Skip to main content

Ráðstevna um vegleiðing


Mánadagin 4. mai var ráðstevna um vegleiðing í Norðurlandahúsinum. Fyriskiparar vóru 32 lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum ætlandi verða liðug við master í vegleiðing í 2017. Myndirnar tók Anna Katrin Matras.

Eftir tríggjar vælkomurøður byrjaði dagurin við stuttfilmi, sum var gjørdur til dagin. Upplýst varð í filminum, at síðan 1974 hava lestrarvegleiðarar virkað í Studentaskúlanum og HF skeiðnum í Hoydølum, at LFÚ var virkið á økinum, í 1980’unum, og at ymsar skipanir, Tekniski Skúli í Havn til dømis, hevur medvirkað í samstarvi at byggja brýr millum lond og útbúgvingar á ymsum stigum. Skúlavegleiðing á fólkaskúlaøkinum var ikki sjónlig og varð bara nevnd av formanninum í Lærarafelagnum sum eitt átak, ið fá vóru nøgd við og neyvan virkaði.


Í 2009 komu Føroyar við í samstarvið Nordisk netvärk för vuxnas lärande, sum við persónligum kontaktum leiddi til finnan Raimo Vourinen og felagsskapin, sum hann samskipar: The European Lifelong Guidance Policy Network. - Tit hava nógvar sucessfaktorar nú, sum onnur lond ikki høvdu, tá tey fóru undir vegleiðaraútbúgvingar, segði finnin í fyrilestiri. Hann er helst fremsti policymakari á hesum øki í Evropa.


Deirdre Hansen, vegleiðaralesandi og Bárður Rasmussen frá Fróðskaparsetrinum, løgdu fram føroysk tøl um arbeiðsmarknaðin, og hvussu hann hevur verið settur saman upp til okkara dagar, og hvussu framtíðarútlitini fyri størvum eru. Nina Brockie, vegleiðaralesandi, var frásøgufólk og lýst vegleiðaran sum ein trupulleikaknúsara í lívslongu læringini.


Umframt finska gestin vóru tveir úr Íslandi. Iðunn Kjartansdóttir, omanfyri, frá privata Iðan, sum arbeiðsmarknaðurin hevur rikið síðan 2006, greiddi frá um vegleiðing í sambandi við sveinabrøv og handverkaraútbúgvingar. Sif Einarsdóttir, niðanfyri, frá Háskúla Islands og fakligur garantur hjá føroyskum vegleiðarum undir útbúgving, greiddi frá lærugreinini lífsleikni í Íslandi og career skills í Bretlandi, sum í báðum førum eru lærugreinir í fólkaskúlanum, ið miðja ímóti at gera næmingin employable. Frá tí gender einstáttaða arbeiðsmarknaðinum, hon hevði fingið innlit í í Føroyum, spurdi Sif, um Føroyar nakrantíð høvdu verið industrialiseraðar. Øll framløgufólkini vóru samd um, at ein lívsleið verður ikki chosen, men constructed. Tí er tørvur á fakliga sterkum vegleiðarum sum aldri fyrr.


Sum dagurin gekk, gjørdist skráin minni formell og varð løgd út til 10 ymsar borðsetur, har áleið 3 av teim 32 lesandi fyriskiparunum sótu við hvørt borð og góvu okkum ráðstevnugestum einfaldar uppgávur við vegleiðingarorðum og -hugtøkum. So stemmaðu vit av kring borðið.


Í tveimum borðsetum komu vit eftir, at fyriskipararnir skiltu millum tað passiva í almennari ráðgeving, til dømis at sláa upp í ‘Hvad kan jeg blive’, tá ein næmingur spyr, og hina persónsbundnu og mennandi vegleiðingina, altíð við lívslongu læruni sum sikti í einum brúgvaskapandi holistiskum sjónarhorni. Eisini varð skilt millum HR (human resource management), sum amboð hjá arbeiðsplássinum, at fáa mest burturúr hvørjum einstøkum beint nú, og so vegleiðingina, sum amboð hjá einstaklinginum í heildini, har sum hon er í objektiva lívsrenslinum, altíð við lívsvirðisøking fyri eygað.


Dagurin endaði við pallborði, har ein almenn vegleiðarastova, sum leys av einstøku skúlunum kann vegleiða og røkja tørvin á lívlangari læring fyri øll, varð eftirlýst. Fram kom, at í 2007 fekk Mentamálaráðið eitt álit um eina slíka stovu, men eingin veit av tí, sum Vinnuhúsið segði. At enda tóku Nina Brockie og Hanna Jensen, niðanfyri, saman um dagin. Ein hugvekjandi dagur við kveiktum fólki.