Fríggjadagin letur Heðin Kambsdal (f. 1951) upp framsýning við 18 málningum í Galerie Focus í Lambagerði í Havn. Í tíðindaskrivi verður sagt, at tað, sum Heðin Kambsdal lýsir í sínum málningum, er samspælið millum tað heita og tað kalda í náttúruni. - Mann kann merkja eina fugu av Bach, sum sagt verður. Heðin Kambsdal er ein av teimum, ið dugir væl at spæla við skugga og ljósi. Hann minnir í summum av sínum málningum ikki sørt um kenda amerikanska listamálaran Edward Hopper, uttan at Heðin ger eftir. Hann er sín egin. Myndevnið er bygdin og tað mystiska ljósið, tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið úr erva, millum tey døkku høgu fjøllini, sum speglast í fjørðinum, og gøtuljósini - tað man vera um kvøldið, um náttina, ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verðirnar? Kanska fólk eta nátturða, hyggja í sjónvarp ella sova. Tey síggjast ikki í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegunum. Húsið stendur sum fyri seg sjálvt, myndin er realistisk, men eisini onkuntíð meira abstrakt. - Eg málaði ofta bygdina. Kanska dyrkaði eg trygdina í hesu fjálgu kulluni. Men eg veit tað ikki fyri vist. Eg royndi eisini at skilja ljósið, og eg helt meg altíð frá stríðnum, konfliktini. Myndirnar vóru ljósar og sam-ljóðandi. Ósamljóð og stríð slapp ongantíð við. Veit ikki hví, eg havi læst tað úti. Men kanska vildi eg sleppa inn í friðin við málninginum. Kanska vildi eg bara hava frið, sigur Heðin Kambsdal, nú hann letur upp framsýning í Galerie Focus fríggjadagin klokkan fýra. Framsýningin er opin til 27. august.