Fyrr, tá alt var betri, tosaðu arkitektar um at byggja í samljóði við lendið, lata ljós skína gjøgnum húsið, ið skuldi vera ein organisk vera, sum altíð segði nakað um tey, ið har búðu. Húsið var teirra narrativ. Serliga var tað arkitekturin Palli Gregoriussen, ið plagdi at taka til, at tú altíð skuldi byggja í og við lendinum, og aldri uppímóti ella í andsøgn við lendið, tá tú vart arkitektur og skuldi tekna og byggja hús fyri fólk at liva í. Men so hendi tað bráddliga, haldi tað var í Hoyvíkshaganum, har fólkatalið eksploderaði og eftir ongari tíð bleiv tað næststørsta í landinum, eins stórt og í Klaksvík. Í hesi gongd við vøksturi, tilflyting og tiltakandi íbúðarneyð, veksur fram ein sjálvsagdur vilji at betala tað, sum tað kostar, at fáa tak yvir høvdið og seta fót undir egið borð, sum sagt varð fyrr. Fót undir egið borð. Ein heil messa í Ítróttarhøllini á Hálsi, har tú skuldi betala fyri at sleppa inn, fyri at vita, hvør best kundi selja tær eini hús, sum tú kundi ganga runt um og