Skip to main content

Ian McKeever: Hours of Darkness. Hours of Light


So er fríggjamorgun. Eftir ótamdar óveðursdagar skínur sólin á tóma kampingplássið Yviri við Strond og skapar nýggja kontrast millum ljós og myrkur, har náttin slepti degnum einustaðni millum sjógv og land. Miðlarnir, sum brúka svertu í upplýsing, ganga støðugt fremstir at gera okkum býttari, sum í hesum føri har Jútlandspestin sigur skúlaðum fólki, at enn ein massakra hevur verði í Skotlandi, har høvd longu eru farin at rulla.


Bretski gerandisspegilin síðani 1903, Daily Mirror, meldar svart og speglar okkum eina tíðuliga ónøgd, sum vóru vit á einum dreingjavesi í barnaskúlanum í hálvtrýssunum. Ella á Facebook beint nú. I couldn't care less. Retorikkkurin í miðlunum er so djúpt fordummandi, Dimma og Sosialurin íroknað, at nú fari eg í Listaskálan í svørtum bili at vita um eg finni ljósið.

Í Listaskálanum er Ian McKeever (f.1946), sum er millum fremstu og týdningarmestu listafólkini í Bretlandi. Tað sigur Nils Orth, stjóri í Listasavni Føroya, tá hann setir framsýningina við ljósa og myrka heitinum Hours of Darkness. Hours of Light og leggur fram bókina við sama heiti, nú arbeiðsvikan hjá okkum er av, og vit vilja sleppa at uppliva mentan og list í andanum hjá Julius Bomholt.


- Hóast hansara list tykist nonfigurativ, rúmar hon eina tilvísing til tann sjónliga veruleikan, tí annað enn formar og litir bylgjast Ian McKeever í barmi, sigur danski Nils Orth um bretska McKeever í føroyska listasavninum.

- Listamaðurin er upptikin av, hvussu fólk uppliva tíð og rúm. Í fleiri av hansara fyrru myndum arbeiðir hann við okkara kenslu av kroppinum í fysiska umhvørvinum, hvørt tað snýr tað seg um eitt afturlatið rúm ella í opnum landslagi. Eins týðandi er tann projektiónin av kroppinum, sum hendir, tá vit hugsa um okkara upplivingar í fortíðini og ímynda okkum lívið í framtíðini. Í báðum førum fer andligi kroppurin útum mørkini á fysiska kroppinum. Ein mynd sum Assembly Painting, sum minnir um ljóslikam í sveimandi dansi, er ein avmynding av einari kropskenslu í rúmi og tíð.


Meginparturin av framsýningini fevnir um tvær myndarøðir, ið hava samband við hvørja aðra. Onnur eru fotomyndir av heiminum hjá listamanninum, Hartgrove Photographs. Hin, sum framsýningin er uppkallað eftir, eru smáar einlittir málningar, skornir úr størri - miseydnaðum - og límaðir á krossvið. Felags fyri tær báðar røðirnar er okkara uppliving av rúminum. Fotomyndirnar vísa óvæntaðar partar úr nærumhvørvinum av og á við óhugnaligum dámi á la Hitchcock. Dámurin av fremmandgering skal minna okkum á, at gerandisdagurin eisini rúmar nakað gátuført. Og tað kemur fullkomiliga greitt fram í málningunum við teirra tilsipaðu og tvítýddu rúmum sum ímyndir av reinum andligum rúmum.


Við teirra tilvísing til andligar myndir minna smáu málningarnir um gomlu halgimyndirnar, sum McKeever eisini hevur stóran áhuga fyri. Umframt at vísa ein halgan persón var halgimyndin niðasta stigið í eini andligari trappu, sum kundi fáa tann trúgvandi í samband við sjálvan himmalska persónin. Hóast ”halgimyndirnar” hjá McKeever hvørki hava nakað trúarligt myndevni ella samsvarandi førleika, hava tær í sær eina sterka inntonkta dimensjón, sum megnar at tøma sinnið og uppliva eina størri heild, segði savnsleiðarin Nils Orth og vísti til úttýpandi tekst í bókini, Hours of Darkness. Hours of Light, ið samstundis varð løgd fram.


So helt listamaðurin Ian McKeever sjálvur eina røðu, beint frá hjartanum og við rødd sum ein vandur upplesari av skaldskapi. Eg kendi meg fluttan til gudstænastu á ólavsøku, har Henrik Nordbrant, Søren Ulrik Thomsen og ein feril av Yahya Hassan førdu penn og rødd. Hægri slepst ikki. Við hesum himmalska ljóma helt McKeever eina persónliga røðu um at mála fyri seg sjálvan og ongan annan, um at hava eitt mark, a gap, millum seg sjálvan og málningin, millum málningin og veggin á savninum og síðani millum veggin og áskoðaran. Eg máli bara fyri meg sjálvan, segði hann, so sannførandi, at hann hevði øll, sum vóru í rúminum í eyga, huga og hond. Orð og list gingu upp í eina hægri retoriska eind, sum eg aldri havi upplivað áður. Eg haldi at McKeever skal sleppa at halda røðu á ólavsøku. Hann nemur, hann prentar, hann málar og hann fotografera. Men fyrst og fremst - hann nemur við orðum.


McKeever greiddi frá um barnaár í sjómannabýnum Hull, har hann sá skip og hugsaði um sjórænarar. Men so sá hann ein lítlan málning hjá Stanley Spencer (1891-1959) av leykum, ja einki annað enn leykum, sum hingu upp og niður. Hesir leykir hjá Spencer gjørdu hann hugtiknan av løriftinum og fingu hann at mála. Einki meir. Mála fyri meg sjálvan.


Vøkru innbjóðingina og grafiska partin í bókini hevur Ingi Joensen gjørt á Føroyaprenti. Hugtakandi framsýningin hjá Ian McKeever Hours of Darkness. Hours of Light sæst í Listaskálanum fram til 21. juni. Mikudagin 13. mai, beint sum løgtingið fer í summarfrí at uppliva mentan, tá letur Ian McKeever upp framsýning í Steinprenti á Skálatrøð, har hann hevur arbeitt við prentum. Gott vikuskifti við arbeiðandi mentan og list í sanna anda Bomholts. Gott vikuskifti!