Fotografurin Rannvá Joensen er úr Hósvík og hevur fleiri Insta-fylgjarar enn samlaða talið á føroyingum í allari verðini, ikki færr enn 61.000. Nýggjasta er, at hon hevur fingið víðagitna svenska vørumerkið Fjällräven til Føroya at mynda vetrarkollektiónina, mitt í okkara náttúru. Og tað riggar so væl, at eg kann ikki hugsað mær Føroyar og Fjällräven sum annað enn eitt perfekt match. Tey tvey F’ini sum prinsipp fyri perfektu kulissuni. Føroyar og Fjällräven. Sum beint nú síggjast úti í heimi. - Mín fyrsti leiklutur var location scout, og síðan var eg samskipari, sigur Rannvá, og fortelur, at tað var framleiðslustjórin, Johan Jonnson, frá svensku filmsfyritøkuni Vast Work, sum setti seg í samband við hana. - Tað var síðst í marts gjøgnum Instagram, og hann spurdi, um eg var áhuga í at gera eina uppgávu fyri tey. Hann greiddi frá, at tey skuldu taka myndir og filma heystkollektiónina 2022 hjá Fjällräven í maj í ár, og tey manglaðu onkran í Føroyum við góðum kunnleika, ið kundi vera samsk