Skip to main content

Posts

Showing posts with the label rúmdin

Rúmdarmaður í Føroyum

Í kvøld tók eg fyri fyrst ferð í hondina á einum rúmdarmanni. Tað var fryntligi danin, Andreas Mogensen, sum vit hava sæð í rúmdarringrás í vektloysi við føroyska Merkinum og vovna slipsinum hjá Williami Heinesen.  Staðurin, vit møttust, var Gilið á hotellinum Brandan, har ferðalagið, sum íverksetarin Jóhan Mortensen hevði koyrt til Havnar, júst hevði skrivað seg inn. Hotellstjórin, Virgar Onghamar, bjóðaði sjampanju, sum høvuðstænarin Mart Manuel úr Filipsoyggjum skonkti. Vit skifta orð um film og tónleik, har rúmdin er tema. Víðagitni filmurin hjá Stanley Kubrick frá 1968, ”2001: A Space Odyssey” fær okkum at grunda yvir byrjanina, har ein av okkara forfedrum, ein apa, eftir bardaga kastar ein piðaðan lærlegg upp í loft, og tá hann kemur niður aftur, er tað í valstakt sum ein nútíðar rúmdarstøð. Hóast hetta er komprimeraða søgan um mannaættina, er hugvekjandi at grunda yvir, hvussu ørstutt henda alin er í okkara heildarsøgu. Eftir filmiska prátið tosa vit um kenslusamt inkluderandi