Skip to main content

Posts

Ársins orð

Hóast bæði morgunsendingin hjá Útvarpinum og onkuntíð eisini Fólkaheilsuráðið gera sítt ýtarsta hvønn gudsskapta morgun at sjabbast um Facebook, og tala fólk frá at brúka sosialar miðlar, so samdist ein dómsnevnd í morgun kortini um, at ársins orð er sammóðir . Í fjarstøðu við samskiftistøkni. Frálíkt val, tí tað er eitt nýkomið orð, sum er sprottið úr samfelagsliga veruleikanum, ið hevur ávirkað politisku skipanina, sum hevur fingið kroyst henda veruleika inn á seg, hóast einstakir maktpolitikarar hava mótmælt, og gera tað enn, við gudiligum undanførslum. Men Málráðið hevur ikki dagført heimasíðuna síðan í fjør, tá sóttarhald var ársins orð. Og kanska skal okkara alra talgilda orðabók eisini dagførast alla tíðina, so annað enn sambróðir er at finna í orðsmíðaða patriarkatinum. Tað er ikki bara at biða lova sær. Hinvegin, leitar tú í frágreiðingini, nummar tvey ovast til høgru, so finnur tú eina danska, tvær enskar og eisini tvær týskar tilvísingar: "medmor", "co-mothe

Jólatrøini eru ikki altíð so vøkur

Eitt jólatræ er ímyndin av jólum, friði, samstarvi og hugna, nú árið rennur út, og øll skulu vísa, hvat kom burturúr. Í Havn er tað kommunan, sum tendrar træið á Vaglinum, og fær okkum at savnast um tað við sangi og røðum undir brandstiganum, har jólamaðurin stendur á ovasta stigi og festir í alla herligheitina. Upprunaliga vóru tað Norrønu feløgini, sum eftir fyrra verðaladarbardaga settu sær fyri at skapa frið í okkara parti av heiminum gjøgnum vinabýir, ið samstarvaðu við kommunustýrið og so eisini persónliga gjøgnum fólksligu Norrønu feløgini.  Tá kom jólatræið í Havn úr vinabýnum Birkerød, sum nú eitir Rudersdal kommuna, hóast vit neyvan hava gloymt V4 táttin um danska træið úr Birkerød. Hinir vinabýirnir eru Asker í Noregi, Eslöv í Svøríki, Jakobstad í Finnlandi og Garðabær í Íslandi.  Vinabýarsamstarvið, sum eisini er úti í stóru verð og á enskum verður kallað Twin Cities, er til enn, men Havnin er farin úr gamla samstarvinum. Í staðin hevur hon tikið upp samstarv við norðurlend

Hundavald

  Foto: Bjarni Árting Rubeksen Sálmisturin minnir okkum á tað hundavald, sum kemur í, tá menn gerast sjúkir eftir makt og lata rot koma í atferð og yvirvøld. Tað sóu vit á tingi, tá fólkaræðisliga skipanin var í fríum falli, og landsins kosnu uttan avmarking í eins fríum vitnisburði kundu greiða frá um egnar upplivingar, tá teir kendu seg fjøtraðar í einum lgbt-reiðri har suðri á evropeiska meginlandinum.  Um henda hallusinerandi royndin í bundinskapi var í kjalarvørrinum á Timothy Leary, varð ikki sagt, men landsmaðurin Thomas Savage kendi seg í hippieárinum sjeyogtrýss kallaðan at skriva søguna The Power of the Dog , ið ávarar menn um eitrandi hundavald. The Power of the Dog.  Av somu ávum hevur nýsælendska Jane Campion gjørt søguna til film við sama heiti, sum Sálmisturin í fyrndini risti úr ermuni, tá hann ávaraði um rot, tí hann sá hundavald fyri sær.  Einki er nýtt undir sólini. Og tí stendur tyktandi áminningin hjá Sálmistinum enn fyri okkum: ”Máttur Mín er tornaður upp sum pott

Fotografera, so tú minnist, hvar tú hevur verið

Triða sunnudag í advent vóru vit við Hoyvíkstjørn, at geva dunnunum og svanunum breyð. Um tveytíðina meðan tað enn er ljóst. Tá breyðpakkin er uppi og sólin er um at fara niður aftanfyri Kirkjubøreyn, fer Olaf at sproyta eftir dunnunum. Sindur djarvur, tí tær kundu reist fjarðarnar, serliga stóru svanirnir. Olaf vil hava myndatólið frá abba og sleppa at fotografera dunnurnar, svanirnar og alt, sum er við Hoyvíkstjørn, eisini tunnuflakan, sum er sokkin og rennuna, sum hann pissaði í. "Man skal fotografera, so man minnist, og ikki gloymir, hvar man hevur verið," sigur Olaf. Meir skal ikki til, at abbi er samdur, og letur Olaf sleppa at fotografera. Gott at abbi hevur fartelefonina. Eftir smølu gøtuni millum Tjarnargarð og húsini hjá Føroya Arbeiðarafelag, sær Olaf eitt myndaveni. Tað er múrurin, sum fyrr hevur verið bláur, men nú er hvítur. Málingin er dottin av, so ein bláur blettur kemur fram. Ein greið grafisk mynd, sum sigur søgur. Hann steðgar, siktar og trýstur á knøttin.

Disneykvæði og maktpoesi

Einaferð fekk eg íslendska Disneykvæði, Disneyrímur (1978), frá íslendska høvundanum og teknaranum. Síðan bleiv forvitnisliga bókin burtur, og er onkur sum hevur hana, við einari dedikatión á titulblaðnum, so er tað í allari óbeskeðinheit mín. Kanska hin einasta í landinum. Júst hetta við unikku monopolstøðuni, at eiga tað einasta eina, sum øll vilja hava, er dagsins støða hjá Disney.  Tey eiga bestu filmar í dag, trýpartarøðina ”Get Back” um Beatles, nýggju versjónina hjá Spielberg av ”West Side Story” og ”The French Dispatch” hjá Wes Anderson, sum ivaleyst er mest sniðfundigi stílmeistari í filmi á okkara døgum.  Eingin av hesum filmum koma til Føroya, tí Disney+ sæst ikki her. Disney hevur gjørt Føroyar til limbo og vit eru í tí Disneyøkinum, sum sviar kalla ”förintelse”. Veit væl, at VPN loysnir eru møguligar, tá vit frákopla føroysku landakotuna, og kunnu síggja Disney+ produkt ólógliga á okkara egnu lógligu teldu og alt annað við. Men ikki í biografi. Disney er farin í kríggj vi

Sterkur vinnarafilmur úr Klaksvík

Filmsgerð hevur tað gott í skúlunum úti um landið. Tað kundi staðfestast í Havnar Bio í kvøld, har næmingar vístu seks úrvaldar filmar í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi. Karmurin er tey seytjan Heimsmálini hjá ST. Í ár varð varpað ljós á triðja heimsmálið, og tann partin, sum er um trivna og góða sálarliga heilsu fyri øll. Tað var nýsetti trivnaðarrágevin í Námi, Tóra Petersen, sum skeyt upp, at henda vinkling varð vald í ár. Og væl hepnaðist. Við læraranum Magna Husgaard, sum sást í sendingini lyst fríggjakvøldið, hevur flokkurin T1A í Tekniska skúla í Klaksvík arbeitt í trimum bólkum, sum hava gjørt hvør sín film til stuttfilmskappingina har vinningurin er ikki minni enn 30.000 krónur. Ein av hesum trimum filmum úr Klaksvík, ” Neisøgni til vælvildu” , gjørdist vinnarin í ár.  Tað avdúkaði stjórin í Námi, Eyðun Gaard, tá hann handaði flokkinum úr Klaksvík tær 30.000 krónurnar. Ein fimmpersóna dómsnevndini hevði undir leiðslu av Árna Øregaard, formanni, gjørt av, at virðislønin s

Annar sunnudagur í advent

Sólin stendur lágt, munurin á ljósi og skugga verður hárhvassur, og stutt eftir middag liggur Boðanes í litleysum skugga. Innan vit koma so langt, súgva litirnir mettuna í seg. Upp móti bláa fjørðinum er reyði konteynarin eitt mynsturverk, bara brotið av monotona pelanum, sum í kvøld fer at kasta ljós yvir myrka vegin og ljósa gonguteigin. Lívið er ein førningur við mynstrum. Í Hvamminum, uppi í brekkuni, stendur vakstrarhúsið í eins hvassari kontrast undir Lágargarði og minnir okkum á tíðina og ljósið, sum svinna, nú gøtan fer fram við Boðanesheiminum, og sýnið millum Stong og Eystnes manifesterar seg, sum gekk ellisheimsgøtan heilt út í havsbrúnna. Av tóma kampingplássinum sæst til vinstru handar inn í Eysturoynna við teim eyðkendu kavaklæddu tindunum heilt norður í Sundalagið meðan aldan stillisliga brýtur. Á trøðni hjá Júst hava dúgvurnar savnað seg á tekjuni at njóta tær seinastu strálurnar frá lágu adventssólini. Tyrlan kemur úr Dímun og setir seg á pallin við Hvítasand. Skuggarn