Skip to main content

Posts

Einki kríggj við havnakantin í Runavík

Ein hin mest aktiva kommunan í landinum, Runavíkar kommuna, boðar nú frá, at hon heldur fram at avgreiða russisk skip og áhugamál sum fyrr, og sum um kríggið í Ukraina og staðfestu russisku krígsbrotsgerðirnar har eru aldri hendar, ella eru uttan týdning fyri føroysk vinnumál.  Kommunan upplýsur , at: "Í vikuskiftinum kemur ”Kapitan Demidenko” á Runavík fyri at umskipa veiðuna umborð á farmaskipið “Silver Storm”. “Ester” sleipar “Baltiyskaya Kosa” til lands vegna maskinbrek og “Mekhanik Sergey Agapov” er eisini væntandi ein av fyrstu døgunum. Skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi eftir tvílandaavtaluni, sum hevur verið galdandi millum Sovjet/Russland og Føroyar síðan fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar 1. januar í 1977." Kommunan, sum í dag er ein langur kaikantur, rættvísger framhaldandi samstarvið við krígstjóðina Russland við hesum orðum: ”Yvirhøvur hevur verið tøgn um málið síðan. Ikki eitt orð úr samgongu tíansheldur úr andstøðu og ikki eitt kis úr uttanríkisráðn

Arktis á filmi

Tað er ísur og áhaldni, tá menn verða filmaðir í Arktis. Nýggjasta søgan er Netflixfilmurin Against the Ice (Peter Flinth 2022), sum byggir á sonnu søguna um pólfararan Ejnar Mikkelsen (1880-1971) í egnu bókini Farlig tomandsfærd (1955), og Iver Iversen (1884-1968), sum báðir vóru danskir, og í 1909 fóru til Grønlands við skipinum Alabama at fullføra Danmarks-ekspeditiónina hjá Ludvig Mylius-Erichsen tey bæði árini undan. Fullfiggjandi ørindini eru nú endaliga at prógva, at Landnyrðingsgrønland er ikki skift sundir í tvey, so siglast kann gjøgnum eitt sund, sum er millum fastlandið, ið Danmark eigur, og sokallaða Peary Land, sum amerikumenn vilja taka. Vit eru í fyritaksomum emperiubyggjandi tíðum stutt eftir frambrúsandi aldarskiftið. Í sjónvarpi er upp í leypar av sjónvarpsformatum um at búgva, har eingin skuldi trúð, og um at yvirliva í oyðuni, um hon so er køld ella heit. Náttúran, og at berjast móti henni, er hot, ikki minst í kulda. Heroisku filmarnir, sum í eina góða øld hava

Annika Olsen - Ársins Brita

Raclip hevði eina fína sending úr Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld við heitinum "Konubrot og Britubrim." Høvuðspunktið var, at Annika Olsen varð kosin Ársins Brita , sum er ein nýggjur heiður á kvinnudegnum 8. mars.  Forkvinnan í javnstøðunevndini, Mai Laksáfoss, greiddi frá um gamla týdningin í heitinum brita, og tann týdning, sum nú verður lagdur í tað. At undirstrika nýggja týdningin, varð tað landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Sólvit E. Nolsøe, sum handaði Anniku heiðurin.  Anniku fotograferaði eg á ólavsøku í 2017, tá hon varð heiðrað við borgarstjóraketu, seinni sama ár, tá hon setti ísraelskar filmsdagar í Filmsfelagnum, fyri jól tá matstovan Tarv lat upp í Vágsbotni og í januar 2018, tá hon saman við Grindamannafelagnum møtti borgarstjóranum í Taiji í Japan, Kazutaka Sangen. Við øll hesi høvi var Annika borgarstjóri í Havn.  Við tiknu myndunum fari eg at ynskja tær til lukku við nýggja kvinnuheiðrinum, Annika! Mín meining er, at Annika burdi verið kosin forkvinn

Nær kemur tú á botn í ekkókamarinum?

Føroyar eru eitt Facebookland. So púrasta. Gamaní eru fólk, sum ikki vilja vita av ovurhondshenta Facebook sum torg á heimrustini at deila nútíðarhugsanir. Tað er sum tá Gutenberg í fyrndini uppfann prentkynstrið og inkluderaði tey minnimentu. Tað var ikki uttan stríð, at tey skriftlærdu máttu finna seg í, at nú fóru eisini onnur at lesa og hava ráð at keypa bøkur. Men í samtíðini, okkara samtíð, eru tað ofta tílíkir íðukálvar, ið skapa framtíðina og serlig rák, ið vit ikki varnast beinanvegin. Vit pakka tað niður í orðið afturundirgerð. Gott at taka fram seinni. Nú føroysk spælivika er í Útvarpinum, og tey hava megnað at senda ein journalist út í heim, so vit sleppa undan at uppliva heimin á fremmandamáli, varnaðist eg kvinnumorgunin ein Facebookfyrispurning um banniorð til kvinnudagin, sum hevur móðurmálsgóðkenda navnið Beata.  Mannligi spyrjarin var í uppisetri fyri banniorð.  Píkarill, óreinskusettur og dekansfari.  Tað var ein sannkenning, sum vildi nakað. Á Facebook at koma til t

Seven Klaksvík Angels

Føroya mest forkunnuga whiskysmakking nakrantíð, soleiðis ljóðar innbjóðandi yvirskriftin til Klaksvíksútferðina hjá EinMalt úr Havn fríggjadagin. Koronastongsilin er av og nú er aftur opið fyri tiltøkum úti um landið. Legst tú við krími, so er tað tað tað er. Krím. Og nú undirstøðukervið er ment við tunnlinum undir Tangafjørð, so tú ert leysur av tí langleitta Sundalagnum, er lagamanni at fara eitt legg út um bæði ringveg og bøgarð og so langt norð, sum slepst. Whiskyfelagið, sum varð stovnað í 2008, og hevur hildið til í Hornahúsinum, hevur leitað sær norður til Norðmalt í gomlu Seglhúsunum í Klaksvík, har eisini myndlistaframsýningar eru, og reklamuvirkið Grafia heldur til. Frálíkt umhvørvi. Í løtuni er myndlistaframsýning við Torbirni Olsen, Anker Mortensen, Bárði Jákupsson og Eyðuni av Reyni. Gott at hava ein listarligan glugga út í heim. Sebastian Eriksen úr Vestmanna er formaður, og nú eisini sjaførur við fullum bussi norður og suður. So tænastusinnaður Sebastian er, man hann ve

Børn í kríggi

Hesa mynd av eini rýmingi, desertøri, úr russiska herinum, hepnaðist eg í friði og náðum at taka í Sankta Pætursborg fyri tjúgu árum síðan. Hann segði mær navnið, men eg vildi ikki brúka tað. Helt, tað kundi bara koma honum aftur um brekku, brúkti eg tað. Tí eftir at verða læknakannaður í næsta rúmi fyri sár og blá merki eftir tortur í herinum, livdi hann nú undir jørð í Putinbýnum, ið zarurin Pætur Mikli bygdi fyri trýhundrað árum síðan sum eitt vindeyga móti vesturi. Í dag er hann størsti milliónabýur á norðurklótuni. Men hann vildi ikki til Kekenia, rýmingurin. Tí varð hann bukaður og skuldi rinda pengar til næsta fyrisetta. Spurdi meg sjálvan, um eg varð drigin uppá tráð við eini fyrigykling av sápuleysum russaradrama, ið týðuliga livir sítt egna lív, akkurát sum vesturlendaskar sitcoms og soap operas gera tað allan hin sjónliga sólarringin í public service sjónvarpi. Knappliga broytist senan og søgan. Eitt løgreglulið lameterar úti í gongini og vil hava at vita, hvør tað er, sum e

Holodomor 90 ár

Var tað ikki fyri ein holocaust yvirlivara, so var 44 ára gamli forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, ikki til. Tí er løgið, at russiski nýdespoturin, Vladimir Putin, velur at leggja so hart út við nazikortinum, fyrst at verja egnar russar, sum hann sigur vera fyri fólkadrápi, genocide , sum í nazitíðini, har eysturi í Ukraina, og síðan sjálvur í talum til allan heimin at karaktermyrða ukrainska forsetan og hansara fólk í Kyjiv sum nazistar og narkomanar.  Og varð tað ikki nóg mikið, so eru í ár 90 ár síðan klassiski despoturin, Josef Stalin, setti holodomor , hungurðsmorð, í verk í Ukraina, at breyðføða egnar hermenn.  Hesin skipaði kornstuldur úr Ukraina elvdi til hungursneyð, sum kostaði í minsta lagi hálvari fjórðu millión ukrainum lívið, og síðan hevur verðið rópt holodomor, sum uppslagið omanfyri úr Collins Dictionary sigur.  Og var tað ikki fyri walisiska journalistin Gareth Jones (1905-1935), sum doyði 29 ára gamal í innara Mongolia, so varð ikki grett um søguligu valdsgerði

Tjóðleikhús á eystara havnaøki - við rúm fyri biografi!

Á býráðsfundi hóskvøldið kom undan kavi ein bóklingur, Uppskot um heildarætlan fyri eystara havnaøki , sum Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevði latið úr hondum 16. januar.  Bóklingurin elvdi til, at ein rúmlig heildarætlan fyri eystara havnaøki í høvuðsstaðnum, har landsins Tjóðpallur skal byggjast og Skansin enn skal standa órørdur, varð einmælt samtykt á býráðsfundinum. - Málið er nú avgreitt frá okkara síðu, og viðvíkjandi Tjóðpallinum er tað nú upp til mentamálaráðharran at fáa undirtøku í løgtinginum fyri at útvega fígging til og at prosjektera tjóðpallin, segði ein vælnøgdur borgarstjóri, Heðin Mortensen, eftir býráðsfundin hóskvøldið. Bóklingar og ætlanir frá Býarskipanardeildini hava gjøgnum árini verið áhugaverdur lesnaður, tá miðbýurin skuldi definerast og skilmørk setast millum funktiónir, og hvussu markamótið kann hugsast at verða millum fólk og bilar til dømis.   Eg havi klipt nøkur orð úr forvitnisliga bóklinginum, sum Rókur á Snarskivuni gav mær innlit í. Myn

Eg var til te hjá keisaranum í Kina…

Umframt vælskrivaða, reflekterandi og drúgva ummælið hjá Trygva Danielsen  í Dimmu av filmsrøðini Trom herfyri, er í dag eisini eitt hugleiðandi listummæli hjá Kinnu Poulsen av somu krimirøð á ikki minni enn tveimum opnum.  Ikki hissini Trom umrøða. Í sama blaði. Og hondina á hjartað. Í endanum á listaummælinum fer ummælarin at ummæla ummælarar, sum hava ummælt produktið, sum er teir seks partarnir av sjónvarpskrimirøðini Trom. Flennandi, trúði eg ikki mínum egnu eygum. Men fekk so eitt hugfarsligt og afturhorvandi flash back til yngstu skúladagarnar, tá vit fyrst spældu hitt simpla gitispælið, Grind spik og eplir , og so eleveraðu vit okkum upp á undirhaldandi minnisspælið Eg var til te hjá keisaranum í Kina. So varð uppgávan at minnast, hvørjum tú møtti.  Sum frá leið gjørdist minnisrøðin longri og longri og krøvini til at minnast samsvarandi, serliga tað navnið, sum akkurát varð sagt, skuldi tú ikki verða dømdur úti. Og so kundi onkur kreativur næmingur gudhjálpitúmær finna uppá at

Flúgviradarin

Nú hendi tað so meðan vit svóu, hóast vit øll vistu tað. Putin’sa Russland legði á í Eysturukraina, tí har eru hansara fólk fyri fólkamorði, sigur hann, fegin um at hava gjørt sær einar bakdýr inn í stóra evropeiska landið, sum fyrr var sovjettiskt, men nú er størsta grannahóttan, sum kann fara upp í Nato og ES. Men fólkamorð í Ukraina, sum Putin sigur, tað havi eg ikki hoyrt um síðan hungursdrápini holodomor , tá Stalin fyri 90 árum síðan hevði brúk fyri ukrainsku kornmarkunum at breyðføða egnar sovjettiskar hermenn. Úrslitið varð hugursneyð á staðnum, tí alt tað ukrainska kornið varð flutt burtur. Tað er staðfest sum fólkamorð í Ukraina. Í kríggi er fyrsta ofrið sannleikin. Tá Hitler er tikin úr rúgvuni, eru eftir øllum at døma fáar søgubøkur í Eysturevropa, sum lýsa júst tað, men vestanfyri eru flestu dømi um søguliga manipulatión júst úr Eysturevropa, har leiðandi politikarar hava retusjerað fólk, tá tey blíva ov farlig at hava sum vinir. Tað lærir politiska søgan okkum. Meðan vit

Nám keypir rættindi at brúka nýggja føroyska sjónvarpsrøð

Dánjal á Neystabø og Búi Dam (KVF) Nám hevur gjørt avtalu við Búa Dam og Dánjal á Neystabø um komandi sjónvarpsrøðina ”Seks spurningar um at vera menniskja”.  Í tíðindaskrivi í dag verður sagt, at Nám hevur keypt rættin til at brúka teir seks partarnar til undirvísing í barnagarði og skúlaverkinum. Fyrsti partur verður sendur í Kringvarpinum fríggjakvøldið 11. mars. Búi og Dánjal, sum eru kendir frá ”Ævintýraferðini”, hava gjørt sjónvarpsrøðina, sum er í seks pørtum, ið vara knappan hálvan tíma hvør.  Tilfarið í sjónvarpsrøðini viðger grundleggjandi tilveruligar spurningar á ein hátt, sum ikki er sæddur fyrr. Nám hevur havt tætt samband við framleiðararnar, so hvørt tilfarið hevur verið gjørt, og metir, at lidna tilfarið kann brúkast saman við børnum, ungum og vaksnum bæði í barnagarði og í skúla. Fyrrárið vunnu Búi Dam og Dánjal á Neystabø Geytan fyri eksistentiella barnafilmin ”Hví eru vit her?”, sum er ein undanætlan, ella pilotur, fyri alla verkætlanina, sum nú er gjørd. Dómsnevndi

Meðan eg røri í lívsins grýtu

Sum mentabrúkari í Havn legði eg í dag til merkis, at bara tíggju krónur eru á muni, at vitja Listasavnið við føroyskari list í hundrað ár, og síðan at keypa eina kotilett niðri í Irish Pub. Gamaní, eina siðsøguliga eina, ja eina Havnarkotilett við sós og reyðkáli, akkurát sum í Perluni í Vágsbotni fyri hálvtrýss árum síðan.  Annan vegin kann tað merkja, at almenn list verður lítið stuðlað, og roynir at fóta sær í trongum skóm, meðan fólkslig matstovuvinna er væl fyri og nógv vitjað, tí hundraðkrónuseðlarnir sita leysir í lummanum hjá verkamanninum. Júst tað er kenda sitatið frá fyrsta matstovueigara við Steinatún. Um náttina eiga øll ein leysan hundraðkrónuseðil, segði hann, stílskaparin Mouldi. Í dagsljósi í Havn er ikki traditión fyri at tikið verður saman um, hvussu nógv ein myndlistaframsýning umsetti, tá dyrnar stongdu og alt varð selt, íroknað mentastuðulin til somu framleiðslu. Hinvegin er í sama býi sterk sjurnalistisk traditión fyri at viga og meta um hvørja krónu, sum matsto