Skip to main content

Posts

No, I'm not homeless. I'm just houseless

Henda kvinnan, sum í andlitinum er eitt landslag, varð stóri Oscarvinnarin við filminum Nomadland í nátt. Besti filmur og besti leikari, og leikstjórin Chloé Zhao, fekk Oscarvirðislønina fyri bestu leikstjórn. Myndin er av permuni á nýggjasta Ekko, sum er einasta danska filmstíðarritið. Hon er høvuðsevnið í blaðnum, tí nú fer hon at læra seg onnur mál, eisini danskt sigur danska blaðið. Filmsfelagið vísti Nomadland 7. apríl fyri eini hugtiknari áskoðarafjøld.  Nomadland hevur higartil fingið 227 altjóða virðislønir. Ein lítil og óprangandi filmur, sum uttan nakra stóra pallseting søkir tað einfalda í tilveruni, tá tú missir alt uttan teg sjálva og bilin, sum tú innrættar til húsvogn.  Hóast heimleys og uppsøgd, sigur høvuðsleikarin, Frances McDormand: “No, I’m not homeless. I’m just houseless.”  The Texas Homeless Network sigur, at í løtuni liva 3 milliónir amerikanarar sum nomadar á henda hátt. ‘Fight for You’ úr svarta borgarrættindastríðsmannafilminum Judas and the Black Messiah

Skál fyri Skál!

Tað er Oscartíð og øll tosa um film. Nakrir av teim mest áhugaverdu filmunum hava verið sýndir her heima, men enn er ikki gjørt av, hvør fer at vinna størstu virðislønirnar, besti filmur og besti leikstjóri. Ja, vinna segði eg, tí hetta er ein kapping uttan líka, ein kapping, ið summi ikki orka at liva við, tí hetta er list og list kappast man ikki um, tí list er leys av kapping og leys av atgongumerkjasølu.  Akkurát í hesum meldurstreymi er djúpa kreppan í filmi í dag.  Meðan biografarnir hava verið stongdir, er full ferð sett á stroyming, so teir filmar, sum søkja ein marknað, langt síðan hava funnið hann.  Úrslitið er kríggj millum biografar og stroymarar. Taparin er áskoðarin, sum vil síggja aktuellan og viðkomandi film á stórum lørifti, men noyðist at taka til takka við skermi, sjónvarpi ella teldu. Men hóast hesar forðingar eru nakrir filmar, sum bróta karmin og vilja út í verðina, hóst løriftið ikki er í biografi, men bara á sjónvarpsskermi, so miðvísir og sannførandi eru teir

Burgari er ein fínur miðmáli

- Eitt ár uttan løn og helst verður juli fyrsti normali mánaður, tað bendir kalendarin á, sigur Ruben Busk í Street Food vogninum, sum í dag er uttanfyri Á handilin á Heykavegi á Hálsi, dygst við arbeiðsplássið.  Tí hava vit fimm, Sólvá, Sigrid, Trygvi, Enna og eg, gjørt av at trivnaðartiltakið hesuferð skal verða ein burgari í hondina á middegi. Ein burgari, sum eisini er til ummælis. - Heimabakaður bolli, sum er serstakliga góður. Fastur og kompaktur, men eisini krispy og smakkar væl, hevur góðan konsistens, er stórur, men brotnar ikki, er gjørdur úr góðum mjøli. Tað eru vit øll samd um, og at ræsti smakkurin er mildur. - Dressingurin er sindur súrligur og í góðari javnvág við ræsta smakkin. Mongdin er generøs, men hvørki vulgér ella til yvirmáls, men akkurát til pass. Grønmetið er gott og væl skorið, og er tí broyskið at bíta í. Marineraði reyðleykurin gevur endaliga góða smakkupplivilsið, eisini í liti, eru vit samd um. Sólvá royndi nýggja burgaran, ið varð seldur undir heitinum sk

Hevði hesin sloppið at spælt í Betri Deildini?

  Myndin er av ivaleyst kendasta fótbóltsspælara, David Beckham, sum í dag er 45 ára gamal. So kendur, at filmar og sangleikir vórðu gjørdir, har hann gekk inn í fiktiva realheitið sum eitt sementerað hugtak “Bend it like Beckham”, enntá í einum indiskum kvinnuhøpi í Afturhaldsbretlandi. Síðan giftist hann við eini poppstjørnu og flutti til USA, har alt ber til, bara tú hevur ráðini og ikki stjelur ein bil og ert svartur, sum Judas í aktuella filminum Judas and the Black Messiah. Hann er verdur at síggja, sum neyvan nakar annar biograffilmur í hesum døgum. Um ikki annað fyri at knýta nevan annara vegna og hinvegin banna stillisliga innantanna. Kanska vinnurin hann fleiri enn ein Oscar. So verður riot í gøtunum. Men til ber eisini - nú Kristiansa føroyska fótbóltsvinna við nógvum kristiligum íløgufelgum sjálvi gera vart við seg um málið - at seta hornafløgg, sum eru í ælabogalitum.  Tað gjørdi eitt Miðdanskt fótboltsfelag á MCH Arena í Herning. Hervið er hugskotið borið víðari undan sun

Lena og Niclas uppi í Gásadali

Í morgun hoyrdi eg Útvarpið spæla sangin hjá Jimmy Webb um The Highwayman, ein sangur, sum eg altíð hava fatað sum eina søgu um arbeiðaran, verkamannin, sum í fýra ørindum fer gjøgnum tíð og rúmd. Samstundis sum summi sløkkja fyri Útvarpinum, tá tey hoyra tílíkar sangir, ið tey kalla innihaldsleysan popp av smikursøta slagnum við einum drússi av country omaná, so spíli eg oyrini út, tí nú eri eg á ferð afturvið veingjaðu orðunum, á stórum vegum í enn størri landi, nærmast markleyst. Tú ert tónsettur verkamaður allra landa. Soleiðis er við resonansi. Sangurin gongur í eitt við løtuna og verður tín egni roadmovie. Longu meðan tú koyrir til Gásadals. Tí her er Lena. Ella rættari mín resonansur og fatan av Lenu Anderssen og hennara sangum, sum eru enskar tónsettar stuttsøgur slitsterkar gjøgnum mong ár. Ein intakt sangstjørna av singer songwriter slagnum, sum dámar væl orðið embrace og hevur eina natúrliga empati, sum bylgjar heitt móti tær við teim søgum, hon vevur teg inn í, meðan maðuri

Granska tína andaligu síðu!

Hon er mest bangin fyri at verða útihýst og ikki tikin seriøst sum trúgvandi og sum listafólk. Bangin fyri at verða misskilt. - Men eg havi nógv góð fólk rundan um meg, sigur Dania Oddmarsdóttir Tausen, nú filmurin um hana verður frumsýndur leygardagin undir heitinum Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir. Í dag byrjar CPH:DOX. Millum teir 177 filmarnar á filmstevnuni er føroyski heimildarfilmurin Skál, sum Maria Guldbrandsø Tórgarð hevur gjørt um Daniu Oddmarsdóttir Tausen. Fyri jól, gav Dania á forlagnum Sprotanum út samnevnda savnið, Skál, við 15 yrkingum.  Dania, sum er 22 ára gomul, er uppvaksin á Toftum og lesur ritlist á Setrinum. Tey tvey árini, hon hevur arbeitt við yrkingasavninum Skál, hevur Maria filmað hana og tey fólk, sum standa henni nær. Føroyski filmurin Skál er í tveimum førum úrvaldur at verða við í kappingum at vinna virðislønir á CPH:DOX. Filmurin verður sýndur á filmstevnuni leygardagin. Tá fer Anna Poulsen at hava samrøður við Daniu, vinkonu

Enn ein pólsk ferðabók um Føroyar

Um vikuskiftið fekk eg sendandi eina stóra spildurnýggja pólska ferðabók frá Kingu Eysturland í Klaksvík, sum forlagið Tramp í Szczecin gevur út. Samstundis segði Sabina Poulsen úr Søldarfirði mær frá um enn eina nýggja pólska ferðabók um Føroyar, Wyspy Owcze , við undirheitinum z pierwszej ręki , tað er "frá fyrstu hond". Tað er hon, sum sæst omanfyri, Sabina við egnu pólsku bókini um the Archipelago, oyggjarnar Føroyar, sum ferðamál. Mynd: kozadomowa Á Facebook profilinum Wyspy Owcze FO skrivar Sabina: Witajcie z tej strony, Sabina Poulsen. Mieszkam na Wyspach Owczych 15 lat. Mam dwójkę wikingów. Google translate hjálpir mær at skilja: Hey tú, eg eri Sabina Poulsen. Eg havi búð í Føroyum í 15 ár. Eg eigi tveir víkingar. Sabina er úr lítla býnum Odolanów dygst við Wielkopolska í Póllandi. Nú býr hon í Søldarfirði, har hon rekur Fjordcottage, sum er leigubústaður til í mesta lagi 6 ferðandi. Sabina er útbúgvin námsfrøðingur á lærda háskúlanum í Poznań, hon gongur nógv í før