Í dag hoyrdist, at einasta blaðpressa í landinum ber seg ikki, og fer at snara lykilin um á ólavsøku. So er slætt borð, einki blað verður prentað og einki útistandi er. Frá at vera heimsins mest avíslesandi fólk eru vit endaði í null. Hinvegin, tað er eisini endamálið við ein projekti. At enda í null. Góða innleggið, sum fyrr var í Dimmu, er langt síðan hildið uppat, Sosialurin roynir seg enn við einum vikuskiftisinnleggi, luftborna Pressan í Útvarpinum kom ikki afturíaftur, og mest sum bara aftureftirlítandi sendingar eru í tí miðilinum, sum eg altíð havi hildið vera hin fremsta og einasta tjóðarbyggjandi í landinum. Tað haldi eg enn. Men lesa fá, so lurtar eingin. Bara tey á mínum aldri og nógv eldri, sigst. Tá eg skilti, at Útvarpið verður betraktað sum ein óljóðskassi í einstaklingasamfelagnum, royndi eg meg um dagarnar við einum poddi, sum tey siga, skal bjarga gamla útvarpsmiðlinum. Gjørdi hann saman við Árna, men annars púra fyri meg sjálvan á einum stuttligum skeiði, eg slapp