Hetta er heitið á einum heimildarfilmi, sum Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson úr Klaksvík hava tikið upp á ferð í Kenja í februar mánað í ár. Nú er filmurin liðugur og sæst við skúlauppgávum til hádeild á undirvísingarportalinum Snar . - Um kameraútgerðina kunnu vit fyrst siga, at tá vit komu til Kenja, var tað uttan nakra ætlan at gera ein film. Men í kuffertinum høvdu vit eitt SonyA7iv kamera við Tamron 28-75 G2 linsu, tvær tráðleysar DJI mikrofonir og ein DJI Ronin gimbal, sigur Niels Jóhan, sum við góðum eygað hevur filmað. Rakul Ró, sum hevur klipt, sigur frá og lesur tekstin frá ferðini. Filmurin, ið varir knappar 40 minuttir, byggir á frásagnir frá fólkum, tey møttu. Tey eru føroyingar, íslendingar og afrikanarar, og málini vit hoyra, eru føroyskt og enskt. Undir heitinum Hjartabørn í Kenja hava tey vitjað ein kenjanska skúla, sum er knýttur at felagsskapinum Mirjam, sum Hilda Viderø, ið eisini er úr Klaksvík, stendur fyri. Í hugvekjandi og nemandi filminum ho