Skip to main content

Posts

Hevði hesin sloppið at spælt í Betri Deildini?

  Myndin er av ivaleyst kendasta fótbóltsspælara, David Beckham, sum í dag er 45 ára gamal. So kendur, at filmar og sangleikir vórðu gjørdir, har hann gekk inn í fiktiva realheitið sum eitt sementerað hugtak “Bend it like Beckham”, enntá í einum indiskum kvinnuhøpi í Afturhaldsbretlandi. Síðan giftist hann við eini poppstjørnu og flutti til USA, har alt ber til, bara tú hevur ráðini og ikki stjelur ein bil og ert svartur, sum Judas í aktuella filminum Judas and the Black Messiah. Hann er verdur at síggja, sum neyvan nakar annar biograffilmur í hesum døgum. Um ikki annað fyri at knýta nevan annara vegna og hinvegin banna stillisliga innantanna. Kanska vinnurin hann fleiri enn ein Oscar. So verður riot í gøtunum. Men til ber eisini - nú Kristiansa føroyska fótbóltsvinna við nógvum kristiligum íløgufelgum sjálvi gera vart við seg um málið - at seta hornafløgg, sum eru í ælabogalitum.  Tað gjørdi eitt Miðdanskt fótboltsfelag á MCH Arena í Herning. Hervið er hugskotið borið víðari undan sun

Lena og Niclas uppi í Gásadali

Í morgun hoyrdi eg Útvarpið spæla sangin hjá Jimmy Webb um The Highwayman, ein sangur, sum eg altíð hava fatað sum eina søgu um arbeiðaran, verkamannin, sum í fýra ørindum fer gjøgnum tíð og rúmd. Samstundis sum summi sløkkja fyri Útvarpinum, tá tey hoyra tílíkar sangir, ið tey kalla innihaldsleysan popp av smikursøta slagnum við einum drússi av country omaná, so spíli eg oyrini út, tí nú eri eg á ferð afturvið veingjaðu orðunum, á stórum vegum í enn størri landi, nærmast markleyst. Tú ert tónsettur verkamaður allra landa. Soleiðis er við resonansi. Sangurin gongur í eitt við løtuna og verður tín egni roadmovie. Longu meðan tú koyrir til Gásadals. Tí her er Lena. Ella rættari mín resonansur og fatan av Lenu Anderssen og hennara sangum, sum eru enskar tónsettar stuttsøgur slitsterkar gjøgnum mong ár. Ein intakt sangstjørna av singer songwriter slagnum, sum dámar væl orðið embrace og hevur eina natúrliga empati, sum bylgjar heitt móti tær við teim søgum, hon vevur teg inn í, meðan maðuri

Granska tína andaligu síðu!

Hon er mest bangin fyri at verða útihýst og ikki tikin seriøst sum trúgvandi og sum listafólk. Bangin fyri at verða misskilt. - Men eg havi nógv góð fólk rundan um meg, sigur Dania Oddmarsdóttir Tausen, nú filmurin um hana verður frumsýndur leygardagin undir heitinum Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir. Í dag byrjar CPH:DOX. Millum teir 177 filmarnar á filmstevnuni er føroyski heimildarfilmurin Skál, sum Maria Guldbrandsø Tórgarð hevur gjørt um Daniu Oddmarsdóttir Tausen. Fyri jól, gav Dania á forlagnum Sprotanum út samnevnda savnið, Skál, við 15 yrkingum.  Dania, sum er 22 ára gomul, er uppvaksin á Toftum og lesur ritlist á Setrinum. Tey tvey árini, hon hevur arbeitt við yrkingasavninum Skál, hevur Maria filmað hana og tey fólk, sum standa henni nær. Føroyski filmurin Skál er í tveimum førum úrvaldur at verða við í kappingum at vinna virðislønir á CPH:DOX. Filmurin verður sýndur á filmstevnuni leygardagin. Tá fer Anna Poulsen at hava samrøður við Daniu, vinkonu

Enn ein pólsk ferðabók um Føroyar

Um vikuskiftið fekk eg sendandi eina stóra spildurnýggja pólska ferðabók frá Kingu Eysturland í Klaksvík, sum forlagið Tramp í Szczecin gevur út. Samstundis segði Sabina Poulsen úr Søldarfirði mær frá um enn eina nýggja pólska ferðabók um Føroyar, Wyspy Owcze , við undirheitinum z pierwszej ręki , tað er "frá fyrstu hond". Tað er hon, sum sæst omanfyri, Sabina við egnu pólsku bókini um the Archipelago, oyggjarnar Føroyar, sum ferðamál. Mynd: kozadomowa Á Facebook profilinum Wyspy Owcze FO skrivar Sabina: Witajcie z tej strony, Sabina Poulsen. Mieszkam na Wyspach Owczych 15 lat. Mam dwójkę wikingów. Google translate hjálpir mær at skilja: Hey tú, eg eri Sabina Poulsen. Eg havi búð í Føroyum í 15 ár. Eg eigi tveir víkingar. Sabina er úr lítla býnum Odolanów dygst við Wielkopolska í Póllandi. Nú býr hon í Søldarfirði, har hon rekur Fjordcottage, sum er leigubústaður til í mesta lagi 6 ferðandi. Sabina er útbúgvin námsfrøðingur á lærda háskúlanum í Poznań, hon gongur nógv í før

Pólsk ferðabók um Føroyar

Í dag fekk eg eitt tjúkt bræv við einari pólskari bók í. Gitti, at tað var Marcin Michalski, sum sendi mær lidnu bókina, eftir at hann í fleiri ár hevði sent mær spurningar um føroyskt mentanarlív, og spurt um loyvi at brúka myndir av mínum bloggi. Tað var gamaní. Men ongantíð hava vit møtst, hóast hann fyrr hevur búð í Føroyum og hevur ein pólskan blogg um Føroyar . Heitið á bókini er Wyspy Owcze , sum er Føroyar á pólskum, og forlagið er Tramp í Stettin. Bókin telur 385 blaðsíður og er merkt av ótrúligum innliti um og áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli, og eisini landi at búgva í. Fólkatalið í Póllandi er 38 milliónir, hvønn morgun gangi eg framvið pólskum arbeiðsmonnum og á Skipasmiðjuni eru skelti á pólskum. Nú eg lati bókina upp, standa fremst seytjan nøvn, har mítt er eitt. Undir hvørjum navni standa ymsar tøkkir. Við mítt navn stendur: Za bezcenne wsparcie merytoryczne i odpowiedzi na setki pytan dotyczacychkultury. Nú er gott at hava Google translate, sum dugir at siga mær, at pó

Heimlig várlist til sølu í 32 skiftum

Skuggablonda er høvuðsheitið á seks verkum hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard. Undirheitini eru Streymur, Ætt, Tám, Æl, Kyrra og Tutl. Tøknin er bundin føroysk ull, sett í passepartout og rammu úr træ og sýnd fram undir museumsglasi, so ein greið dýpd kenst og litirnir sleppa at spæla í innkastaða ljósinum tá tað rakar botnin í innrammingini.  Tað, tú leggur eftir tær, er heitið á bundnum verki við vhs bondum eftir Maibritt Marjunardóttir, sum er ein av teim 14, ið eru við á Várframsýningini. Hugtakandi verk úr syntetiskari vhs-ull, úrdrigið videoband við familju- og Prix Føroyar upptøkum, sum ein risa parúkkur, settur á ein svartan framsýningarkassa. Tú ert tað, tú leggur eftir tær. Eins og volvo merkir eg rulli, so merkir video eg hyggi. Spennandi verk, sum er framúr savningarlutur mitt á gólvinum í framsýningini. Lydia Hansen, sum júst er flutt úr Berlin til heimbygdina Gøtugjógv, hevur tvær atmosferufyltar fotomyndir, sum eru uttan heiti. Serliga væl dámar mær fasadumyndina, sum