Samstundis sum høvuðsstaðurin enn einaferð tykist skúgva tankan um eitt tjóðleikhús frá sær - meðan borgarstjórin, svangur av døgum, stillar upp aftur og lukkutíð tvíheldur um hugahúsið í Havn - var tað ein hending, sum hesa vikuna sannførdi meg um, at, hvat vit so kunnu finna uppá av reklamugimmicks og uttanumtosi, so hvílir listin á ongum øðrum enn herðunum á einstaklinginum. Álitið hesa vikuna var Kristina Thede Johansen, nýútbúgvin saksofonleikari, sum í Høllini í Norðurlandahúsinum framførdi próvtøkuna, debutkonsertina SANSA Føroyar, ið impromtu fær meg at leingjast eftir meir enn tjúgu ára gomlu Listastevnuni, so gjøgnumførd og hugtakandi var konsertin. Ikki sørt ólík Sequentia, sum framførdi Edda hjá Benjamin Bagby, sum eg uttan at himprast aftur í kvøld fari at halda fram sum fremsta uppliving í fjøruti ár í Norðurlandahúsinum. Men henda uppliving í kvøld, SANSA Føroyar, legði seg beint upp at Sequentia. Serliga í byrjanini, tá Kristina einsamøll við saksofonini og øllum havsi