku sjónvarpsrøðini Bedrag