Menniskjað hevur altíð verið hugtikið av maskinum og er tað enn. Onkuntíð hava vit verið bangin fyri maskinum, tí tær kundu gera okkum arbeiðsleys og taka ræðið á øllum. Í fyrstuni dugdu bara prestar at lesa í hondskrivaðum bókum. So kom prentkynstrið og gav okkum prentaðar bøkur á okkara egna máli. Í 1865 fór ein av kendastu høvundum, Jules Verne, at skriva um mánaferðir. Fólk undraðust, tí tað høvdu tey ikki lisið um fyrr. Eftir seinna Verðaldarbardaga vóru fólk bangin fyri, hvussu milliónir av fólki kundu ganga í takt og gera tað, sum tey vistu, var skeivt. Akkurát sum at happa í skúlagarðinum. Kanska var tað tí, at George Orwell akkurát tá skrivaði framtíðarsøguna 1984. Í søguni er tað ein óður einaræðisharri, sum sær og bestemmar alt, sum fer fram millum fólk. Men so kemur ein onnur maskina inn í søgukynstrið. Tað er teldan. Ein søga um eina stóra teldu verður í 1968 gjørd til film um eina ferð langt út í rúmdina. Heitið á filminum er ”2001: A Space Odyssey” og umborð er ein tel