Meðan vit liva í einum veruleika, sum politiskt enn er merktur og heftur av einum serstakliga trongum mentanar- og listasýni, hava vit lukkutíð eitt meira privatpersónligt vítt og aktivt uppsøkjandi mentanarsýni, sum av og á gevur okkum upplivingar, ið eru óvæntað sjáldsamar. Ein tílík var í Løkshøll í Runavík leygarkvøldið, har Pauli í Sandagerði og Sigmund Poulsen buðu til frumframførðslu av tónleikaverkinum Dropi ert tú við undirtitlinum Sangur um lívið . Eitt varisligt ekkó av samstarvinum kring sangleikin Jesus og Makedonarin fyri fjøruti árum síðan. Eins og tá hevur Pauli skrivað tónleikin, sum nú er fyri kvinnukór, strúkikvartett, klaver og bass, og Sigmund hevur skrivað tekstin. Hann er í seks pørtum við heitunum Keldan, Løkurin, Vatnið, Áin, Fossurin og Havið. Tónin er javnt og høgt insiterandi, væl balanseraður í rúminum, men við støði í teim seks kvinnurøddunum ytst í vinstra borði, beint framman fyri, har eg siti. Við ljóðmyndini fái eg ta fatan, at tónin er dropin, i