Skip to main content

Posts

Higartil er Ísland best

Fyrsta umfar í Grand Prix finaluni er liðugt og endaumfarið verður sent í øllum norðurlendskum sjónvørpum, uttan tí føroyska, leygarkvøldið klokkan átta. Stórbæra sjovið, sum altíð er stuttligt at síggja, nú tað kallast Eurovision Song Contest, er í Torino har norðuri í Piemonte í Italia. Vertsskapurin fylgir vinnaranum, sum í fjør var italski rokkbólkurin við danska navninum Måneskin, ið sungu Zitti e buoni , Tig og verð fitt. Evropeiska sangkappingin er heimsins elsta sjov, sum er so stórt. Sjálvur helt eg, at íslendski sangurin Með hækkandi sól var hin besti. Tríggjar systrar, sum eisini kalla seg Systur, framførdu. Lovísa Elísabet Sigrúnardóttir, ið kallar seg Lay Low, eigur sangin. Í Íslandi er tað sum í russiskum skaldsøgum. Eingin verður kallaður við sínum kristna navni. Fullu nøvnini á Systrunum eru Sigríður, Elísabet og Elín Eyþórsdætur. Í 2011 fóru tær at syngja undir navninum Sísý Ey. Tónleikur er í ættini, mamman er sangarinnan Ellen Kristjánsdóttir, pápin er Mezzofortemaðu

Málfrøðingur skal í Kringvarpið

Í dag veit netmiðilin hjá Kringvarpinum at siga, at ein málfrøðingur eigur at verða settur í starv í Kringvarpinum, tí ætlanin er at javnseta málið við journalistikkin.  Tað er fyrsta av seks tilmælum í einum málpolitikki, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt fyri Kringvarpið. Hóast eg hvønn dag hoyri donsk heimildarfólk í tíðindasendingunum, onkran dag vóru tey fýra donsk í eini ørstuttari tíðindasending, verður ikki sagt, at brúksmálið í Kringvarpinum er føroyskt. Í arbeiðsbólkinum, sum varð settur í oktober í fjør, vóru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk, og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið. Tað er einki at taka seg aftur í, at Kringvarpið er elsti, breiðasti og týdningarmesti pallur og boðberi tá umræður føroyska mentan í orð og talu til flestu møgulig í landinum.  Hvørki kirkjur, tinghús, festivalar, ella nakar annar staður og tilt

Sjálvtekt í Saksun

Gjaldsportrið hjá eina bóndanum í Saksun er ímyndin av tí illvilja, sum hevur tikið seg upp millum bøndur, ferðavinnumyndugleikar og privatfólk, sum vilja ganga í haganum Í dag boðar tíðindaportalurin in.fo frá, at Kristi himmalsferðardag fara fólk at ganga á portrið í Saksun. Og tað uttan at betala. So má svíða sum svøllurin. Eftir at allir politikarar hava kastað burtur og alment siga, at teir ikki makta uppgávuna, er hetta mest interessanta - og samstundis eisini mest sjálvsagda - sjálvtektsátak eg havi upplivað í Føroya nútíðar søgu. Í Degi og Viku hava vit hoyrt um tað fyrimyndarliga samstarv, sum fyrisiting, sjúkrahúsverk, flutningstænasta og einstaklingar hava, tá umræður nýrasjúklingar, ið hava tørv á dialysu. Tað er ikki smávegis logistikkur, ið skal fáast uppá pláss. Men við innliti, vilja og helst eitt sindur av treiskni, ber tað til. Soleiðis er ikki við gongd í haga. Meðan Visit Faroe Islands hava megnað marknaðarføringsuppgávuna úti í heimi so framúr, at ferðafólkini fyll

Hvat ger Putin mánadagin?

Í Rituvík er ukrainski Oleksandr ørkymlaður. Um eina viku er 9. mai. Tað er gamli ársdagurin fyri russiska sigrinum á Nazitýsklandi í stóra fedralandskrígnum, sum vit vestanfyri kalla seinni veraldarbardagi. Eystanfyri er tað Russland, sum einsamalt vann, og tí skrivar søguna. Tað gera vinnarar altíð, bæði í skúlabókum og almannamiðlum. Púra einsamallir. Men tá er fortreytin, at vit liva í einum fulkomnum einaveldi, sum við sensuri og terror verður dikterað av einum einsamøllum diktatori. Tí forniska slagnum, sum Chaplin lýsti í samtíðarfilminum ”The Great Dictator” longu í 1940. Beint nú ein av heimsins týdningarmestu filmum. Oleksandr fryktar fyri, hvat Putin fer at gera viðvíkjandi Ukraina henda dag.   - Putin segði fyri einum mánaði síðan, at 9. mai fer Russland at hátíðarhalda yvirtøkuna av Ukraina, ella í minsta lagi lyklabýum sum Donetsk, Luhansk og Mariupol við Azovhav. So missur Ukraina havnasambandið har. Og Kherson eisini. Um hesir býir verða yvirtiknir, so vil øll ídnaðarli

Annika Hoydal í Sirkus

Beint nú eiga kvinnur bestu úttrykk í føroyskum tónleiki. Tað byggi eg á trý aktuell dømi. Í fyrsta lagi er tað inngangsrøddin hjá Onnu Katrini Øssursdóttir Egilstrøð í donsku reportsjuni hjá TV2 úr Hvannasundi, sum hóast sekundstutt yvirtrumfar alt eg havi hoyrt í raddardrama av norðurslóðum síðan íslendska Björk kom fram. Í øðrum lagi er tað Dania Tausen, ið eg haldi vera so nógv ta bestu røddina og samlaða úttrykkið í Sement kappingini, sum endaði í Reinsarínum í gjárkvøldið, hóast hon ikki vann fyrstu virðisløn í kappingini, sum var ógvuliga breið, og stundum minti nógv um Prix Føroyar, sum heilt vist hevur verið besta tónleikakapping í mínari tíð. Í triða lagi er tað Annika Hoydal, sum er bæði diva og nestor í einum, nú hon altjóða arbeiðaradagin aftur tekur føroyska tónleikapallin, saman við Benjamin Petersen á gittar, Kim Hansen á klaver og Torleik Mortensen á kontrabass. Tað er hann, Torleik, ið hevur tikið stig til útgávuna, sum ber heitið ”Leysir endar”, sangir hjá Anniku, ið

Altjóða arbeiðaradagur

ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ Heiður og æra til arbeiðið stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk har norðuri í Russlandi, gamla mentalandinum, ið nú verður stemplað sum aggressor á enskum, tað er агрессор á russiskum og агресор á ukrainskum. So lítil er munurin. Nú altjóða arbeiðaradagur er, Russland er farið fyri bakka, eitt nýtt innvinningarár byrjar her hjá okkum, frítíðarløn verður goldin og Marx fyllir 204 mikudagin, fann eg gomlu russisku arbeiðaramyndina aftur á blogginum.  Myndin, sum eg tók í Russlandi fyri nítjan árum síðan, vísir ein dregil, sum hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera framdriftsskrúvur til hernaðarskip hjá despotinum.  Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russiska herinum skapt og skorin. Saman við Kanada og Noregi verða gamlir kjarnorkuriknir kavbátar skrottaðir, skornir upp, á somu skipasmiðju. Tað luktar illa og man neyvan vera gott fyri heilsu og umhvørvi. Dregili

Danskt sjónvarp við innvølunum úti

- Tað kom óvart á meg, hvussu nógvar avgerðir eru tiknir av dønum. Soleiðis sigur 51 ára gamla Nukâka Coster-Waldau við Dimmalætting. Hon er úr Uummannaq í Grønlandi og gift við javnaldrandi danska Nikolaj úr Rudkøbing. Hann er aktuellur sum Ejnar Mikkelsen í Netflixfilminum Against the Ice.  Orsøkin til inngangandi setningin er, at Nukâka og ein annar danskur sjónleikari, Lars Mikkelsen, eru vertir í sjónvarpsrøðini Historien om Grønland  hjá Inuk Silis Høegh. Røðin, sum verður send á DR, byggir á søguna um sambandið millum Grønland og Danmark “på godt og ondt”, sum tey bæði siga.  Samanumtikið ein hugvekjandi inngangssetningur, ið samstundis fær eitt tíðarbært gildi, nú hon staðfestur, at so nógvar avgerðir verða tiknar av dønum, langt burturi frá veruleikanum, í øðrum pørtum av ríkinum. Í Danmark er eisini sjónvarpsstøðin TV2, ið samstundis hevur reportasju um ungu føroysku gentuna, sum í 2012 varð funnin deyð í Hvannasundi, og knívstunguna, sum seinni varð har í bygdini. Danski sjó

Heimsfilmur á Kalsoynni

  ”No Time to Die” er 25. filmurin í 007-røðini. Tað sermerkta fyri okkum føroyingar er, at hetta er fyrsti James Bond filmur, sum partvís er tikin upp í Føroyum.  Føroyski parturin varð tikin upp í 2019. Filmað varð í tveir dagar á Trøllanesi og tríggjar dagar í stórsligna umhvørvinum við vitan á Kallinum. Hesi vitjunarverdu støð norðanvert á Kalsoynni eru kend fyri bæði vakurleika og stórbæri. James Bond í Føroyum Seint á sumri sært tú serliga í Norðuroyggjum fjøll, ið tykjast stoyta seg í havið, rætt sum Kópakonan. Hesa ársins tíð kunnu fjøllini verða so djúpt grøn, at yvir havinum tykjast tey bleiktrandi blágrøn og ganga sum ein hvørvisjón inn í eina dramatiska heild við egnum darrandi liti.  Tí er tað lívsjáttandi, at nýggi James Bond filmurin “No Time To Die” er upptikin á júst hesum leiðum. Hóast Føroyar vóru millum fyrstu í Norðuratlantshavi at fáa sær góðan biograf, eru sjáldsama fáir filmar gjørdir her um leiðir. Kongavitjanir hava verið filmaðar longu í 1907, tá Nordisk Film

Merkið

Hvørt ár hátíðarhalda merkismenn flaggið. Tí eitur tað Merkið. Í eina øld ella so hava vit savnað okkum undir hesum flaggi, hóast eingin annar enn vit sjálv kendust við tað og góvu tí ans helvtina av tíðini.  Tá annar verðaldarbardagi brast á, hertóku nazistarnir Danmark við merkjum úr norrønum heraldikki.  Bretar gjørdust okkara bjarging, tí teir vildu eiga havið og siglingarleiðirnar á okkara høvum. Teir komu til Føroya og kravdu, at nýggj merki vórðu skapt, samtykt og sett á føroysk skip, so tey kendust aftur sum samsintir merkjavinir.  Tá flaggað verður, er umráðandi at røttu partarnir kenna seg aftur. Í so máta er einki sum næsta land sunnan fyri okkum, Norðurírland. Har verður flaggað og strikað av við øllum handa symbolum, so partarnir í passandi fjarstøðu kunnu gera sær greitt, um ein er katolikkur ella protestantur og um tú ert loysingarmaður, sum heldur við Írlandi, ella sambandsmaður, sum heldur við Bretlandi. Fyrri parturin, teir barnríkaru katolikkarnir, kenna seg haraftur

Einar litríkar páskir

Meðan vit hoyra um russar, sum við trettan líkbrenningarvognum fara um tann ganska bý í Mariupol at grava upp aftur tey lík, teir sjálvir hava pínt lívið úr, verða vit páskavælsignað við lokalari framleiðslu, sum í brúnasíða miðlagráanum megnar at seta nýggjan føroyskan lit á páskirnar. Nýggjasti sjónvarpspartur av tónleikasendingini Í luftini setti páskaprikkin yvir i’ið við framúr upptøkum úr Álakeri við einum gulum húsum í Hornabø í baksýni, sum góvu eitt livandi páskaperspektiv við teim báðum ljóst bláu og reyðu, Heiðriki og Sigmundi, í Kóboykex, sum høvdu eina visuelt og musikalskt vælskipaða studioframførslu, har maskumaðurin, haldi tað var Heðin, var hugtakandi multigittaristurin, og Unn var operasangarinnan í gulldress sum Annie Get Your Gun, ella jodlandi kúrekagentan Jessie í Toy Story. Eitt undirfundiga vælsamanskrúvað sett og sjov, perfekt til einar litfagrar páskir. Framúr nýbrot í øllum liðum! Hetta við yvirliti, at røkka út í hvønn krók, og ganga niðan á hvønn heygg, in

Promises to Break

Í Útvarpinum í dymbildagavikuni hevur ein sangur hjá ársins plátuskaldi, Martin Joensen, verið spældur - “Promises to Break” í A-rotatión. Fyrst hugsaði eg, at hendan sangin havi eg hoyrt fyrr, og meðan eg slotaði og murraði afturvið hesum fødda útvarpshitti, leitaði eg eftir, hvar tað var, eg fyrr havi hoyrt henda sangin hjá Martin.  Men fyrst - hvør mundi henda nýggja røddin vera? Ein egin, bleyt og karakterfylt rødd, leys av, men tó tætt slektað við krúnarastílin, tey stundum rópa smørtenorar, og tó ein púra egin eitt sindur sorgblíð rødd, ið minnir nógv um ta rødd, ið forsangarin í norska superbólkinum A-ha, Morten Harket, hevur útviklað gjøgnum árini, ella kanska hin nakað yngri landsmaðurin Paal Flaata, báðir við egnum frámerkjum í hvørjum tí einasta sangi, teir taka til sín at tulka og bera fram, sum í hesum føri krúddaðan við soul, blues og country og einum vibratodismi av Elvis, tá hann var bestur, afturvið. Hvør var hetta, ið av nýggjum sang hesa gloymdu perlu hjá Martini Joe

Ukraina og russiska fólkamorðið, sum Novosti lýsir tað

Sameindu Tjóðir samtyku í gjár at taka rættin frá limalandinum Russlandi at møta í Mannarættindaráðnum , The United Nations Human Rights Council. Úrslitið sæst omanfyri. Hetta er fyrsta altjóða avgerð, eg havi lagt til merkis, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri 44 døgum síðani, hin 24. februar í ár.  Altjóða samfelagið hevur sagt nógv, ja eygleitt og kommenterað upp í spannir, sum vóru tey boðberar av tí avmálda skriviborðsslagnum við síðuna av djørvum tíðindafólkum, sum longu vóru har frammanundan. Og í dag fer forsetin í Evropakommissiónini , Ursula von der Leyen, at vitja Volodymyr Zelenskyj í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv. Av trygdarávum er ikki upplýst nakað nærri um fundarstað og farleið.  Júst hetta er forstáiligt, tá vit lesa eitt himmalbræv, eina russiska koyriætlan um lebensraum og útrudding av øllum óynsktum elementum, sum 80 ára gamla Kremlkrámandi tíðindastovan, Novosti, sendi út í vikuni undir yvirskriftini ”Hvat skal Russland gera við Ukraina?” . Ja, hin reina fó