Skip to main content

Hassan undir trænum


So fór enn eitt ár, og gerandisdagurin í nýggja árinum er yvir okkum. Tveytúsund og fjúrtan. Ella tjúguhundrað og fjúrtan, sum tey siga í Folkhemmet Sverige. Orðalagið í ymsu málunum leitar so ymsar vegir, eisini hevdin at lata orð sleppa at vaksa í ymsar ættir. Sum eitt nú í enskum. Varnaðist í dagliga týðingararbeiðnum, at har í landinum seta tey nær skyldu føroysku orðini veður og veðurlag í hvør sín enda í enska bókstavaraðnum, weather og climate, so næmingar ikki blanda orðini og halda fyribrigdini vera tey somu. Snilt. Men ymist er, hvussu málsliga skettnið er, tá vit blaða. Ein, ið skettaði um bæði smakkin og litin í málinum, var walisiski yrkjarin Dylan Thomas, sum varð borin í heim fyri hundrað árum síðani, heilt nágreiniliga 27. oktober 1914. Hann var bara 39 ára gamal, tá hann doyði. Vónandi fer danski Hassan (f.1995) at røkka tann aldur og ríkiliga tað. Tí millum gávurnar undir grøna jólatrænum, sum í ár stóð á flatlondum, var svarta yrkingasavnið hjá Yahya Hassan, sum er prentað í hundraðtúsund donskum eintøkum. Eitt savn, sum hvørki í grafiskum ella bókmentanarligum dygdum er nakað at reypa av. Savnið er skrivað við rópandi spjaldrastavum, ið eg ikki hevði góðtikið, varð eg spurdur sum ritstjóri, hvørki á bloggi ella pappíri. Og nógvastaðni er innihaldið so trivielt, at tað er rapp, ið mest sum køvir yrkjararøddina, sum bara er átjan ung ár. Men tað sjáldsama er, at unga røddin er ikki bara nýggj á bókamarknaðinum, men letur upp fyri einum heilt nýggjum landi, sum eingin uttan løgreglan visti av var til í rigoristiska Danmark, har fremmandahatrið er so ítøkiligt, at veljarin hevur sett tað á ting undir fólksliga frámerkinum Dansk Folkeparti, sum har í landinum er arbeiðaraflokkurin burturav, enntá vælsignað við einum krossmerki sum eyðkenni. Well, í hesum danska veruleika hevur Hassan við stórstavalási sett eitt nýtt fólk á landakortið. Tað er málleysa fólkið í Undirdanmark. Tíggjundihvør dani. Sjálvur er hann ‘statsløs palæstinenser med dansk pas’, sum hann sigur á bakpermuni, hvítt uppá svart. Kanska er tað júst hetta gnaddandi knýti til Yvirdanmark, ið lættliga eisini fær ein føroying at fata Hassan sum eina profetiska rødd í donsku oyðimørkini, ikki minst tá hann messar yrkingarnar fram sum eitt bland av fremstu donsku yrkjararøddum, men við týðuligum fráviki frá ríkisdonskum máli. Eins og føroyingar, er hann vaksin upp í eini ghetto, ikki á Oyrarsundi, men í Trillegården har vesturi í Aarhus. Í dag er hann millióningur á Eysturbrúgv og næmingur á Forfatterskolen. Soleiðis kann førleikin at skriva broyta veruleikan eftir ongari tíð. Størsta avrik Hassans haldi eg sostatt vera samfelagsligt. At hann gevur einum nýggjum landi og fólki mál. Og við fyrstu bókini hjá Hassan í hondini, fari eg instinktivt at lesa Georg Brandes (1871) um uppgávuna hjá einum rithøvundi, og so at leita eftir einum føroyskum javnlíka, sum á sama hátt hevur sett viðkomandi evna á skrá og gjørt ein orðaðan mun í prentaðu samtíðini. Steðgaði eina løtu við Silviu Henriksdóttir (2011) og Høgna av Heiði fyri 25 árum síðani, men ivaðist í teirra ógvuliga avmarkaða evnisvali. Í leitanini gjørdist eg sannførdur um, at einasta boð, ið nøkurlunda kann javnmetast við danska Hassan, er føroyski Ole Wich í tvímælta yrkingasavninum Ophav/Upphav (1996). Annars haldi eg fram at leita eftir einum rithøvundi, sum á føroyskum máli í nýggjari tíð kann fevnast av donsku uppskriftini hjá Brandes um livandi bókmentir: “Det at en Litteratur lever, viser sig i, at den sætter Problemer under Debat”.