Ein 'Onkel Tom filmur', 12 Years A Slave , er besti biograffilmur í undanfarna ári. Hóast ein filmur um trælahald kann tykjast føroyska biografgangaranum nakað tíðarvilstur at koma úr dagsins blinkstrandi Hollywood, samdust 93 journalistar um júst henda filmin í Beverly Hills í nátt. Leikstjóri er hin bretski Steve McQueen (f.1969), sum í 2011 gjørdi filmin Shame . Kann vera, at nógva umrøðan kring jarðaferðina hjá Mandela fyri jól, og serliga orð hansara um reconciliation millum svørt og hvít, hava elvt til eitt serligt umhugsni hjá fremmandu Hollywoodjournalistunum at geva umheiminum eina fatan av amerikansku søguni og nútíðar stættarsamfelagnum. Av øllum listagreinum er eingin sum filmur at skapa fólksliga fatan av samansettum evnum og truplum fyribrigdum. Havnar Bio sýnir 12 Years A Slave frá 20. februar. Filmurin byggir á amerikanska hemildarsøgu, ið varð skrivað í 1853, árið eftir at Harriet Beecher Stowe skrivaði Uncel Tom’s Cabin , sum fleiri ferðir