Skip to main content

Posts

Jóanes málar leik á Tjóðpallinum

Portrettið er heitið á nýggjum leiki hjá Jóanesi Nielsen á Tjóðpalli Føroya. Tað skrivar pallurin í tíðindaskrivi í dag, nú boðað verður frá, at tey fara undir leikárið 2021-22.  Lagt verður fyri við Jóanes Nielsen.  Portrettið er ein fiktiv søga, men kortini við persónum, sum høvdu alstóran týdning fyri vinnulívið, trúarlívið, og serstakliga fyri menningina av føroyskari málningalist miðskeiðis í 20. øld.  Tí verður í tíðindaskrivinum sagt, at Jóanes málar nýggjan leik. - Men tá ið tann stóra politiska ódnin herjar, broytist alt. Loynidómar, sum illa tola dagsins ljós, verða avdúkaðir. Tann, sum í gjár var høgt mettur, er í dag brádliga illgrunaverdur og vanvirdur. Hetta er tann ytri karmurin um leikin Portrettið eftir Jóanes Nielsen, ið hevur frumsýning fyrst í november. Hinir báðir leikirnir eru Virus - tá ið vísindi fekk ævintýr í æðrarnar  eftir Kristinu Sundar Hansen og skemtileikurin Lítli og stóri Klávus . Sagt verður í tíðindaskrivinum, at endamálið við leikinum hjá Kristin

Tjørnuvík - surfers paradise

Vátdraktir eru hongdar út á snórin at turka í Tjørnuvík um vikuskiftið, har nógv fólk, bæði innlendsk og útlendsk, koma at standa á brimfjøl, surfbretti, á aldunum út fyri bygdini. Hyggur tú av bratta vegnum og oman á víkina, ið er út fyri sandinum, kirkjuni og bygdini, so sært tú karmin um nýggjasta íkast og ferðavinnumál í kendu Kingobygdini - at fanga og temja bylgjurnar við brimfjøl, eins og Beach Boys gjørdu við californisku strendurnar í sekstiárunum, og serliga Hawaiioyggjar hava gjørt til ítøkilig ferðamál. Men onnur støð sum Pichilemu í Kili - og so sandurin og aldurnar út fyri Tjørnuvík hava fest seg á heimskortið hjá teimum, sum ferðast langt at ríða á aldum. - Tjørnuvík er eitt sætt surf paradís, men tað var nærum ókent tá Katrin byrjaði at surfa her í 2015. Nógv er broytt síðan, og Tjørnuvík er blivið eitt etablerað og kent surf stað í dag, sigur Andras Brixen Vágsheyg frá Faroe Islands Surf Guide . Í Sunda kommunu búgva 1811 fólk. Størstu bygdirnar eru Hósvík, Streymnes

Besta summarmyndin eftir koronastongsil

Bestu summarmyndina í ár tók Evy Toftegaard Nielsen, sum býr í Nólsoy. Summarsliga myndin er av tjúgu kvinnuligum og trimum mannligum havdypparum við Malarenda á Ovastevnu í Nólsoy. Við sýni úr køksvindeyganum oman á kampingplássið yviri við Strond í Havn ber til at eygleiða, nær ferðavinnusummarið byrjar og nær tað endar, og hvussu undirtøkan er og hevur verið, nú koronatrýstið fyri fyrstu ferð er linkað. Í ár hava serliga nógvir VW California kampingbilar ymsastaðni úr Evropa, kanska mest úr Niðurlondum, verið á plássinum. Men nú er liðugt.  Hetta var so tað. Ovastevna hevur verið í Nólsoy, har tey siga, at summar hevur ikki verið, uttan stevnuna, ið er útmark fyri summarið. Um ikki liðugt, so er summarið komið á hall, tá Ovastevnan er liðug.  Ídni borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, tók aftur í hetta sama útmarkið, tá hann setti Ovastevnuna í sólskyninum leygardagin, og undanfarni borgarstjórin, Annika Olsen, hevði gjørt tað stórbragd, at hon svam um breiða fjørðin. Høvuðsparturi

Nýggjur føroyskur filmur "Love Acts"

Hetta er síða 26 í júst kunngjørdu skránni fyri altjóða filmstevnuna í Haugesund, sum er í døgunum 24.-27 august. Tá verða teir norðurlendsku filmar, sum kappast um norðurlendsku filmsvirðislønina, kunngjørdir. Men tað mangan forvitnisligara er ætlanin um ein nýggjan føroyskan film, "Love Acts", hjá Anton Petersen, sum verður kunngjørd í skránni. Til høgru sæst svenski leikstjórin Richard Hobert, sum gjørdi "Fågelfangarens son". Partur av skránni í Haugesund er sýnisgluggin New Nordic Films, har framleiðarar fáa 7 minuttir í part at pitcha , tað er at greiða frá um nýggjar ætlanir at gera film og harvið at leita eftir íleggjarum undir heitinum Nordic Co-Production Market Projects. Framløgurnar vera bæði á staðni og á netinum mikudagin 25. august. Filmsfelagið skrivar í dag á Facebook , at millum tær 19 verkætlanirnar, sum eru á skránni New Nordic Films á fremstu altjóða filmstevnuni í Noregi, er í ár ein føroysk filmsætlan: "Love Acts" hjá Anton Petersen,

Fullkomið samljóð í Gásadali

Uppi í Gásadali, har fjúrtan fólk búgva, er fullkomið samljóð, tá umræður ferðavinnu og at vera um tey vitjandi, innlendsk ella útlendsk, antin tey koma í bili ella á motorsúklu av flogvøllinum ella av Norrønu í Havn. Her síggjast eingir bussar. Her er eittans skelti í øllum Dalinum. Tað er á portrinum niðri við Múlafoss, har skrivað stendur ”Keep closed” afturvið eini fittari mynd av seyði.  Í øllum dalinum sæst einki annað boðskelti til hin ferðandi. Einki. Píkatráður er eingin, hóast vítt er um at fara og landbúnaðararbeiði er alla staðni.  Tráddar gøtur eru lagaliga merktar við bandi og smáum reyðgrønum pelum, so ókunnufólk vita, hvar gangast skal, uttan nakað visuelt róp av ágangandi slag. Alt tykist mær at vera í samljóði við náttúru og fólkið á staðnum, so samfeldi dalurin andar frið og rekreatión. Tað tykist vera fremsta ynski hjá teim búsettu, bóndaskapur og rekreatión, sum hin vitjandi skal kenna seg fjálgt innbjóðaðan í.  Meðan bóndin situr í traktorinum og rystir grasið yts

Visuell magi

Um vikuskiftið bjóðaði leikbólkurin Tvazz til fimtan ára veitslusýning í høllini í Norðurlandahúsinum við Ó - søgur um djevulskap , risastóru skaldsøguni, ella fragmenteraða savninum, hjá Carl Jóhan Jensen, sum Sprotin gav út í 2005. Nú átøk verða gjørd, at fáa fólk at lesa føroyskt, er av týdningi at hefta seg við, at søgan sigst vera hin torførasti teksturin at lesa seg gjøgnum á føroyskum lendi. Tí byrjaði leikurin rímiligvís uppá skúlameistaramanér við at spyrja tey møttu, hvussu nógv høvdu lisið hana, djevilsku skaldsøguna, eftir at leikbólkurin impromptu breyt seg inn í høllina við eini dragukistu við áskriftini BK fyri Bænadikt Konradsen, navnið á keypmanninum, og hann, ið gróðursetti óndskapin. The usual suspects rættu hondina upp. So er vøllurin strikaður av millum tey lisnu og tey ólisnu, og tímarnir, teir eru tveir, kundu byrja. Vit eru í einum rættarlæknafrøðiligum krimiumhvørvi. Kitlarnir eru hvítir og tey fara í hárfínt hvassan dialog við skaldsøguna, tey skriva við kriti