Skip to main content

Posts

Miðbýarhundar

Í dag var heitur hundur at fáa í litføgru Deli kioskini hjá Astu í Tinghúsgarðinum, sum er niðanfyri Sparikassagarðin, mitt í g-punktinum, sum onkur hevur kallað fólksliga talarstólin, sum er í havanum hjá G. Her, millum tingið og býráðið, møtist miðbýarfólkið eina fríløtu at fáa sær miðmála. Við heitum hundi í hondini møtast høg og lág at skifta orð um miðbýin, hin gamla, hin verandi og hin komandi, um útistøð, sitipláss og opnar áir, uttan at tosa tað minsta um bilar og parkeringspláss, sum taka tað mesta, nú hann grønkar á vøllinum kring okkum. Miðbýurin er herligur. Fyri fólkið. Heilsufrøðiliga starvsstovan var á vitjan og upplatingin varð nakað seinkað. So varð reytt merki sett á røstu pylsuna, sum eg hevði glett meg mest til. Tí valdi eg mær eina lambspylsu við øllum. Men ikki so nógvan sinnop, tí í veruleikanum dámar mær ikki sinnop, men sum smakklig undirskorð í eini grýtu við stórhvalabúffi við ribs, á glaseraðum svínaryggi ella í heitum hundi, tá dámar mær serstakliga væl ein

Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, um filmin Minari

Foto: Ole Wich Tá Filmsfelagið sýndi virðislønta filmin Minari mikudagin hin 5. mai, innleiddi Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, sýningina við hesum orðum:  Filmurin Minari varð herfyri stóri vinnarin til Oscar-handanina, og hevur hann vunnið 105 altjóða filmsvirðislønir og er í uppskoti at vinna 211 aðrar.  Áhugavert er, at sjálvt navnið á filminum ”Minari” lýsir væl filmin sjálvan, ið snýr seg um ”at flyta”.  ”Minari” er eitt koreanskt orð og merkir persilla, verður sett í nýggja amerikanska jørð, og byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung, ið hevur røtur úr Suðurkorea.  ​Somuleiðis er áhugavert, at ferðandi, flóttafólk ella ”tilflytari” ikki er nýtt fyribrigdi og kanska ongantíð betur kent enn júst í okkara tíð – 2021, og upp gjøgnum søguna hevur menniskjað verið og er framvegis á ferð.  Eisini í ymisku frásagnunum í Halgubók eru flyting, ferðing, útlegd ella hetta at fara í útlegd afturvendani evni.  Ymiskar orsøkir og vónin um eina betri og bjartari framtíð

Nú kemur Skál!

Nú fara biografarnir í gongd aftur og Filmsfelagið bjóðar nýggjan feskan film. Mest áhugaverdur er helst hin føroyski Skál , sum Filmsfelagið frumsýnir týsdagin 25. mai. Fulla heitið á filminum er Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir. Tað eru Maria Tórgarð og Cecilie Debell, ið hava gjørt filmin, sum er um Daniu O Tausen. Í samrøðu við Birkblog sigur høvuðspersónurin, Dania O. Tausen, hví hon valdi at geva yrkingasavninum hetta heitið, sum so aftur bleiv heitið á filminum: - Eg valdi at savnið skuldi eita Skál, tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Mari

Klubbin og Tórshøll eru best

Kendi danski ølbryggjarin, Mikkel Bjergsø, hevur aftur verið í Føroyum, hesuferð við nýggju bjórini Iskold Mikkeller Classic, sum hann sæst við á tekjuni á Havnar Klubba. Mikkel er maðurin, ið er upphavið til heimskenda bjórnavnið Mikkeller, ið ferðast um allan heim, og samnevndu barrina í Dandastovu í Havn, har Gullhornið var fyrr , eins og handilin í Gongini. Enn stendur ein vælumtókt bjór á føroysku hillunum við áskriftini Gullhornið, kanska hin besta í landinum, um tær dámar bretska India Pale Ale og beiska smakkin, sum fer móti sitrus.  Nú er ein nýggj bjór komin, Iskold Mikkeller Classic, sum Mikkel nýtti høvið at bjóða fólki í Havn leygarkvøldið, tá hann bleiv limur í Havnar Klubba. Ein munin reyðbrúnari og mjúkari Viennalager við hunangssmakki, uttan at pásetligi beiskleikin hvørvir. Av øllum teim barrum, sum Mikkel og hansara fólk hava vitjað úti í heimi, eru nú tvær í Havn, sum hava hugtikið hann og hansara bjórtoymi, tí tær eru ein heilt serstakur tíðarlummi. Barrirnar eru T

Offurgerð við kúlu

Frálíki myndamaðurin hjá Portalinum, Sverri Egholm, lænti mær í morgun hesa nærmynd av eini grindakúlu, sum eftir drápið í Hvannasundi í gjár, er sett á húkin við innkonumvegin til Klaksvíkar.  Myndin er makthevjandi djevulsk og sipar beint til gamla høvdingasiðin í okkara upprunamentan, har høvdið á tí, sum var við undirlutan, var sett á eitt spjót at flagga, sum aðrar mentanir, ið ikki hava upplivað miðøld, enn praktisera á okkara døgum, og fáa fría atgongd til tess, tí almannagagnligar sjónvarpsstøðir hava skyldu til tess. Siga tær, redaktiónirnar. Sama helt Bjørn Nørgaard, sum í 1970 vildi geva pressuni ein undir vangan við at ofra eina tólv ára gamla ryssu, Røde Fane, úti á frosttaktu fløtuni hjá einum bónda í Hornsherred. Síðan legði hann alt í krukkur, sum vóru tað menniskjalutir klárir at gjøgnumlýsa í einum kanningarrúmi. Konserveraðu lutirnir av separeraðu og aldeilis fremmandgjørdu donsku sláturryssuni, sum einki, og hann endurtók ertandi, aldeilis einki, høvdu við napalmdre

Integratiónsprestur innleiðir Minari í Filmsfelagnum

Mikukvøldið 5. mai fer Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, at innleiða sýningina við Minari í Filmsfelagnum í Havnar Bio. Oscarvirðislønti filmurin Minari er um eitt koreanskt húski, sum flytir til USA í 1980’unum. Jacob og Monica, sum eru farin úr Korea, vilja finna eydnuna í USA. Eftir at hava arbeitt hart í California í nøkur ár, flyta tey nú til Arkansas, har Jacob vil verða bóndi og fara undir egið landbrúk. Monica er ikki so fegin um avgerðina, og aftur at byrja eina nýggja tilveru á berum úr einum gomlum húsvogni. Men hon uggar seg við at mamman, Soonja, skjótt kemur at ganga teimum til handa og at vera um børnini. Men hjá húskinum úr Korea er tilveran á bygd í USA ein mangan avbóðandi tilvera, sum tó eisini hevur gleðistundir við sær, treyðugt so.  Minari, sum er koreanskt orð og merkir persilla, sett í nýggja amerikanska jørð, byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung.  Í høvuðsleiklutinum sæst Steven Yeun, sum er kendur úr Burning og sjónvarps røðini The Wal

Besta snið á einum coupé

Coupé er eftir orðabókini ein bilur við tveimum hurðum; coupé kann eisini vera ein hálvklivi í endanum á jarnbreytarvogni. Sum vanligt er á flaggdegnum savnast ellisakførini niðast í Tórsgøtu og oman móti Vágsbotni. Varnaðist heilt har niðri, sum Nólsoyar Páll plagar at standa, hin myrkareyða tólvsylindraða BMW 8 bilin hjá Birgi Johannessen. Helst er hetta vakrasta coupé sving á nøkrum bili eg veit um. Og helst einasti tólvsylindraði bilur í landinum. Hevði eg havt mítt ordiliga kamera við, so hevði myndin verið betur. Men telefonin er altíð í reyvalummanum og kann eisini taka myndir av coupésneiddum bilum ein flaggdag í Havn. Hóast ellisakfør, so er linjuføringin tíðarleys.

No, I'm not homeless. I'm just houseless

Henda kvinnan, sum í andlitinum er eitt landslag, varð stóri Oscarvinnarin við filminum Nomadland í nátt. Besti filmur og besti leikari, og leikstjórin Chloé Zhao, fekk Oscarvirðislønina fyri bestu leikstjórn. Myndin er av permuni á nýggjasta Ekko, sum er einasta danska filmstíðarritið. Hon er høvuðsevnið í blaðnum, tí nú fer hon at læra seg onnur mál, eisini danskt sigur danska blaðið. Filmsfelagið vísti Nomadland 7. apríl fyri eini hugtiknari áskoðarafjøld.  Nomadland hevur higartil fingið 227 altjóða virðislønir. Ein lítil og óprangandi filmur, sum uttan nakra stóra pallseting søkir tað einfalda í tilveruni, tá tú missir alt uttan teg sjálva og bilin, sum tú innrættar til húsvogn.  Hóast heimleys og uppsøgd, sigur høvuðsleikarin, Frances McDormand: “No, I’m not homeless. I’m just houseless.”  The Texas Homeless Network sigur, at í løtuni liva 3 milliónir amerikanarar sum nomadar á henda hátt. ‘Fight for You’ úr svarta borgarrættindastríðsmannafilminum Judas and the Black Messiah

Skál fyri Skál!

Tað er Oscartíð og øll tosa um film. Nakrir av teim mest áhugaverdu filmunum hava verið sýndir her heima, men enn er ikki gjørt av, hvør fer at vinna størstu virðislønirnar, besti filmur og besti leikstjóri. Ja, vinna segði eg, tí hetta er ein kapping uttan líka, ein kapping, ið summi ikki orka at liva við, tí hetta er list og list kappast man ikki um, tí list er leys av kapping og leys av atgongumerkjasølu.  Akkurát í hesum meldurstreymi er djúpa kreppan í filmi í dag.  Meðan biografarnir hava verið stongdir, er full ferð sett á stroyming, so teir filmar, sum søkja ein marknað, langt síðan hava funnið hann.  Úrslitið er kríggj millum biografar og stroymarar. Taparin er áskoðarin, sum vil síggja aktuellan og viðkomandi film á stórum lørifti, men noyðist at taka til takka við skermi, sjónvarpi ella teldu. Men hóast hesar forðingar eru nakrir filmar, sum bróta karmin og vilja út í verðina, hóst løriftið ikki er í biografi, men bara á sjónvarpsskermi, so miðvísir og sannførandi eru teir

Burgari er ein fínur miðmáli

- Eitt ár uttan løn og helst verður juli fyrsti normali mánaður, tað bendir kalendarin á, sigur Ruben Busk í Street Food vogninum, sum í dag er uttanfyri Á handilin á Heykavegi á Hálsi, dygst við arbeiðsplássið.  Tí hava vit fimm, Sólvá, Sigrid, Trygvi, Enna og eg, gjørt av at trivnaðartiltakið hesuferð skal verða ein burgari í hondina á middegi. Ein burgari, sum eisini er til ummælis. - Heimabakaður bolli, sum er serstakliga góður. Fastur og kompaktur, men eisini krispy og smakkar væl, hevur góðan konsistens, er stórur, men brotnar ikki, er gjørdur úr góðum mjøli. Tað eru vit øll samd um, og at ræsti smakkurin er mildur. - Dressingurin er sindur súrligur og í góðari javnvág við ræsta smakkin. Mongdin er generøs, men hvørki vulgér ella til yvirmáls, men akkurát til pass. Grønmetið er gott og væl skorið, og er tí broyskið at bíta í. Marineraði reyðleykurin gevur endaliga góða smakkupplivilsið, eisini í liti, eru vit samd um. Sólvá royndi nýggja burgaran, ið varð seldur undir heitinum sk