Skip to main content

Posts

Netflix sýnir The Wonder

Danska sangarinnan, Pia Raug, byrjaði einaferð eina konsert við at siga, hvussu hugtikin hon var av føroyska orðinum andlit , likamspartinum, sum ákallaði ljósið og speglaði tað. Í framhaldi av hesum tanka kunnu vit siga, at andlitsljós er sterkasta tøknin, sum kilenski leikstjórin Sebastián Lelio brúkar í hesum nýggja Netflix filmi, The Wonder , ið fer fram í Írlandi í 1862. Emma Donoghue hevur skrivað søguna The Wonder í 2016. Hon er kveikt av frásøgnum, mest sum halgisøgum úr viktorianskari tíð, um gentur, á enskum kallaðar fasting girls , sum kundu liva uttan at eta. Var hetta kanska eitt tekin í tíðini, og um so var, hvat snúði tað seg um? Ella var hetta ein nútíðar siping hjá Donoghue til eysturríkska Josef Fritzl? Og kanska eisini Nataschu Kampusch? Byrjanin í filminum The Wonder førir okkum inn í stóra rúmið við fyrstu pallsetingini, tá filmurin verður gjørdur, rímiligvís í nútíðini. Eitt frásagnarsnildi, sum kann førast aftur til kynstrið hjá Bertolt Brecht. Leikarin, Niamh A

Minnið skal grógva í lendinum

  Minnið skal grógva í lendinum. Soleiðis stóð at lesa í eini bók, sum vit lósu hjá Eldbjørn á Oyrarbakka skúlaárið 1974-75. Bókin var um ein einalærara, ið sum tað fyrsta vaskaði rútarnar í bygdaskúlanum, tí fyrri lærarin helt, at opna útsiktin órógvaði næmingarnar. Tí hevði fyrri lærarin hvíttað rútarnar.  Men nei, hesin nýbyrjaði, sum í lesibókini æt Johannes við eftirnavninum Vig, og sig tað ikki ov skjótt, tí so verður tað Svig, sigur høvundurin ávarandi, meðan hann konstaterar:  Lendið skal ikki fjalast, nei minnið skal grógva og vaksa í tí sjónliga lendinum. Estetikkur er evnið í dag. Og eg eri komin beint úr Havn. Býnum, har tey hata estetikk. Sum bloggari rakti eg herfyri rekord fyri lesing av einum og sama bloggi í meir enn fimtan ár. Tað var um ein serstakliga ljótan bygning í Havn, sum bara poppaði upp á alfara vegi. Ein granni, og journalistur, vísti til byggsamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, paragraff 28 og stykki 8, samtykt í 2017, og sum innrammar hugtakið estetikk, og

Sjeyndi Skannarin

Sjeyndi Skannarin hjá Øssuri og Brynhild er fínur uppá ein eitt sindur hugnaliga altmodisch máta, sum alla tíðina fær meg at hugsa, at hann hevði riggað nógv betri sum beinleiðis Útvarpssending fríggjamorgun, heldur enn offspring hjá Dimmu í kjallaranum hjá Arbeiðskvinnufelagnum í Havn.  Tað hevði verið greiðari.  Útvarpið, sum einki ger við tað fjølmiðlakritiska í skránni til lurtaran, hevur slept hesum upplagda vertsmøguleika, sum burdi veri har, men bara ikki er har.  Tey bæði eru so púra natúrliga heilt har uppi í journalistisku føðiketuni, at tey slett ikki verða fatað sum Jesu-Kristi-Kirke-af-Sidste-Dages-Hellige, tá tey tilskila sær rættin at kommentera tað, sum hini fyrr hava kommenterað, Norðlýsið í Klaksvík og Eirikur í Havn. Evnið er, at Føroyar eru limur í FIFA og í fýra vikur skal heimsins besti fótbóltur nú avviklast, sum útvarpsfólkini siga, í oyðimarkarlandinum Katar, ið hevur fingið gestaarbeiðarar at byggja sær eftirgjørdar býir og spælistøð fyri menn, sum ikki gang

Holocaust og morgunmatur - eitt 80 ára minni úr Wannsee

  Nýggi týski spælifilmurin Die Wannseekonferenz fylgir tíðarrætt øllum tí, ið fór fram fyri 80 árum síðan, tá Heydrich bjóðaði fremstu nazistum til morgunmat við Wannsee í Steglitz-Zehlendorf býarpartinum í Berlin.  Afturvið siðiligu innkallingini og vælskipaða fundinum í framúr vøkru húsunum hin 20. januar 1942, var eittans mál á skránni: Hvussu kundi endaliga beinast fyri teim 11 milliónum jødunum, sum búðu í Evropa. Tað er við hetta høvið, at leikstjórin Matti Geschonneck, ið er føddur í eysturtýska býnum Potsdam í 1952, setur á pall arkitektarnar, sum á morgunmatarborðinum teknaðu og skaptu Holocaust sum eina endaliga loysn, á týskum: Endlösung der Judenfrage. Ørindini hjá leikstjóranum eru ikki at halda mennirnar fram sum ódjór. Tvørturímóti eygleiða vit ábyrgdarfull menniskju, sum eru í góðum starvi hjá eini ruddiligari ráðharrastovu, Ministerium, sum hevur givið monnunum stóra ábyrgd í samtíðini. Og júst av hesi vælskipaðu orsøk, fara vit skjótt at fata persónarnar sum arbeiðs

Oyðimarkargongd og sjálvgleði

Meðan vit í sannari og óblektaðari matgleði aftur kunnu svølgja tað besta av matinum hjá Gutta - í nýggjasta partinum enntá grønt og heimagrógvið av Sandafløtti - boðar løgmaður frá vali til løgtingið á gitnaðardegi Marriu, so jólagleðin, tað er so vist og sætt, verður púra forstýrað. Ikki tí, løgmaður liggur væl fyri til val, væl ger hann tað, men tað kann ikki sigast um fyrsta politiska stavin í durinum. Tað er ikki tann dagur, at sitandi stuðlar fyri A-toymið ikki koma kropp á kroppi í miðlarnar at siga frá, at teir ikki longur stilla upp fyri tann flokkin. Harvið tó ikki sagt at teir melda seg úr flokkinum. Nei, noy. Teir bara siga frá, so segði hann. Nýggjasta er, at Annika fer í Tjóðveldi, og at skilagóði ungdómsformaðurin stingur í sekkin. Ímillum liggur ein oyðimarkargongd hjá hyggjaranum, lurtaranum, lesaranum - og eftir øllum at døma veljaranum eisini. Alt síðan A-toymið fekk sær núverandi búmerki, havi eg fatað grøna bringuprýðið sum ímynd av oyðimarkargongd. Skuldi eg eina

Nú skal Matkalendarin fáast um málstrikuna

- Týdningarmiklasta beint nú er at koma um málstrikuna, sigur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, ið stendur fyri hinum føroyska  Matkalendaranum .  Eg avmyndaði hana í Vágsbotni í summar, tá matmarknaður var beint fyri ólavsøku. - Í skrivandi stund eru vit á 57%, og vit hava til 13. november at savna og røkka teim 100%. Á hópfíggingarsíðuni hava vit skrivað eitt sindur um endamálið við Matkalendaranum og um málbólkarnar, og leggjast kann afturat, at kalendarin byggir á samrøður við heimildarfólk, sum dagliga takast við staðbundna matframleiðslu, so sum útróðrarmenn, kavarar, bøndur, bjargamenn og taraframleiðarar, sigur Sunniva. Lena Nicolajsen, sum sæst omanfyri, teknar allar matmyndirnar við hond, og hon sniðgevir eisini allan kalendaran. - Vit ganga høgt upp í burðardygd og góðsku, so kalendarin verður prentaður á hágóðsku endurnýtslupappír. Hann verður sniðgevin soleiðis, at hann kann hanga á vegginum í mong ár. Tað er ikki neyðugt at keypa nýggjan kalendara á hvørjum ári. Við hesu

Suðuroyggin fingið biograf

Í samstarvi við Filmsfelagið er Saltbio farið undir regluligar sýningar mikukvøld og hóskvøld. Fyrsti filmur var Cannesvinnarin hjá Ruben Östlund Triangle of Sadness , sum varð vístur í Saltbio í gjárkvøldið.  Bæði mynd og ljóð eru framúr, og góður møguleiki er at seta seg til borðs í forhøllini. Júst hesin partur, sum definerar nútíðarbiograf, ber ikki til í høvuðsstaðnum.  Í Saltbio fegnaðust fólk um, at Suðuroyggin aftur hevur fingið biograf.  Innan sjónvarpið gjørdi innrás, vóru fólk kring landið serstakliga íðin at ganga í biograf, og gott úrval var av filmi bæði í Vági og á Tvøroyri, har biografar vóru. Búmerki fyri Saltbio varð kunngjørt og Grand opening, tey rópa, var hóskvøldið í farnu viku, tá Geytavinnarin hjá Eir í Ólavsstovu Sálarkvøl og hugvekjandi stuttfilmurin Tokskinnarin hjá Terja Mohr vórðu sýndir.  Lív og Tróndur sungu á pallinum, boðin varð ein góður biti uppiá og greitt varð frá um búmerkið, sum tekur støði í ímyndini av Chaplin. Eisini varð greitt frá, hvussu F

Filmurin Dýrið fær virðislønina

Norðurlandaráðið kunngerð úr Finnlandi í kvøld, at íslendski filmurin "Dýrið", sum hevur altjóða heitið "Lamb", fær stóru filmsvirðislønina í ár. Virðislønin er 300.000 krónur. Filmsleikstjórin Valdimar Jóhansson, sum sæst til høgru, var útlendskur gestadómari í Geytadómsnevndini í farnu viku. Filmsfelagið vísti filmin "Dýrið" í Havnar Bio í januar í ár. Á myndini síggjast Valdimar og konan, Hrönn Kristinsdóttir, sum eisini er framleiðari. Millum tey er formaðurin í Filmsfelagnum. Dómsnevndin sigur soleiðis á enskum máli úr Helsingfors í kvøld: "In a unique and darkly menacing fashion, LAMB combines Iceland‘s tradition of pastoral cinema and the literary heritage of the folk tale. Working within these parameters, the director adds a rich layer of religious symbolism and aspects of the kammerspiel to create a unique tale of wonder, loss and horror. As certain aspects of the narrative unfold, the film presents a world where human definitions and desires

Gott nýtt frá Netflix av vestara hermóti

  Tað er ikki bara í bóndans garði at tað góða heystið sæst aftur. Íslendska Björk og norsku a-ha eru aftur frammi við nýggjum sangum, ið kanska eru teir bestu nakrantíð. Og so er tað Netflix. Erich Maria Remarque (1898-1970) skrivaði í 1929 skaldsøguna Im Westen nichts Neues um týsku krígsførsluna undir tí veraldarbardaga, sum okkara tíð hevur kallað hin fyrsta. Heitið er síðan blivið ein ímynd av støðuni, tá einki hendir. Alt er steðgað upp í stagnatión. Kanska eisini tí, at tíðindaflutningurin ikki megnar at siga almenninginum frá støðuni á hermótinum. Tí hvussu sigur tú frá um meiningsloysi, tá søgurnar skulu selja og kempa seg fram á ovasta bredda? Tað eg veit, er hetta triðja filmaða útgávan av klassisku søguni um krígsins meiningsloysi. Longu í 1930, tá Hollywood var ein filmisk stórborg, gjørdi Lewis Milestone (1895-1980) eina enska versión av søguni, sum vann tvær Oscarvirðislønir. Milestone, ið gjørdist ein meistari á filmi, var russiskur tilflytari, Leib Milstein, føddur í

The Good Nurse

Netflix er komið aftur á beint og í dag varð The Good Nurse frumsýnd. Ein sosialrealistisk krimisøga um Charles Cullen (Eddie Redmayne), sum í 16 ár var sjúkrasystir á fleiri amerikanskum sjúkrahúsum, har lítið múgvandi fólk vóru so óheppin at enda, og mest sum eingin trygging, eftirlit og rættarskipan rakk. Bara handil við óvardum sjúklingum, sum koma inn og fara út. Cullen fær náttarvaktir saman við sjúkrasystrini Jessica Chastain, sum er hin stjørnan, ið ber filmin sum veruliga Amy Loughren, ið gevur søguni navn. Longu í byrjanini síggja vit Cullen á stovuni, har ein sjúklingur er deyður, og hvussu tyngdur hann er, men hann er eisini ein ábyrgdarfullur samstarvsfelagi, ið eydnast at knýta seg til Loughren, sum er einsamøll við tveimum døtrum og hartil hjartasjúk, sum bara manglar fýra mánaðir at fáa tryggingina at rinda fyri dýru skurðviðgerðina. Blídliga lovar hann at hjálpa henni hetta trupla skeiðið, og so er fiktiónskarmurin lagdur um dokumentaristisku drápssøguna á friðarligu

Nýbrot í primetime

Meðan vit steðga vetrarsigling til Íslands og koyring um Eiðisskarð, tí nú verður afturfall í Føroyum, er Bretland so framsøkið, at tað tekur til sín yngsta og fyrsta hindipraktiserandi forsætisráðharra, sum ikki er hvítur, indiskt ættaða Sunak.  Samstundis vísir heimliga Kringvarpið fyrstu homoseksuellu samlegu í bestu føroysku sjónvarpstíð, fyrst leygarkvøld og so aftur sunnukvøld, meðan hinduistar halda diwali at fagna ljósinum.  Her er einki at taka feil av.  Ljósið er tendrað og tingini verða víst og sett beint fram, akkurát sum tey eru. Einki fjalt, einki mótmæli, eingin ávaring, bara ein varislig orðing frá Geytavertinum, sum ikki ætlaði sær at fylgja viktoriansku ráðunum frá eini farnari tíð, tá India var prangandi gimsteinurin í bretsku heiðurskrúnuni. Tað eru byltingar- og broytingartíðir, vit liva í. Ein still kollvelting. Partur av tankanum hjá fallerandi Bretlandi er helst at fáa aftur hugasambond til India, sum er skjótast vaksandi fólk í heiminum, so asiatiska kappingin

Til lukku, Eir!

Eir í Ólavsstovu vann bæði Geytan hjá Runavíkar kommunu og Áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar kommunu fyri heimildarfilmin Sálarkvøl , ið lýsir Elin Josefinu Smith í sjeyogtjúgu minuttir. Filmurin hevur verið vístur í Kringvarpinum fyrr, men Hugmynd hevur klipt filmin av nýggjum og strammað hann upp, so hann er innanfyri hálva tíman, sum er tíðarmarkið, ið Geytin ásetur.  Til lukku, Eir, og til lukku allir filmshugaðir føroyingar við Geytanum, sum nú fór um fyrsta tíggjuárahvarvið.  Haldi hetta er fyrstu ferð, at ein filmur í Geytakappingini hevur verið vístur í Kringvarpinum áðrenn sjálvt tiltakið, sum altíð hevur verið fyri fullum húsum í Norðurlandahúsinum. Men ikki í ár. Alt hevur sína tíð. Eisini Geytin, sum hann higartil hevur verið.   Kringvarpið hevur nú valt at senda beinleiðis frá tiltakinum, og at bjóða einum av luttakarunum í endaumfarinum tveir tímar í studio um morgunin.  Samstundis sum vit hátíðarhalda hundraðára skeiðið hjá BBC, smakkar tað mær illa, at Kringvarpið han

Rannvá fekk Fjällräven til Føroya

Fotografurin Rannvá Joensen er úr Hósvík og hevur fleiri Insta-fylgjarar enn samlaða talið á føroyingum í allari verðini, ikki færr enn 61.000. Nýggjasta er, at hon hevur fingið víðagitna svenska vørumerkið Fjällräven til Føroya at mynda vetrarkollektiónina, mitt í okkara náttúru. Og tað riggar so væl, at eg kann ikki hugsað mær Føroyar og Fjällräven sum annað enn eitt perfekt match. Tey tvey F’ini sum prinsipp fyri perfektu kulissuni. Føroyar og Fjällräven. Sum beint nú síggjast úti í heimi. - Mín fyrsti leiklutur var location scout, og síðan var eg samskipari, sigur Rannvá, og fortelur, at tað var framleiðslustjórin, Johan Jonnson, frá svensku filmsfyritøkuni Vast Work, sum setti seg í samband við hana. - Tað var síðst í marts gjøgnum Instagram, og hann spurdi, um eg var áhuga í at gera eina uppgávu fyri tey. Hann greiddi frá, at tey skuldu taka myndir og filma heystkollektiónina 2022 hjá Fjällräven í maj í ár, og tey manglaðu onkran í Føroyum við góðum kunnleika, ið kundi vera samsk