Skip to main content

Posts

Formaður í Moskva

Altjóða filmstevnan í Moskva, sum byrjaði fríggjadagin í farnu viku, er nú av, og bestu filmar eru kosnir. Stevnan varð fyrstu ferð hildin í 1935 við montasjumeistaranum, Sergej Eisenstein, sum formanni. Nú er filmsnevndarformaðurin íslendski Friðrik Þór Friðriksson, gamli vinurin hjá Filmsfelagnum.  Ein vágin gerð, at standa fremstur í Moskva, halda flestu. Í samrøðu við íslendska Síðdegisútvarpið, seinrapartsútvarpið, á rás tvey, sigur Friðrik, at hann skilir støðuna, men er forvitin, elskar film, og vil fáa innlit í, hvat filmsfólk, sum ikki eru uppií krígnum, gera, nú kríggið bleiv so drúgt. Hann sigur seg ikki gera film til ríkisstjórnir at síggja, men til áskoðarar, sum ganga í biograf og fakliga dyrka film.  - At isolera fólk frá mentalívinum er ikki rætt, serliga tá tað snýr seg um fólk, sum ikki beinleiðis eru við í krígnum. Russiskir filmar hava altíð verið frammalaga í søguni, so filmstevnan í Moskva, sum eg oftani havi vitjað við egnum filmum, hevur altíð verið hámett.  Fri

Føroyar í amerikanskari linsu

Amerikanski fotovinurin, Bill Schwab úr Harbor Springs, Michigan, kom fyrstu ferð higar í 2011 við einum liði av amerikanskum fotografum. Við egnari útgerð arbeiða tey við lokalum myndaevnum, fototeknikki og skifta orð um úrslitið. Komin úr ymsum ættum, møtast tey fyrsta kvøldið á Irish Pub, sum sæst niðanfyri.  Gávuprentið, omanfyri, er av Patti Smith, sum Bill avmyndað í Detroit 1995. Gjøgnum árini hevur hann avmyndað nógvar amerikanskar rokkstjørnur.  Men eftir at hava ferðast nógv í Íslandi og arbeitt har við fotografum, varnaðist hann Føroyar fyri trettan árum síðan. Sum fotografur og ferðaleiðari hjá professionalum amerikanskum fotografum er hann hugtikin av Føroyum, ikki minst nú veðrið er so gott. - We’ve been having a wonderful time so far, sigur Bill í góðveðrinum. Frá vinstru eru tey Travis Nunn, Jennifer Seitz, Baba Barnett, Steve Hanrahan, Irene Searles, Bill Schwab, Becky Logan og Kimberly Harmon. Veðrið er so gott, at ferðaleiðarin, Bill, er púra paff. - So far, it’s bee

Yppa yppa øksl

Haldi ikki eg havi hoyrt ein so konkretan spurning frá tíðindavertinum í kvøld verið svaraðan við so óforpliktandi uttanumtosi, ið mest var um súkling og grannar og hearsay, túnatos, sum orðabókin sigur um roks. Tvey landstýrisfólk og ein vertur, sum gjørdi sítt besta, henda síðsta. Eitt av næstan øllum innsløgunum um heilsustøðuna í Føroyum, har eitt uppskot, í onkrum føri tað fakliga besta tilmælið, var at senda børn av landinum, tí so fingu tey eitt betri lív. Aftaná. Skilafólk øll somul, men eg veit ikki um eg skal gráta ella grína, av at hoyra tvey landstýrisfólk, púra laiv í studio, yppa øksl, sum dagsins poppsangur sigur, yppa yppa, sum einaferð var fólksliga uttanduramotivið niðri í Vágsbotni. Í ramasta álvara at møtast til at yppa øksl, og gera tað í felag sum eina andsøgn til ráðandi líkasæluna. Yppandi tankin hevur fylgt mær síðan, eg sá Arna yppa øksl, og nú varð hann aftur loystur upp at blása, yppandi tankin. Í meðan heimleysa studioprátið fer upp og niður eftir stólpum,

Saksofonin savnar

Samstundis sum høvuðsstaðurin enn einaferð tykist skúgva tankan um eitt tjóðleikhús frá sær - meðan borgarstjórin, svangur av døgum, stillar upp aftur og lukkutíð tvíheldur um hugahúsið í Havn - var tað ein hending, sum hesa vikuna sannførdi meg um, at, hvat vit so kunnu finna uppá av reklamugimmicks og uttanumtosi, so hvílir listin á ongum øðrum enn herðunum á einstaklinginum.  Álitið hesa vikuna var Kristina Thede Johansen, nýútbúgvin saksofonleikari, sum í Høllini í Norðurlandahúsinum framførdi próvtøkuna, debutkonsertina SANSA Føroyar, ið impromtu fær meg at leingjast eftir meir enn tjúgu ára gomlu Listastevnuni, so gjøgnumførd og hugtakandi var konsertin. Ikki sørt ólík Sequentia, sum framførdi Edda hjá Benjamin Bagby, sum eg uttan at himprast aftur í kvøld fari at halda fram sum fremsta uppliving í fjøruti ár í Norðurlandahúsinum. Men henda uppliving í kvøld, SANSA Føroyar, legði seg beint upp at Sequentia. Serliga í byrjanini, tá Kristina einsamøll við saksofonini og øllum havsi

Tjóðleikhúsið: Tí, og bara tí, kann tað ikki liggja aðrastaðni enn í Havn

Eftir at havnameistarin í Havn, og nú eisini formaðurin í mentamálanevndini í høvuðsstaðnum, vilja flyta Tjóðleikhúsið á triðja sinni, Runavíkar kommuna í ramasta álvara vil hava pallin inn hagar, og Kringvarpið slær alt upp í glens fyri opnari mikronfon í tveir tímar í sendingini Skratsj , talar Føroya kendasti, virknasti og nógv mest virðislønti sjónleikari at.   - Hesin glantrileikurin, sum bara veksur og gerst heilt absurdur, um yrkisleiklistina og tjóðpallin, má viðmerkjast, sigur Olaf Johannessen, og vendir sær til Birkblog í dag.  - Bygdamentanin, og alt gott um hana, er um at køva alt, sum hevur við fría leiklist at gera. Tað er so týðiligt at hesir bygda- og landspolitikkarar fullkomiliga hava misskilt, hvat ein frí leiklist kann og skal. Somuleiðis hvat eitt Tjóðleikhús kann og skal.  - Eitt Tjóðleikhús er ikki eitt glæntrihús til representatiónir og konferansur, men eitt livandi stað, sum andar og livir í tíðini, og í tí umhvørvi, har tað er staðsett. Sum er opið at detta i

Yvirmett og undirfíggjað

Herfyri skuldi eg gera samrøðu við ein slóðara í føroyskum mentanararbeiði. Tá samrøðan var liðug, tosa vit um, hvussu leikur víðari fer. Hon skilir, at nú er alt í hondunum á tekniska eftirarbeiðnum, sum lítil og eingin fígging er til. Samrøðan skal til útlandið. Tá letur í henni: - Hetta er fyrsta eyðkennið fyri føroyskt mentanararbeiði. Stórliga yvirmett í politiskum røðum, og sjúkliga undirfíggjað, tá tað kemur til tey útinnandi. Vit útsýni yvir Havnina svølgdi eg kaffikoppin og mundi sett grønu keksina í hálsin, so paff bleiv eg av hesi beinraknu útsøgn. Í dag kom mær aftur til hugs tær yvirmettu talur, framsýningar og kanningar, sum hava verið gjørdar síðan 2015 um ein tjóðpall , ella tveir, har minst annar hevur elevator, í einum Tjóðleikhúsi í Havn. Og bókasavn skal vera í kjallaranum og kafé uppi á loftinum. Fyrst á Skálatrøð og so á Bursatanga, so lossingamenn kunnu aktiverast í politiskari palllist. Tað er besti tanki í øllum hesum átøkum, leiklistini í høvuðsstaðnum a

Føroyar á Times Square

Um stutta tíð byrjar Icelandair at flúgva millum Keflavík í Íslandi og Vágar í Føroyum fimm ferðir um vikuna.  - Endamálið er at bjóða teim mongu amerikanskum ferðafólkum, ið longu koma til Íslands, henda eyka ferðamøguleika, sum sjálvandi eisini gongur hin vegin við Føroyum sum byrjan, sigur Guðni Sigurðsson, kunningarleiðari hjá Icelandair, sum eg møtti á torginum í SMS fyrr í ár . - Eg tosaði beint nú við okkara norðuramerikanska samskiftisstjóra, sum segði, at millum amerikanskar journalistar hevur aldri áður verið so stórur áhugi fyri einum nýggjum ferðamáli sum Føroyum. Tey eru øll spent um okkara nýggja ferðasamband. Á henda hátt vóna vit, at fáa fleiri ferðandi úr Norðuramerika og Føroyum, sigur Guðni, sum sendir lýsingamyndina av Føroyum omanfyri, sum Icelandair hevur sett upp á Times Square mitt í New York. Tað er einki at taka seg aftur í, at eins og Føroyar eru eitt verjustrategiskt stað millum eystur og vestur, mitt fyri í Norðuratlantshavi, kunnu Føroyar eisini verða ein

Um at ferðast

Amerikanska Gwen Leppek Rosseau, sum eisini hevur vitjað í Føroyum, er aftur farin út í heim við trúgva fylgisveininum - myndatólinum. ”Eg eri aftur farin at ferðast. Eg eri í Marokko. Lat meg royna at seta mína ferð í ein samanhang - hví eg geri hetta,” sigur Gwenn, sum er úr Birmingham í Michigan og var á fotoskeiði í Føroyum á heysti 2021. ”Á ferðum leiti eg eftir nýggjum upplivingum, nýggjum fólkum, nýggjum hugskotum, nýggjum landsløgum, eini afturvendan til mína innastu veru og eini rannsakan av, hvør eg eri í verðini. Tað er ein pílagrímsferð, við nógvum stuttleika blandaðum uppí. Eg fari javnan frá vinfólki og familju, sum eg elski av innasta hjarta, og tí hugnaliga í mínum vakra heimi. Onkuntíð er tað ein einslig ferð. Hon tekur burtur eiturkoppaspinnið, sum hevur sett seg í høvdið, tí eg havi verið heima so leingi. Á ferðum, har tú veruliga sært nakað, og ikki bara hyggur og strikar út eitt ferðamál á tiltikna avrikslistanum, tá sært tú menniskju lata seg upp. Menniskju eru ræ

Midnátt og ikki eitt menniskja

Eftir at hava verið fluttur í annan heim í tríggjar tímar við einum flottum kekkiskum operafilmi, Il Boeme hjá leikstjóranum Petri Václav, sum lýsir tónaskaldið Josef Mysliveček (1737-1781), er tað hallusinerandi at koma út í regnváta Havnarmyrkrið, hoyra Skratsj endursent í Útvarpinum, og síggja so sterk fótbóltsljós, at tú hevur ilt við at koyra niðan við SMS, og mást steðga ovast í R.C.Effersøesgøtu. Tað er út móti midnátt og ikki en sjél at síggja. Men taka vit tað sum eina uppliving, og hvørki ljósdálking ella brot á ferðslulógina, og enn minni brot á nakra ferðslutrygd og so slettis ikki tilætlað terror í grannalagnum, so varð hetta ein eksemplarisk fotouppliving. Utonomjordisk , sum ein púra ópolitiskur svii segði um útsýnið uppi á Hotel Føroyum. Men eg sigi stakkals grannar niðri í Gundadali. Mínir tankar ganga til teirra. Fari mikudagin, tá vit vísa Perfect Days í felag,   at spyrja Skratsj um fótbóltsljósini í Havni ikki eru brot á onkra borgaravenda fyriskipan í Fótbóltsh

ALMA virðislønin til upprunafólk í Avstralia

Heimsins størsta barnabókavirðisløn, ALMA, sum er nevnd eftir Astrid Lindgren, varð í gjár latin upprunafólki í Avstralia, The Indigenous Literacy Foundation. Virðislønin, sum svenska stjórnin stovnaði í 2002, er fimm milliónir svenskar krónur. Endamálið er "att värna barns rätt till bra berättelser." Virðislønarmóttakarin í ár er virkin í 427 upprunasamfeløgum í Avstralia. Heimasíðan hjá ALMA sigur í morgun um virksemið hjá The Indigenous Literacy Foundation, at felagsskapurin stuðlar børnum at lesa um egin viðurskifti á egnum máli:  ”I sitt läsfrämjande arbete betonar ILF betydelsen av att urfolkens barn kan se sig själva, sin kultur och sitt språk återspeglas i böcker de läser.” Dómsnevndin grundgav soleiðis fyri valinum í ár: "Med nyfikenhet och respekt arbetar Indigenous Literacy Foundation med läsning och berättande bland barn i de australiensiska urfolken. I tät samverkan med lokala samhällen lyfter de värdet av de egna språken och berättelserna. Genom att sprida

At spæla fólk í húsi

At spæla fólk í húsi, tað dámar okkum væl. Tað segði ein maður einaferð. Tiltikin stílistikari, var hann. Eg havi hug at sitera hann aftur. Tað er ikki fyrstu ferð, at eg geri tað. Tí vit elska at spæla fólk í husi. Tað er óforpliktandi og vit vita, at vit koma ongantíð á mál. Tað er tað perfekta set-uppið hjá einum troyttum livibreyðspolitikara. At spæla fólk í húsi er sum ein road movie, bara uttan mál og innihaldi. At spæla fólk í húsi er at traðka upp á eina karrusell í einum sirkus, blunda og ímynda sær, hvussu húsið kundi verið meðan alt snurrar. Hvørt ár eru politikarar til dýstin fús at loysa billett til sirkussýningina. Hvør billar teimum inn, at svarið verður annarleiðis enn tað varð í Degi og viku í kvøld, og at tað nakrantíð verður annarleiðis enn tað altíð hevur verið? Vitlíki hjá Microsoft, Copilot, gjørdi myndina.  

Øl er annar maður

Við einum donskum fótbóltskrússi úr Meksiko í 1986 millum nýupptrektar øl, eru vit í køkinum hjá mínum heimildarmanni, sum vil verða ónevndur. Fyrr hevur hann brúkt nógv alkohol, men hevur ikki rørt tað í meir enn 26 ár. Tær tríggjar, hann skeinkir mær í dag, eru alkoholfríar. - Erdinger sigur mær ikki, at hetta ikki er øl. Men liturin er gruggutur og ófiltreraður. Hon er ikki klár, men ein stak góð øl. Hinvegin er Dinkelacker rein í liti, men ikki so góð sum hin fyrra. Svíður eitt sindur í munninum. Kanska tí eg snúsi. Irriterandi sviði. Fyrsti smakkur er ringur, turrisligur og flatur, men er skjótt vekk. Estrella er ein góð øl, minnir um eina discountøl, sum í mínari tíð kostaði 2,69 kr. Góðan eftirsmakk. Hesar báðar eru góðar. Estrella er bíligari, so hon vinnur, sigur anonymi heimildarmaðurin, sum í fyrra umfari er avgerandi smakkdómarin. - Talan er ikki bara um øl, men eisini um vín og sjampanju, sum er uttan alkohol, har sølan bumar í fleiri londum við altskyns alkoholfríum drykk