Skip to main content

Posts

Hjartafilmur á Eiði

Heimildarfilmurin Heartist er ein skaldaborin og estetiskt gjøgnumførd myndalýsing av listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, sum býr á Eiði. Eg avmyndaði hana í Kolshøll í skúlanum á Eiði í gjár, har filmurin varð frumsýndur og Ansy Høghamar, virkandi borgarstjóri, bar fram eina heilsan frá kommununi, innan Sigrun sjálv innleiddi og greiddi frá, hvussu hon fekk hug at mála og at hyggja eftir filmi.  Í filminum, sum nú tendraði, skrivar Sigrun seg ikki bara inn í staðbundna umhvørvið, tá hon í ljósareyðum klæðum sæst ganga runt Vatnið við smáu, hvítu hundunum, kastar seg á kalda bláman, spælir borðtennis móti manninum, Tordi, fer ein túr niðan í Koll, sum vit eins og svimjusenurnar síggja úr erva við dronu, poserar kult-realistiskt við reyða bilinum frammanfyri verkstaðnum hjá beiggjanum, Torleivi, ella kontemplerar í kirkjuni at síggja abban, Niels Kruse - men eisini við at vera kvinna í myndlistini, lokalt og altjóða, og sum virkandi myndlistakvinna at vera í ævigum dialogi við mammuna,

Leopardur ella leigubilur?

Nú er heimsins besti filmur komin á Netflix. Hvørt tú hevur hug at uppliva fjálturstungnan stórbýarjazz í regni úr taxabilinum, ella undirjørðisku guvuna úr opnu lokunum í asfaltinum eina heita stórbýarnátt, meðan gula, svartblettuta dýrið, sum antin er leopardur ella leigubilur, skríður fram eftir gøtuni, klárur at leypa á, við einum andvekraðum krígssjaføri, sum í neonljósinum droymir um at rudda alla óhumsku burtur, og síðan lata regnið síla niður yvir seg og vaska alt burtur, so er hann eitt meistaraverk, hvussu tú so velur at hyggja eftir filminum, sum er um fremmandgering og leitan eftir meining í tilveruni á botninum í stórbýnum, kanska hyggur tú eitt petti í senn, ella eftir øllum umaftur og umaftur. Hendan vil eg viðmæla! Taxi Driver (Martin Martin Scorsese USA 1976 114 min)

List og eingir menn

Dagsins bók The Story of Art Without Men (Penguin 2022) hevur staðið í ordra í ein mánað, og kemur um tveir. Tað var tí eg uppdagaði, at higartil so nógv kendasta listabók, sum eisini var donsk gávubók í Gyldendals Bogklub, The Story of Art (E.H. Gombrich, Phaidon 1950), ikki nevndi eina ta einastu kvinnu í altjóða list. Seinni, nógv seinni, slapp ein  kvinna upp í part, tað var týska Käthe Kollwitz, sum fyri 99 árum síðan gjørdi plaktanina "Nie wieder Krieg". Nú hevur Katy Hessel skrivað spildurnýggju bókina um list uttan menn, sum longu er blivin metsølubók. Hana gleði eg meg til. Góðan 8. mars!

Hvat vil Dagur og Vika?

Sum púra frívilligur og óviðgjørdur tíðindanarkomanur havi eg í eina tíð grundað yvir, hví gestir eru í sendistovuni, tá Kringvarpið hevur Dag og Viku.  Eitt er, at sendingarnar eru ógvuliga stuttar og hartil ikki hvønn vikudag, og slettis ikki sunnukvøld, ið eg fati sum prime time fyri sjónvarpstíðindi, annað er at journalistiska heildarinnihaldið verður sjálvdan viðgjørt, soleiðis at tað kann fatast sum kvalifiserað, tá tað kemur um senukantin til okkum hyggjarar at taka støðu til, ella skifta orð um úti í teim smáu føroysku stovunum.  Havi eygleitt grannalandasjónvørp og teirra gestafrekvensir, sum eg haldi vera nógv minni og lægri enn okkara. Ístaðin verður oftast klipt inn í sendingina frá einum ivasomum web kamera á eini kamarsteldu hjá einum meiningsdannara, ella einum sum stendur framman fyri kamera í myrkri og regni úti á gøtuni. Tekniskt er tað í báðum førum serstakliga jánkasligt, so tað er ikki neyðturviliga tann vegin eg sendi míni tíðindaligu sjónvarpsynski. Men havi havt

Tóki út í Evropa við filmi

Nítjan ára gamli Tóki Jansson, sum hevur gjørt fyrstu føroysku teknifilmsrøð til børn, skal nú á størstu pitchkappingarstøð fyri børn og ung Tóki Jansson og Niels Jacob Kjærbæk frá BBB Movies eru saman við Jón Hammer og KYK Myndum í gongd við at gera eina av Føroya fyrstu teknifilmsrøðum til børn. Nú eru teir lidnir við pilotpartin til sendingina. Sendingin eitir Tann Óveruliga Verðin Hjá Aldu , og snýr seg um Aldu, ið er ein seks ára gomul genta, sum hevur gott hugflog, og fer saman við dreymavinum á ymisar ævintýraferðir, so sum eina verð, har ein kovboy er gjørdur úr matvørum, og hin sunni maturin er upp ímóti tí ósunna. Sendingin er sloppin við í Main Pitch á M:brane , sum er ein av størstu pitchkappingarstøðum í Evropa, sum hevur fokus á áskoðarar, ið eru í aldurinum 3 til 18 ár. Tiltakið er hvørt ár í Malmö í Svøríki, har sendingin skal vísast og leggjast fram fyri íleggjarum, so sendingin kann verða fíggjað.  Tóki Jansson er kendur innan føroyska animatión, frá tá hann gjørdi se

Kúllarnir úr Fuglafirði seta vín á borðið

Instruktivir og ferðaklæddir í stuttum buksum og fegnir um boblur eru teir fremstu forsprákarar at fáa vín á borðið í Føroyum, fuglfirðingarnir Pól Hans á Grønutúgvu, Birgar Larsen og Ólavur Larsen, ið kalla seg Vínkúllarnir.  Tað er helst fyri at undirstrika, at teir eru fólksligir og ólærdir, tá vit fyrst hittast á Parnassinum og síðan á teim teppilagdu Panoramagólvunum ovast á Hafnia í bláum shorts, brúnari t-shirt og sólbrillum, sum vóru teir blues brothers á vínferð.  Uppi á Panorama er besta sýnið yvir gomlu Havnina, sum vit ofta knýta at tankanum um fínari matgerð og enn fínari víni.  Ikki tí, kommunalir byggikúllar hava hesa vikuna verið allarovastir á breddanum í Degi og Viku, fyrst í Fuglafirði, so í Klaksvík og at enda í Havn. Men hví kalla hesir tríggir fuglfirðingar seg Vínkúllar?  - Tí at vit eru kúllasligir, tá tað kemur til vín og smakkingar. Vit eru ikki professionellir, men alt sum verður serverað er vælumhugsað og spennandi, bæði fyri kennarar og nýbyrjarar. Øll kunn

ABBA á fiól

Christian Svarfvar, violinist . Soleiðis stendur á estetiskt reinu heimasíðuni hjá 40 ára gamla klassiska svenska tónleikaranum, sum eftir at hava spælt Bach í Abbey Road, Infinite Bach , nú heldur fram at spæla ABBA í bretska høvuðsstaðnum. Hann sæst til vinstru omanfyri. Í miðjuni er Benny Andersson og til høgru er Anders Berglund. Bach útgávan, sum eins og aðrar er á Spotify, er nógv spæld á øllum stroymingartænastum. Svenski forlagsstjórin, Måns Uggla, sum síðan hann fór at geva Sunleif Rasmussen út fyri tjúgu árum síðan, er íðin at senda mær upplýsingar um spennandi Naxos-útgávur, upplýsir í dag, at á nýggju útgávuni, sum kemur 14. apríl, fer svenski fiólspælarin at tulka Benny Andersson saman við London Philharmonic Orchestra.  Úrvalið er úr skiftandi skeiðum í lívinum hjá Benny, so sum ABBA, Chess og Kristina från Duvemåla. Heitið á útgávuni er The Symphonic Touch of Benny Andersson , og telur tólv løg, sum Anders Berglund hevur útsett.    - Benny Andersson har ett väldigt lyris

Porsche í Føroyum

Í fjør vitjaðu ferðajournalisturin, Katleen van Bremdt, og fotografurin Sven Hoyaux, frá belgiska tíðarritinum Porschist í Føroyum.  Tíðarritið, sum hevur nítjan ár á baki og í hesi útgávu telur 146 blaðsíður, er í altjóða stíli við góðum teksti og framúr myndum, og eksklusivum lýsingum. Umframt at lýsa landið sum ferðamál, síggja vit James Bond gravsteinin á Kallinum, Kópakonuna og vitja Hiddenfjord.  Her kanst tú lesa alt blaðið , sum er komið út í dag. Men fremstu ørindini í Føroyum vóru at hitta bileigarar, ið hava serligan tokka til Porschebilar.  Føroyska sambandið tók seg upp, tá fotografurin var í Port Stanley á Falklandsoyggjum, og tók eina mynd av einasta Porsche bilinum har, einum Cayenne, til fyrru útgávuna.  Bileigarin, sum eisini er frímerkjasavnari, postaði eitt bræv til føroyska filatelistin, Álv Danielsen, sum býr í mínum grannalagi, og spurdi fyri belgiska fotografin, um nakar Porscheeigari mundi vera í Føroyum.  Jú, beiggi mín Oddmar, svaraði eg. Hann eigur ein uppr