Hevur tú hug at síggja arthouse filmar, ella í minsta lagi eitt sindur óvanligar filmar, heima hjá tær sjálvum, so eru hetta trý góð boð. Fyrsti filmurin, "Certain Women", er frá 2016, og byggir á søgur hjá einum kvinnuligum rithøvunda úr Helena í Montana, Maile Meloy, har tær tríggjar søgurnar, ið bera filmin, eisini fara fram. Huglagið og søgugongdin eru so stillfør, at eg vil í summum førum siga beint fram avbjóðandi, tí gongdin krevur tolinmóð. Júst hetta ger filmin spennandi at síggja, tí tað ósagda, heldur enn tað sagda, ber filmin. Hóast tvístøður og avbjóðingar royna kvinnuligu høvuðspersónarnir at klára seg gjøgnum gerandisdagin, í einum føri á hesti sum alternativ til bil, og við Guy Clark og ”Boats to build” á ljóðsporinum. Framúr, um tú ert til vegjaðarafilmar av bygd í USA. Kelly Reichard er fødd í Florida í 1964. Annar filmurin er spildurnýggjur og gjørdur til Netflix. Heimildarfilmurin sigur søguna um Anna Nicole Smith, sum í veruleikanum eitir nakað heilt anna