Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2025

Gellumasurkan er aftur!

Í vikuni fegnaðist eg um, at Gellumasurkan er aftur. Hesuferð sum reel á Facebook. Fyrstu ferð eg legði merki til hana, var fyri sjey árum síðan á YouTube á eini kanal hjá Miðlahúsinum. Stílurin er hin sami, sjálvreflekterandi speisøgur úr gerandisdegnum, kanska av songarstokkinum, innan hon fer upp at møta degnum. Júst tann løtan letur upp fyri gerandisdjúpum hugsunarsemi. A moment of Zen. Á Facebookvanganum sigur hon “Tað byrjaði við humoristiskum forteljingum um gerandisdagin við børnum. Men so mitt í tí heila, bleiv Gellu-MAsurkan til, og hon hevur fylt meira og meira. Oh well 😊 ”  Gellumasurskan er eitt kærkomið høvið at fylla meiningsloysið og aðrar deyðar løtur í gerandisdegnum, tá feria er. Viðkomandi, kanska serliga hjá monnum at uppliva, tí hetta er sum eitt watering hole hjá kovboyarum á nýbyggjaraheiðini, har lítið er til av skemti, kanska púra turt og upp í einki, tá eg skal teinkja meg um. Í 2017 skrivaði eg ein blogg undir yvirskriftini ”Teigar til teitis”, h...

Vitlíki í eini villari dansitíð

Nei, hatta gert tú bara ikki, hatta er halgibrot, hugsi eg beinanvegin, eg síggi The Velvet Sundown á Abbey Road, mest fotograferaða vegi í London, síðan Beatles góvu út ellintu LP plátuna, hina seinastu í studio, og sum tók navnið á júst teirri gøtuni, hóast hin fyrr upptikna, Let it be, kom út árið eftir og legði lok á tað heila. Soleiðis eru rørslurnar, sum í foxtrot, endurtakandi og sirkulerandi, frameftir, til síðurnar og aftur har, alt byrjaði. Vitlíki hevur onga moralska kumpass, tí hóast mannaskapt og -fóðrað, er tað sum navnið sigur, úr líki mansins, vituliga sett saman, men aldri blivi til í menniskjansligum samstarvi. Tí tað er tilgjørt, sum í artificial. Dávur, starvsfelagin, og eg vendu hesum viðurskiftum afturvið morgunmatinum týsdagin, tá vit eta í felag. Ofta semjast við um tónleik í smakki og útrykki, sum Skyscraper hjá Underworld, serliga teimum, men eisini í funktión í samfelagnum, frá country til dansband, nú summarfestivalarnir eru yvir okkum. Okkurt identifis...