Mikudagar eru filmskvøld í Norðurlandahúsinum. Tá fer filmsfelagið KLIPP at varpa ljós á tað besta av norðurlendskum filmi beint nú. Skráin er sett saman av nýggjum, norðurlendskum spælifilmum, sum hava hugtikið í biografunum, fingið góð ummæli og vunnið bæði heimligar og altjóða virðislønir. Kom og njót góðar norðurlendskar filmsupplivingar á besta føroyska filmsløriftinum, sum er í Høllini í Norðurlandahúsinum. Uttan kostnað kunnu øll gerast limir í KLIPP. Atgongumerkini, sum kosta 80 krónur, verða at keypa so hvørt filmarnir verða vistir.
Fyrsti filmur verður sýndur mikudagin 22. januar 2014 kl 19:30. Tað er Málmhøvd (Málmhaus/Metalhead Ragnar Bragason, Ísland 2013, 97 min) Hetta er hjartanemandi filmur um tólva ára gomlu Heru, sum missir eldra beiggjan í traktorvanlukku á bóndagarðinum norðanfyri Reykjavík. At koma yvir lemjandi sorgina, byrgir hon seg inn á kamarinum hjá beiggjanum, sum altíð lurtaði eftir heavy metal. Hera flýggjar inn í ein destruktivan heim, sum tó hevur stór virði fyri hana og ikki minst nýggja unga prestin, ið er komin til bygdar og hevur eina Iron Maiden tattovering á arminum. Men so gongur alt av skriðjuni. Hera stjelur brennivín og traktorar, og setur eld á kirkjuna. Kann bygdin hjálpa henni?
Mikudagin 26. februar 2014 kl 19:30: Julia (Julie, Helena Bergström, Svøríki 2013, 102 min) Kenda svenska Helena Bergström (f.1964) tulkar klassiska leikin hjá August Strindberg Fröken Julie frá 1888. Meistarliga tulkingin, sum er beint eftir bókini, er triði filmur, sum hon hevur gjørt.
Við støði í eyðsýndum stættamuni taka Helena og hennara meistarligu leikarar upp ævig evni sum kærleika og girnd, og lata eins æviga stríðið millum kynini verða eina staðfesting av, at ein tænari verður altíð ein tænari, og ein hora verður altíð ein hora. Ein dagførdur klassikari, ið øll við áhuga fyri norðurlendskum filmi og sjónleiki eiga at síggja. Niðanfyri síggjast teir tríggir høvuðsleikararnir.
Mikudagin 26. mars 2014 kl 19:30: Vit eru bestar (Vi är bäst, Lukas Moodyson, Svøríki 2013, 102 min) Svenski filmsleikstjórin, Lukas Moodyson (f.1969), sum gjørdi Fucking Åmål, er aftur á løriftinum við eini framúr søgu, ið tekur ungdómin í álvara.
Fyrst í áttatiárunum møta vit tveimum tólv ára gomlum gentum í Stockholm. Tær seta sær fyri at gera eitt punk orkestur, men mangla eina gentu, sum hevur skil fyri tónleiki og dugur at syngja. Hann finna tær í lokalu meinigheitini. Samanrenningin millum tær tríggjar, sum ikki er uttan trupulleikar, er serstakliga spennandi, ikki minst sæð við føroyskum eygum. Ein stuttligur og hugvekjandi filmur um revolterandi ungdóm. Tvær av gentunum, Mira Grosin, 12 ár, og Mira Barkhamar, 14 ár, hitti eg í Lubeck fyri jól.
Mikudagin 23. apríl 2014 kl 19:30: Eg eri tín (Jeg er din, Iram Haq, Noreg 2013, 96 min) Norski leikstjórin Iram Haq (f.1976) vann við hesum filmi fyrstu virðisløn á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck og er norska uppskotið til Oscarvirðisløn í ár. Filmurin, sum er hennara fyrsti í spælifilsmlongd, er á norskum, svenskum og urdu.
Iram Haq sigur søguna um mongu avbjóðingarnar í tilveruni hjá ungu Minu, ið umframt at vera einlig mamma, eisini er av pakistanskari ætt. Hvussu skal hin trilvandi Mina fáa eitt eydnuríkt lív, har allir dreymar ganga út, samstundis sum hon eisini skal vera góða mamman, ið stendur væl í eygunum á næstrafólkunum? Leikstjóran, Iram Haq, hitti eg í Lubeck fyri jól. Norðurlandahúsið hevur bjóðað henni til Føroya.
Mikudagin 21. mai 204 kl 19:30: Pionérur (Pionér, Erik Skjoldbjærg, Noreg 2013, 106 min) Aksel Hennie spælir fremsti norski pionerur, Petter, tá kavarar skulu finnasta at leggja oljuleiðing á 500 metra dýpi, har ongin hevur arbeitt áður.
Vit eru í 1981 og arbeiðsgevari er amerikanska felagið Subsea og duldir norskir politikarar við ivasomum áhugamálum. Beiggin, Knut, doyr í vanlukku og bráddliga er Petter í eini politiskari nøtrisøgu, har bara fíggindar eru, ikki bara kapitalistisku amerikanararnir, men eisini næstu starvsfelagar, læknavísundin og teir at síggja til góðlyntu norsku politikararnir. Petter má gera upp við seg sjálvan, um sannleikin er tað verdur, at hann skal fram, kosta hvat tað kosta vil, ella um hann heldur eigur at ansa sær og vera takksamur fyri lívið og nærmastu familju. Leikstjórin Erik Skjoldbjærg (f.1964) hevur áður gjørt filmar sum Insomnia (1997), sum Christopher Nolan gjørdi til amerikanskan film í 2007, Prozac Nation (2001) og hin harðrenda ránsfilmin úr Stavanger, Nokas (2010). Politiska nøtrisøgan, Pionerur, er annað norska uppskotið at fáa Oscar virðisløn, sum besti útlendski filmur beint nú.
Í heyst verður filmurin Monica Z (Waltz For Monica, Per Fly, Svøríki 2013, 108 min) sýndur. Danski leikstjórin Per Fly (f.1960) sigur hugtakandi søguna um kendu svensku jazzsangarinnuna Monicu Zetterlund (1937-2005). Vit fylgja við frá byrjanini, tá Monica einki stig fær og endar á aftasta plássi í Grand Prix kappingini í 1963, meðan pápin bannar og aldri hevur eitt gott orð til hennara. Seinni byrtist ein stjørna tá hon syngur í New York og møtir Ellu Fiztgerald, Bill Evans og Miles Davis. Ein hugtakandi norðurlendsk stjørnusøga, ið eisini avdúkar loyniligar partar í lívinum hjá stóru sangarinnuni. Íslendsk-svenska Edda Magnusson hevur leiklutin um Monica og syngur eisini allar sangirnar, bæði svenskar og altjóða standards.