Skip to main content

Posts

Føroyar á Times Square

Um stutta tíð byrjar Icelandair at flúgva millum Keflavík í Íslandi og Vágar í Føroyum fimm ferðir um vikuna.  - Endamálið er at bjóða teim mongu amerikanskum ferðafólkum, ið longu koma til Íslands, henda eyka ferðamøguleika, sum sjálvandi eisini gongur hin vegin við Føroyum sum byrjan, sigur Guðni Sigurðsson, kunningarleiðari hjá Icelandair, sum eg møtti á torginum í SMS fyrr í ár . - Eg tosaði beint nú við okkara norðuramerikanska samskiftisstjóra, sum segði, at millum amerikanskar journalistar hevur aldri áður verið so stórur áhugi fyri einum nýggjum ferðamáli sum Føroyum. Tey eru øll spent um okkara nýggja ferðasamband. Á henda hátt vóna vit, at fáa fleiri ferðandi úr Norðuramerika og Føroyum, sigur Guðni, sum sendir lýsingamyndina av Føroyum omanfyri, sum Icelandair hevur sett upp á Times Square mitt í New York. Tað er einki at taka seg aftur í, at eins og Føroyar eru eitt verjustrategiskt stað millum eystur og vestur, mitt fyri í Norðuratlantshavi, kunnu Føroyar eisini verða ein

Um at ferðast

Amerikanska Gwen Leppek Rosseau, sum eisini hevur vitjað í Føroyum, er aftur farin út í heim við trúgva fylgisveininum - myndatólinum. ”Eg eri aftur farin at ferðast. Eg eri í Marokko. Lat meg royna at seta mína ferð í ein samanhang - hví eg geri hetta,” sigur Gwenn, sum er úr Birmingham í Michigan og var á fotoskeiði í Føroyum á heysti 2021. ”Á ferðum leiti eg eftir nýggjum upplivingum, nýggjum fólkum, nýggjum hugskotum, nýggjum landsløgum, eini afturvendan til mína innastu veru og eini rannsakan av, hvør eg eri í verðini. Tað er ein pílagrímsferð, við nógvum stuttleika blandaðum uppí. Eg fari javnan frá vinfólki og familju, sum eg elski av innasta hjarta, og tí hugnaliga í mínum vakra heimi. Onkuntíð er tað ein einslig ferð. Hon tekur burtur eiturkoppaspinnið, sum hevur sett seg í høvdið, tí eg havi verið heima so leingi. Á ferðum, har tú veruliga sært nakað, og ikki bara hyggur og strikar út eitt ferðamál á tiltikna avrikslistanum, tá sært tú menniskju lata seg upp. Menniskju eru ræ

Midnátt og ikki eitt menniskja

Eftir at hava verið fluttur í annan heim í tríggjar tímar við einum flottum kekkiskum operafilmi, Il Boeme hjá leikstjóranum Petri Václav, sum lýsir tónaskaldið Josef Mysliveček (1737-1781), er tað hallusinerandi at koma út í regnváta Havnarmyrkrið, hoyra Skratsj endursent í Útvarpinum, og síggja so sterk fótbóltsljós, at tú hevur ilt við at koyra niðan við SMS, og mást steðga ovast í R.C.Effersøesgøtu. Tað er út móti midnátt og ikki en sjél at síggja. Men taka vit tað sum eina uppliving, og hvørki ljósdálking ella brot á ferðslulógina, og enn minni brot á nakra ferðslutrygd og so slettis ikki tilætlað terror í grannalagnum, so varð hetta ein eksemplarisk fotouppliving. Utonomjordisk , sum ein púra ópolitiskur svii segði um útsýnið uppi á Hotel Føroyum. Men eg sigi stakkals grannar niðri í Gundadali. Mínir tankar ganga til teirra. Fari mikudagin, tá vit vísa Perfect Days í felag,   at spyrja Skratsj um fótbóltsljósini í Havni ikki eru brot á onkra borgaravenda fyriskipan í Fótbóltsh

ALMA virðislønin til upprunafólk í Avstralia

Heimsins størsta barnabókavirðisløn, ALMA, sum er nevnd eftir Astrid Lindgren, varð í gjár latin upprunafólki í Avstralia, The Indigenous Literacy Foundation. Virðislønin, sum svenska stjórnin stovnaði í 2002, er fimm milliónir svenskar krónur. Endamálið er "att värna barns rätt till bra berättelser." Virðislønarmóttakarin í ár er virkin í 427 upprunasamfeløgum í Avstralia. Heimasíðan hjá ALMA sigur í morgun um virksemið hjá The Indigenous Literacy Foundation, at felagsskapurin stuðlar børnum at lesa um egin viðurskifti á egnum máli:  ”I sitt läsfrämjande arbete betonar ILF betydelsen av att urfolkens barn kan se sig själva, sin kultur och sitt språk återspeglas i böcker de läser.” Dómsnevndin grundgav soleiðis fyri valinum í ár: "Med nyfikenhet och respekt arbetar Indigenous Literacy Foundation med läsning och berättande bland barn i de australiensiska urfolken. I tät samverkan med lokala samhällen lyfter de värdet av de egna språken och berättelserna. Genom att sprida

At spæla fólk í húsi

At spæla fólk í húsi, tað dámar okkum væl. Tað segði ein maður einaferð. Tiltikin stílistikari, var hann. Eg havi hug at sitera hann aftur. Tað er ikki fyrstu ferð, at eg geri tað. Tí vit elska at spæla fólk í husi. Tað er óforpliktandi og vit vita, at vit koma ongantíð á mál. Tað er tað perfekta set-uppið hjá einum troyttum livibreyðspolitikara. At spæla fólk í húsi er sum ein road movie, bara uttan mál og innihaldi. At spæla fólk í húsi er at traðka upp á eina karrusell í einum sirkus, blunda og ímynda sær, hvussu húsið kundi verið meðan alt snurrar. Hvørt ár eru politikarar til dýstin fús at loysa billett til sirkussýningina. Hvør billar teimum inn, at svarið verður annarleiðis enn tað varð í Degi og viku í kvøld, og at tað nakrantíð verður annarleiðis enn tað altíð hevur verið? Vitlíki hjá Microsoft, Copilot, gjørdi myndina.  

Øl er annar maður

Við einum donskum fótbóltskrússi úr Meksiko í 1986 millum nýupptrektar øl, eru vit í køkinum hjá mínum heimildarmanni, sum vil verða ónevndur. Fyrr hevur hann brúkt nógv alkohol, men hevur ikki rørt tað í meir enn 26 ár. Tær tríggjar, hann skeinkir mær í dag, eru alkoholfríar. - Erdinger sigur mær ikki, at hetta ikki er øl. Men liturin er gruggutur og ófiltreraður. Hon er ikki klár, men ein stak góð øl. Hinvegin er Dinkelacker rein í liti, men ikki so góð sum hin fyrra. Svíður eitt sindur í munninum. Kanska tí eg snúsi. Irriterandi sviði. Fyrsti smakkur er ringur, turrisligur og flatur, men er skjótt vekk. Estrella er ein góð øl, minnir um eina discountøl, sum í mínari tíð kostaði 2,69 kr. Góðan eftirsmakk. Hesar báðar eru góðar. Estrella er bíligari, so hon vinnur, sigur anonymi heimildarmaðurin, sum í fyrra umfari er avgerandi smakkdómarin. - Talan er ikki bara um øl, men eisini um vín og sjampanju, sum er uttan alkohol, har sølan bumar í fleiri londum við altskyns alkoholfríum drykk

Einki alternativ

Í nýggju stavsetingarorðabókini er einki alternativ . Orðið finst ikki. Síðan hon kom fram, havi eg roynt ymsar inngangir til gerandisligt skrivligt arbeiði. Leys og støk orð, sum stavast so ella so. Her verða eingi orð sett saman, tí orðini verða ikki brúkt til samanbundið virksemi, eisini kallað samskifti. Orðini eru støk. Hevði væntað, at eg fór at liggja skerflatur at lesa í nýggju stavsetingarorðabókini, men púra óvæntað havi eg slept henni. Fór tí í prentaðu bókahillina, at blása dustið av størsta frambrotinum eg minnist, tá umræður orðabøkur. Tað var ensk-føroyska orðabókin hjá Stiðjanum frá 1992. Umframt at minnast hvussu dýr hon var, minnist eg hvussu stuttligt tað var á føroyskum at lesa um týdningin av orðum, sum tá vóru nýggj. Hví í allari víðu verð eru orðabøkurnar ikki skipaðar og settar upp soleiðis, at brúkarin kann krossreferera á einum stað millum fleiri? Málið er livandi og ikki tengt at støkum orðum og starvsstovustirvnum bendingarmynstrum, sum tá fyrisitarar og po

Havnin etur fisk

Jógvan S. Rasmussen er køksleiðari í Áarstovu Tað man vera gastronomisk rekord, at trýhundrað fólk fara út at eta fisk á trimum matstovum eitt og sama vikuskifti í høvuðsstaðnum. Aktuella talið í Havn er mett eftir teim plássum, sum eru á Áarstovu, Barbara Fish House og Húsagarði.  Fiskurin, sum tú fyrr hvørki keypti ella át úti, tí hann var partur av einum peningaleysum rensli í seinastu rembingunum av einum naturalia samfelag, er nú komin til heiður og æru á landsins bestu og mest vitjaðu matstovum.  Tað ljóðar næstan bíbilskt, umsíðir at fáa mettuna av fiski, so sum evangelisturin Jóhannes skrivar um, tá Jesus mettar fimm túsund. Ikki tí, ikoniska fiskateknið hjá teim fyrstu kristnu stendur ikki á durastavinum, so dogmatiskir eru matstovueigarar ikki. Men hetta eru fiskamatstovur fyri fólkið, bygdar upp meðan ferðavinnan við útlendskum gestum kom til.  Áarstova borðreiðir í kvøld við bankatoski, ugga, rogni, livur og høgguslokki av Bankanum. Afturvið skeinkja tey Chablis, sum er per

Plátuveitsla við Aggrasoppum

Tá eg fyri stuttum kom aftur úr feriu, og hevði trálurtað eftir Worth It hjá 26 ára gomlu RAYE, sum aftur lurtar eftir Lauryn Hill, lá ein krossorðagáta frá Aggrasoppum í postkassanum. Lurting skapar afturljóð. Men var so ruddingarsinnaður, at alt fór í skrell, tilboðsbløð og gátan, sum var innbjóðing til útgávuveitslu. Tá eg dagin fyri tiltakið ikki hevði latið við meg koma, skrivar Trygvi á Messenger og spyr, um eg havi hugt í kassan. Well, vit senda postharkaliðið omaftur til tín, sigur hann, og boðar seinni sama kvøld frá, at nú hevði postgrýlan verið á gátt. Eri paff, annan vegin at listafólk eru blivin so tjekkað, at tey miðvíst rokna logistikk upp í framførsluna, og hin vegin, at nakar so ungur vil hava ein pensjónist, ja fyrsta dagin, við til tað, sum heilt vist verður ársins release party. Einki minni. Eg tók av. Skundaði mær oman í Tutl at keypa LP plátuna, so eg kundi hava allar tekstir í hondini, meðan eg lurti á Spotify, tí hetta er eisini eitt yrkingasavn. Húsin, sum Hann