Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ferðafrásøgn

Grønt í vøkstri

Nú stjørnudustið frá Michelin hevur lagt seg og gerandisdagurin aftur rullar úr norðuratlantisku havsbrúnni, havi eg hug at nevna tríggjar matstovur, eg havi vitjað í seinastuni, ein íslendsk, ein donsk og ein heima í Havn. Fyrst er tað íslendska vakstrarhúsið Sól, sum er millum konteynarar, rullur av veirum og bíðandi trolarar og farmaskip í Hafnarfirði. Ein mentanarlig samanrenning, tú verður kløkkur av. Omaná drívhúsplantum og lillafarvaðum vakstrarljósi, vit kenna av heimrustini í Hvamminum í Tórsbyrgi og serliga úr Kvívík, løgdu tey í fjør nýtt gólv á, og opnaðu nýggju matstovuna Sól, sum nú stendur oman á øllum grundvøkstrinum. Má siga, at samstundis sum hetta er mest sjálvsagda og hands-on-ítøkiliga gólvalegging til sitandi fólkið, sum í frið og náðum vil hava ein forkunnugan vakstrarbita og tosa grønklókt við borðfólkið eina óbetaliliga løtu, er hetta eisini hitt mest eksotiska gólv, har tú gongur sum í rúmdini, ja í bleytum inniskóm, og sært grønt til allar síður, eisini hinum...

Hvar fór sólin?

- Hvar fór sólin, spyr niðurlendska Liesbeth van Litsenburg, grafiskur sniðgevi, úr lítla býnum Kerkrade, har suðuri í Niðurlondum, dygst við Aachen, sum er týsku megin markið. - Har búgvi eg einsamøll, men í tøttum grannalagi kring søguliga miðbýartorgið, har vit hava vaskimaskinu og avísir í felag, og javnan eta saman. Annars geri eg bøkur klárar til prent, og búnar til sjónleik og opera. Men besta er at møta fólki og eta saman, sigur Liesbeth á kampingplássinum.  - Eina morgunin fekk eg morgunmat í Miðvági, og skal aftur hagar til døgurða fríggjadagin. Sunnudagin fari eg avstað við Norrönu, og koyri so aftur í tríggjar dagar teir túsund kilometrarnar frá Hirtshals og heim til Kerkrade. - Eg havi verið í Íslandi fyrr, tað var sum eitt kontinentalt land at ferðast í, men tá eg fyri fýra árum síðan fekk mær henda lítla kampingvognin og mín gula Fiat 500, vildi eg vitja Føroyar. Av fyrstan tíð av, at tað var so dýrt at fara aftur til Íslands, men síðan av teirri orsøk, at eg fór...

Ferðavinnan kann broyta samfelagið

Rachel Dodds, Milena Nikolova og Michelle Novotny Mánadagin og aftur í gjár hitti eg Dr Rachel Dodds úr Kanada. Fyrru ferðin í einum fyltum Norðurlandahúsið og seinnu ferðina í einum fokusbólki, har eg avtalaði eina persónliga samrøðu við hana. Tað var leyst og liðugt beinanvegin, bara trúnaðarskjalið, sum hvør einstakur í fokusbólkinum hevði undirskrivað, varð hildið.  Sjálv er hon professari í hospitality and tourism management, og við einum skálkabrosið, sum eyðkennir hennara framløgur og innbjóðandi argumentatiónsteknikk, lýsir hon seg við hesum inngangsorðum: - Eg eri universitetsprofessari úr Kanada, einum landi, sum er eitt sindur størri enn Føroyar 😊 Orsøkin til ferðina hjá okkara framúr góða toymi, sum umframt meg, telur Milena Nikolova, ið er úr Bulgaria, og Michelle Novotny, sum eins og eg, er úr Kanada, var at koma higar og standa fyri verkstovum við føroyskum fólki - vinnulívi, íbúgvum, kommunustýrum, ferðavinnuídnaði - at fáa eina fatan av ferðavinnu, bæði avbjóð...

Í bestu siglandi matstovu

Lasse, sum er hotelleiðari umborð á Norrönu, bjóðar okkum kapteynsborðið í Munkastovu, ið er siglandi gourmet matstovan í Norðurhøvum. Fríggjadagin komu tey úr Íslandi og nú hava vit fýra tímar til tey aftur leggja frá landi. - Hetta er ein av longstu siglingarrutum, sigur Pætur Trónd, sum er hotellstjóri á Hafnia, Brandan og Norrønu. Tað er í sambindandi steðginum millum Seyðisfjörð og Hirtshals, at Pætur og Lasse skrivaðu okkum inn á farstøðini at sleppa umborð, síggja skipið og fáa ein bita. Eg fái beinanvegin ein varhuga av, at hetta er ikki bara ein skúlastudia, men ein ítøkilig uppliving av útvendum tænastuvirksemi. Um Norðuratlantshav, og við Føroyum sum miðdepli, er farleiðin hin einasta, sum knýtir Evropa og Ísland saman. Tað letur upp fyri ævintýrum, sum á kjøli taka ta tíð, ið flogferðslan ikki hevur og skundferðafólkini tí velja. Umframt at geva sær tíð at borðreiða, og uppteinkja matskráir og vínparingar, ið skjóta avgreiðslan í luftini logistiskt ikki letur upp fyri, er...