Skip to main content

Ein andlig reisubók


Bókaklubbin hjá Sprotanum boðar frá, at næsta bókin er nýggja samtíðarskaldsøgan hjá Carl Johan Jensen Bókin um tað góða. Longu í dag, mánadag 10. august, kemur hon í bókabúðirnar. Almenn framløga er í Gamla Reinsaríi í Tórsgøtu hósdagin 20. august.

Í tíðindaskrivi undan útgávuni sigur forlagið turrisliga, at "ein maður doyr og eitt handrit liggur eftir hann. Hvat so?"

Vit eru í prentaraumhvørvinum í Havn í 2011 og K., ið sigur frá, er uppsagdur bókhaldari í Prentskálanum við Karlamagnusarbreyt. Tað er í hesum umskiftiligu tíðum, at hann fær fremmanda handritið inn í telduna. Úr einum kjallarkamari ovast á Tinghúsvegnum, har høvuðspersónurin telur seinastu dagarnar, verða vit førd oman á Bakkhellu, har K. vaks upp, og niðan í Varðabú, har han til fyri stuttum livdi saman við Hildigarð, sum nú er flutt saman við Gunnhild á Berjabrekku. Hann flytir sær tríggja lønir, tekur eitt lán, ætlar ser á pílagrímsferð, men endar í Antwerpen.

"Ein andlig reisubók", sum ritstjórin, Vilhjálmur við Hoygil, skrivar í forðorðunum úr Grasmere í Cumbria.

Ein undirhaldandi samtíðarsøga, har vit síggja Ebbu og Jóanes á Áarvegnum, eru á fundi í Hesuferð og møta brilluskortinum Karl Jóhan Jensen, sum breiðir seg, braskin og fregin, sum skrivað stendur. Prentarin K. hevur á egnum forlagi givið út yrkingasavnið Lognbrá á Reyni, og beint fyri jól hevur hasin gorlakkurin, brilluskorturin Karl Jóhan, avhøvdað savnið í Útvarpinum. So púrasta. Nú er høvið hjá K. at svara honum aftur, men har er eitt tølandi konufólk úti á Reyni.

Tú ert væl undirhildin í hesum kaleidoskopiskt perspektiverandi ferðateksti millum Havnina, meginlandið og aftur.