Skip to main content

Kirsten Drotner: Ung eru farin at lesa tíðindi


Kirsten Drotner, sum var pliktstoff at lesa í mínum ungdómi, hevur úttalað seg til almenningin. Tað havi eg ikki upplivað fyrr. Hon er professari á Syddansk Universitet og hevur alla mina tíð verið fremsti granskari av ungdómi og hvussu hann, ungdómurin, brúkar miðlar í einum mentanarsosiologiskum og antropologiskum ljósi. Nú sigur Drotner, at ung eru farin at lesa og lurta eftir tíðindum. Tað havi eg ikki hoyrt fyrr. Bara tað øvugta hevur verið at hoyrt, eisini úr okkara egna Kringvarpið, sum av og á ger hissini lurtarakanningar. Ungdómurin brúkar ikki tíðindi. - Tíðindini eru óviðkomandi og vit kunnu ikki bruka tey til nakað, tí vit kenna okkum ikki aftur í teimum, hevur verið sagt. Men í dag sigur ein nýggj donsk kanning tað øvugta. Tað er Det Nationale Forskningscenter for Uddannelse og Medier, ið eigur kanningina, sum byggir á eitt spurnarskema, sum 2500 ung millum 13 og 23 ár hava svarað. Úrslitið vísur, at parturin av ungum, sum dagliga lesa tíðindi, er øktur úr 12% í 2010 til 27% í 2014. Ungdómurin, sum miðlarnir sjálvir hava gingið fremst í at avskrivað, eru altso ikki so torførir at servisera og samskifta við, sum higartil hildið. Danmarks Radio sigur í morgun soleiðis:
Kanningin staðfestir, at ung eru nógv ídnari enn fyri fimm árum síðani at tjekka tíðindi á appuni, og at lesa seg gjøgnum tann hópin av tíðindum, sum alla tíðina streymar gjøgnum Facebook. 
Og tað er gott nýtt. Kanska besta framtíðartrygging hjá øllum teim skrantandi og handlingslammaðu miðlum á okkara leiðum. Ungdómurin er ikki tað, tit hava hildið hann vera. Tað hoyra vit eisini í mest dynamisku sendingini í Útvarpinum beint nú - Røddini!