Í vikuni fegnaðist eg um, at Gellumasurkan er aftur. Hesuferð sum reel á Facebook. Fyrstu ferð eg legði merki til hana, var fyri sjey árum síðan á YouTube á eini kanal hjá Miðlahúsinum. Stílurin er hin sami, sjálvreflekterandi speisøgur úr gerandisdegnum, kanska av songarstokkinum, innan hon fer upp at møta degnum. Júst tann løtan letur upp fyri gerandisdjúpum hugsunarsemi. A moment of Zen. Á Facebookvanganum sigur hon “Tað byrjaði við humoristiskum forteljingum um gerandisdagin við børnum. Men so mitt í tí heila, bleiv Gellu-MAsurkan til, og hon hevur fylt meira og meira. Oh well 😊 ” Gellumasurskan er eitt kærkomið høvið at fylla meiningsloysið og aðrar deyðar løtur í gerandisdegnum, tá feria er. Viðkomandi, kanska serliga hjá monnum at uppliva, tí hetta er sum eitt watering hole hjá kovboyarum á nýbyggjaraheiðini, har lítið er til av skemti, kanska púra turt og upp í einki, tá eg skal teinkja meg um. Í 2017 skrivaði eg ein blogg undir yvirskriftini ”Teigar til teitis”, h...