Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2024

Hvat ríður Heindrikki?

Fyri tíggju árum síðan kom Atlas til heim og skúla út. Eftir fýra ára viðgerð, eisini við málkønum fólki úr Vági, sum tá sótu í Málráðnum, kom atlasið út í 2014. Nú eru tíggju ár umliðin. Sum sæst omanfyri hava Suðuroyggjar ikki verðið nevndar annað enn Innaru og Ytru Hebridur. Til ber at trýsta á myndina og hon verður størri. Hvat tingmaðurin Heindrikkur Old fyri hampuliga tingmannaløn og tingmannapensjón úr Føroya best umboðaðu bygd, Vági, meinar við, tá hann sigur, at tey í teim hægru stættunum í Havn, nú eru farin at siga Suðuroyggjar, og ikki Hebridur, ljóðar eitt sindur gruggut. Serliga, tá fremsti málmaður í Málnevndini var júst úr Vági, og sama bygd, alt gott um hana, er hin best umboðaða í Føroya politisku tingsøgu. Innan Erla Kongsdóttir kemur í havsneyð, God forbid, so haldi eg, at Heindrikkurin eigur at geva okkum, sum ganga á sløttum millum húsini í Havn, eina útlegging, hvat liggur í hansara margháttligt innballaða javnaðarfyrispurningi á tingi. Tað kundi jú hent, at han

Floygt prát um film

Søgulig litløgd mynd av Havnar Bio, har Filmsfelagið varð stovnað í 1964. Niðanfyri er Degns hús, fyrsta telefonstøð í landinum. Hvørt mikukvøld sýnir Filmsfelagið arthouse film í Havnar Bio. Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap. Tá heystskráin hjá Filmsfelagnum byrjaði, møtti eg Jákup Boga Joensen í Paname á Vaglinum í Havn. Tað bleiv til ikki færri enn tvær greinar, sum hann setti í Vikuskiftis Sosialin.  Filmsfelagið hevur í mong ár havt eitt samstarv við veitingarstøðini Paname á Vaglinum og Sirkus í Vágsbotni, sum verður kallað "Tvey fyri eitt". Hvørt mikukvøldi, tá tú hevur brúkt atgongumerkið hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio, kanst tú innan dagurin fer í kav, fáa tvey fyri eitt, á hesum báðum støðum í miðbýnum, vísur tú brúkta atgongumerkið. Endamálið er at hjúkla um hetta økið og vísa á tað virksemið, sum er eitt heilt vanligt mikukvøld í miðbýnum. Í fyrru greinini vil Jákup Bogi frætta um Filmsfelagið, sum verður stýrt av fýra fólkum, meðan hann í seinnu gr

Tú skalt syngja tær ein sang

Fyri fyrstu ferð hava brøðurnir Finnur og Thomas Koba arbeitt saman. Úrslitið er heimildarfilmurin "Bass Elvis & Jesus á Mallorka". Í kvøld varð eg boðin í biograf í Vestmanna. Við útsikt til Gideon og Føroya elsta biograf, fekk eg fyrst salat við geitaosti, sum Rúna og Thomas høvdu gjørt í hugnaligu húsunum við Skálaveg. So varð tendrað í biografinum niðriundir við nýbryggjaðum kaffi afturvið. Hóskvøldið 26. septembur byrjar Kringvarpið at senda nýggjar heimildarfilmar. Fyrsti er ein nærgangandi lýsing av 53 ára gamla leirvíkinginum, Jóannesi Joensen. Mystiska heitið sipar til, at høvuðspersónurin, sum við egnum orðum lýsir seg skizofrenan, dámar at syngja og síggja út sum Elvis. Tá hann í drúgva tíð hevði gjørt tað til yvirmáls á Mallorka við einum sjovi, sum vardi hálvan annan tíma hvørja ferð, fellir hann ein dag í 1997 í óvit á strondini. Vaknaður, sær hann Jesus fyri sær, peikandi uppeftir við aðrari hondini, og niðureftir við hinari. Eftir hetta tekin fer hann aftu

Polarisering sum lívsendamál

At Føroyar blivu eitt valdømi og allar oyggjar, higartil uttan Suðuroyggin, skuldu sambindast í einum vegakervi, bygdi á visiónina um, at her búði eitt fólk, sum skuldi hava ikki bara líkaliga atgongd til samfelagsins ágóðar, men eisini júst ta atgongd, tú sjálv ella sjálvur valdi, tá umræður arbeiði, bústað og rekreativar frítíðarmøguleikar. Flytføri var mantra. Ístaðin fyri at fáa eitt javntsett samfelag við heimsins rættasta Ginitali, eru vit blivin meira polariserað enn nakrantíð. Hetta er sum ein forstokkað meinigheit, ið bara er samd um eitt. At vísa næstu meinigheit bakið. Nýggjasta dømið um hetta er veljarakanningin, har talgilda Vikublaðið hjá Portalinum hevur spurt Spyr.fo um, hvønn flokk fimmhundrað fólk høvdu valt, var val í dag. Tá sæst hin grefligasti munur á bygd og býi, sum eg nakrantíð havi sæð. Eins og í øðrum londum kastar tann seiglívaði losjufelagsskapur, ið kallar seg politiskar flokkar, og fær løn, skrivstovuhald og allan hugsandi almennan stuðul til endamálið, f

Dímunarbryggj

Bóndahjúnini í Dímun, Jógvan Jón og Eva, avmyndað í egna bryggjarínum, har tey á søguliga garðinum í dag bjóðaðu trý sløg av rabarbuvíni.  Í góðveðrinum í dag fóru vit við tyrlu til Dímunar at vitja bónadhjúnini, sum høvdu bjóðað at smakkað fyrsta bryggj, sum er latið á fløsku, og nú kemur í handilsliga umferð, ikki bara til vitjandi á garðinum og tollfría sølu á flogvøllinum og umborða á Norrönu, men eisini í Rúsuni. Innkeypsleiðarin, Rúni Herup Olsen, sigur, at um mánaðarskiftið septembur-oktobur kann vøran væntast at vera á hillunum í Rúsuni. Etikettirnar hevur Teitur Ellingsgaard gjørt. - Øll krøv eru í ordan, sigur Jógvan Jón og leggur afturat, at tey hava fingist við bryggj síðan 2019. Hjúnini hava verið her úti í tólv ár. - Rótabryggj var fyrsta royndin, og nú hava vit fingið bryggjararnar, Høgna Jensen og Søren Antoft, at hjálpa okkum. Eisini hava Gutti, Karin Visth og Karl Aage lagt okkum lag á, so vit ikki standa við nøkrum barnasjúkum. Eitt hálvt tons av vínrabarbum eru komn

Eggjandi felagssangir

Sangir er kanska so nógv sagt, tá vit skulu syngja Dylan í felag. Tað hevur forðingar við sær, um vit beint fram hugsa morgunsang. Skaldið Dylan, hitt fremsta, ið enn snurrar á plátuspælaranum, hevur í mínum oyrum ein meiri insiterandi og messandi dynamikk, enn felagssangurin kann lofta, sum í Tá ódnin brestur á , ið byrjar varisliga á tí persónliga pláninum við ljóst gjøgnumskygdu røddini hjá Knúti, og síðan flytir einstaklingin út á messianskar víddir við fylgispæli, trummum, klaveri og kvinnuligum kórrøddum. Komið er í hæddina eftir meir enn fimm minuttum í hesum meir enn níggju minutta sangsyklusi, sum gongur í ring og veksur í styrki, sum ákallar hann fyrst áhoyraran at mana til luttøku, og síðan tekur hann okkum við út í eina felags ringrás, har sangurin fær eina fysiska styrki, ið fær rætta skapið, tá øll syngja unisont í felag, shamanistiskt sum á ólavsøku. Sum Roxy Music fjeppari eri eg í lurtingini bundin at Bryan Ferry, men komi í seinastu crescendominuttum út í farvatnið hj

Hallur og Kristina

Fyri fullum húsum sungu og spældu Hallur og Kristina í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í gjárkvøldið. Ein tvídupult stjørnustund. Pauli spældi bass og sang kór saman við Beddi, sum hevði brotið hondina, og tí ikki kundi spæla gittar. Men lukkutíð fyri okkum, ið upplivdu løtuna, ikki bara við hansara góða kórsangi saman við Paula, men sum a double bill slapp Janus Kampmann úr The Reverends at spæla gittar til høvið, bæði akustiskan og elektriskan.  Meðan eg njóti nýggja gittarljóðið, serliga tá hann fer út í markið móti seigum blues, verið eg púra starstrucked av trummusláaranum, Høgna Lisberg, sum var í mest legendariska bólki í nýggjari tíð, Clickhaze, stundum skýrdur Føroya størsti rútmiski aliringur, so nógv kom búrturúr tí bólkinum.  Nú hepnaðist at síggja og hoyra Høgna spæla trummur við Halli og Kristinu, og eins og Janus, støðugt finna nýggjar smogur í tí kenda, skapa op og lyfta tað gamla upp í nýggjar hæddir. Briljant frá Seven Spanish Angels til konsisar svingarar sum Mister Wr