Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ummæli

Grønt í vøkstri

Nú stjørnudustið frá Michelin hevur lagt seg og gerandisdagurin aftur rullar úr norðuratlantisku havsbrúnni, havi eg hug at nevna tríggjar matstovur, eg havi vitjað í seinastuni, ein íslendsk, ein donsk og ein heima í Havn. Fyrst er tað íslendska vakstrarhúsið Sól, sum er millum konteynarar, rullur av veirum og bíðandi trolarar og farmaskip í Hafnarfirði. Ein mentanarlig samanrenning, tú verður kløkkur av. Omaná drívhúsplantum og lillafarvaðum vakstrarljósi, vit kenna av heimrustini í Hvamminum í Tórsbyrgi og serliga úr Kvívík, løgdu tey í fjør nýtt gólv á, og opnaðu nýggju matstovuna Sól, sum nú stendur oman á øllum grundvøkstrinum. Má siga, at samstundis sum hetta er mest sjálvsagda og hands-on-ítøkiliga gólvalegging til sitandi fólkið, sum í frið og náðum vil hava ein forkunnugan vakstrarbita og tosa grønklókt við borðfólkið eina óbetaliliga løtu, er hetta eisini hitt mest eksotiska gólv, har tú gongur sum í rúmdini, ja í bleytum inniskóm, og sært grønt til allar síður, eisini hinum...

Her í friðlandinum

Eitt ummæli av donsku Netflixrøðini 'Reservatet': Leiti eg í orðabókini eftir reservat er svarið friðland, og víst verður til friðað øki, so sum Indian reservation. Hjá okkum, sum kunnu finna uppá at fara í inntonkta oppositión, tá norðurlendskir grannar á friðar- og mennnandi mentafundum kalla okkum og hini bæði minnimentu londini "de selvstyrende områder", at vit fáa tað at klinga av heilt serligum trælastáli, nakað sum botnurin í karibisku stáltrummunum, tá norðbúgvin, sum jú kristnaði okkum, gevur okkum hetta spjaldramerki, sum í friðlandinum er sjálvlýsandi, ikki minst í myrkri. Reservat. Ella ”de tre självstyrande områdena Grönland, Färöarna och Åland”, sum almenna norðurlendska samstarvið sigur og skrivar í skjølum. Ikki lond, men umráði, territorium, innhegnað gerði, sum í reservat. Annan vegin kunnu vit seta okkum afturá í heimligu velurstovuni, og takka okkara góðu grannum fyri, at verða so væl viðfarin, at vit ikki hava mist mál og mentan til ensk...

Løgmaður er ein einsamallur maður

Tað er kenslan eg siti við, eftir at hava sæð nýggjasta heimildarfilm í Kringvarpinum Suðuroyartunnilin og skuggatølini . Samstundis er filmurin ein sjáldsama væl fangað studia í manipulation, tá vit síggja hvussu nógvir menn og bert hendinga kvinna, eru við í hesi søguliga stóru ætlan, sum vit øll skulu bindast niður við, uttan at nakað innlit fæst í privata felagið, sum fær uppgávuna. Virðislønarverdi moment-of-zen-sekund-parturin er, tá suðuroyartingmenn og ein kvinna, eisini úr Suðuroy, skriva undir hesa ætlanina. Í fullum dagsljósi og uttan at nakar heldur teim byrsumunnan fyri tinningin. Eftir duell millum ein landstýrismann, eisini úr Suðuroy, og løgmann, fáa vit skorið út í papp, at løgmaður hevur tunnilin og allar hinar eisini. Ein gjøgnumarbeidd sjónvarpssending úr Kringvarpinum, sum bit er í. Marjun er gjøgnumførd og fyrireika, og kann longu eftir fáum minuttum fanga løgmann í eini undanførslu. Smyrlarnir síggjast í einum stuttum yvirliti. Tjóðpallur, sum ongantí...

Køksgleði heima í Havn

Frá hósdegi til mánadag fekk meistarakokkurin í Ræst, Sebastian Jiménez, ið sæst við brillum mitt fyri omanfyri á myndini og er ættaður úr Meksiko, vitjan av italska Michelinkokkinum, Riccardo Gaspari, sum sæst í hvítari skjúrtu aftast.  Í norðuritalska landslutinum Veneto, tvey hundrað kilometur norður úr Venezia, er hann kokkur á matstovuni SanBrite, sum er í tólv hundrað metra hædd í Cortina d'Ampezzo í dolomittafjøllum, fremsta skíítróttarstaðnum í Evropa, júst har Olympisku Vetrarleikirnir verða hildnir næsta ár. James Bond hava vit eisini í felag við henda stað, tí ein stórur partur av For your eyes only varð tikin her í 1981. Karin Visth, ættað úr Sveis, er sommelier hjá Gist & Vist, og skapar og mennir støðugt karmarnar um Ræst í Nýggjastovu og Roks í Fútastovu og hugvekjandi sambondini út í heim. Hon sæst longst til vinstru á ovastu myndini, sum er tikin í køkinum á Ræst. Leygarkvøldið bjóðaðu Karin og Sebastian til ferhenta fest, four hands dinner, við italska og meks...