Skip to main content

Lilian um Hevndarsøgur og argentinskan film


Lilian Joensen, omanfyri, fer at greiða frá um argentinska filmin Relatos Salvajes, (Wild Tales, Hevndarsøgur, Damián Szifrón 2014), sum Filmsfelagið fer at sýna í Havnar Bio mikudagin 13. mai kl 20.

Argentinski filmurin var við í endaumfarinum, tá Oscarvirðislønin fyrr í ár skuldi handast besta útlendska filminum. Vinnandi filmurin varð pólski Ida, sum Filmsfelagið byrjaði skránna við í januar í ár. Eisini russiski Leviathan, sum Filmsfelagið vísti, var við í kappingini. Nú er høvið at síggja argentinska kappingarneytan, Hevndarsøgur (Wild Tales), sum hevur spanska talu og danskan undirtekst.


Lilian Joensen, sum fer at greiða frá undan sýningini, undirvísir í sponskum og lívfrøði í Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Í summarfrítíðini granskar hon á stovninum fyri Tropiskum Medisini í Puerto Iguazú í Argentina. Mamma Liljuna er úr Argentina og pápin úr Sumba. Sjálv er hon fødd í Danmark, men vaks upp í Buenos Aires, har hon hevur tvær vaksnar døtur, ið hava tætt samband við Føroyar. Lilian er cand. scient í lívfrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn (1993), hevur eina ph.d í lívrøði frá Universitetinum í Buenos Aires (2003) og hevur síðani 2001 verði limur í Grupo de Reflexión Rural í Argentina.

Atgongumerkjasølan til argentinska filmin Hevndarsøgur (Wild Tales), sum hevur gingið sigursgongd um allan heimin, er byrjað. Atgongumerki fáast bæði á netinum og við skivuna í Havnar Bio, har sýningar hjá Filmsfelagnum eru.