Skyggen i mit øje er nýggjur filmur, sum Ole Bornedal hevur gjørt um hendingina fyri krígslok, tá Franski Skúlin á Frederiksberg varð bumbaður av einum mistaki. Filmurin, sum er framúr til undirvísing í hádeild og á miðnámi, hevur ein føroyskan vinkul, sum Óli Jacobsen úr Gøtu fer at greiða frá um, tá hann innleiðir sýningina í Filmsfelagnum mikudagin 13. oktober, tvær vikur undan almennu frumsýningini í Biografklub Danmark. Bumbað av misgávum Um morgunin hin 21. mars í 1945 gera nunnurnar og skúlanæmingarnir Rigmor, Eva og Henry klárt at byrja dagin í Franska Skúlanum á Frederiksberg. Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur tikið sær høvuðssæti undir krígnum. Men á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur. Álopið eydnast, men stutt frá hesum staðnum hendur ein vanlukk