Skip to main content

Posts

Í Andarisa og Ísansgarði

So er vikuskifti í Andarisa og í grannahúsunum í Ísansgarði á Sandi, sum Lis og Hans reka sum summarhús við 9 rúmum. Her eru útvið hálvthundrað fólk, sum øll eru úr hesum húsum, Andarisa, ið eru bygd í 1880'unum. Her er úr køkshorninum, sum er í originalum ljósabláum og myrkabrúnum liti og enn funktionelt í allar mátar. Tey áleið 130 ára gomlu húsini eru nýmálað. Og úr rúmi nummar trý í grannahúsunum, í Ísansgarði, sum vórðu bygd í 1922, síggjast øll í túninum, meðan sólin setur yvir bø og ong, og súpanarangin kemur upp úr køkinum í hjallaranum.

Grafiskt løgtingsval í hondum

Framsókn er enn einsamalt í oddinum at definera grafiska valstríðið, nú løgtingsval verður týsdagin 1. september, tað er um góðar tvær vikur. Tað sæst á heimasíðuni hjá flokkinum og við vegjaðaran kring alt landið. Framtíðin er appilsingul, í hvussu er um tú velur F fyri Framsókn. Tó so, hin andstøðuflokkurin, Tjóðveldi, hevur gjørt talmerkt prent í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Tróndur Patursson hevur gjørt reyðu grundina, og so hevur Carl Johan Jensen skrivað skaldaborin orð og setningar omaná. Við hond, og í elstu prenttøkni, sum til er á okkara leiðum, steinprenti. Minnist meg ikki hava sæð ein politiskan flokk, sum so beinleiðis og ítøkiligani knýtir politiskt samband við listina. Og tað riggar heilt væl á vegginum, eisini. Væl frágingin og funktionell valpropaganda í talmerktum sølueintøkum hjá lista E. Hin fremsti í bókstavaraðnum, listi A, sum mikið hóskiligani kallar seg A-liðið , hevur eins effektiva propagandatænastu, við góðum grafikki á øllum pallum, og hinir b

Hvussu smakkar tað reina føroyska summarið?

Hóast langt er til mikkjalsmessu, sum er 29. september, hevur myndamaðurin og rennarin, Absalon Hansen, júst nú flett lomb av Hósvíks- og Hvalvíksleiðini, har hann er bóndi. Lombini hava ongantíð fingið heilivág og eru tí vistfrøðilig í orðsins rætta týdningi. Kvøldi fyri Sjómannadagin , fríggjakvøldið 21. august, fer Áarstova at broðreiða við nýflettu summarlombunum hjá Absaloni bónda í Sundalagnum. Um tíðina, tá fjøllini verða gingin, sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, sum eisini hevur skrivað nógv um føroyskan mat, at “longu áðrenn skurðtíðina um mikkjalsmessuleitið, smakkaðu føroyingar lambskjøt, tí tað var vanligt at taka nøkur lomb til hoybaragildi og til fjalldagin. Tað vóru tey, sum næstan ikki blóðgaðu knívin, tess meira gleddu tey seg, sum sluppu í hoyberagildi. Fjallmenninir gleddu seg eisini til seyðarhøvdini fjalldagin.” Og so er ikki at gloyma summarseiðin, sum nógv fekst burturúr kring landið. Við støði í heimligum tilfeingi, rávørum og uppskrif

Paul Watson: 'I am a liar'

- Øll lúgva, segði Paul Watson fyri fýra árum síðani. Var tað ikki fyri Facebook, sum í dag minnir meg á hesa kreddu, trúarjáttan, hjá Paul Watson, so var hon farin í gloymskunnar hav. Minnið er ikki longur kollektivt, tað er talgilt á goymslu hjá Facebook. So ansið tykkum, hvønn tit samskifta við og hvønn tit hava í vinaskaranum. Men sjónarmiðið hjá Paul Watson er áhugavert at steðga við: Øll okkara mentan og tilvera byggir á lygn! Klikk á myndina omanfyri og les lívsmynd Watson's.

Filmsfelagið nýggja sýningarskrá

Í næstu viku byrjar nýtt skúlaár og nýggj sýningarskrá í Filmsfelagnum. Um eina viku, mikudagin 19. august kl 20, sýnir Filmsfelagið týska meistarverkið Krossvegur , sum vann Silvurbjørnina í Berlin í fjør. Í filminum, sum tekur støði í Matteus 27, lýsir leikstjórin Dietrich Brüggemann (f.1976) fjúrtan krossandi støð, sum var tað Jesu líðingarsøga langa fríggjadag. Teir fjúrtan krossvegirnir eru í gerandisdegnum hjá fjúrtan ára gomlu Mariu, sum skal konfirmerast í eini strangari katolskari kirkju. Í nútíðarsamfelagnum vil hon ofra alt fyri trúar sakir. Laila av Reyni, sunnudagsskúlalærari, innleiðir sýningina. Niðanfyri sæst filmsplakatin við innsettum ummælum úr donsku pressuni. Filmurin hevur 11 ára aldursmark og verður sýndur við donskum undirteksti. Virksemið hjá Filmsfelagnum sæst á heimasíðuni hjá Havnar Bio og á egnum Facebook profili . Í næsta mánaði eru Filmsdagar - í felag í Havnar Bio.

Heðin Kambsdal í Galerie Focus

Fríggjadagin letur Heðin Kambsdal (f. 1951) upp framsýning við 18 málningum í Galerie Focus í Lambagerði í Havn. Í tíðindaskrivi verður sagt, at tað, sum Heðin Kambsdal lýsir í sínum málningum, er samspælið millum tað heita og tað kalda í náttúruni. - Mann kann merkja eina fugu av Bach, sum sagt verður. Heðin Kambsdal er ein av teimum, ið dugir væl at spæla við skugga og ljósi. Hann minnir í summum av sínum málningum ikki sørt um kenda amerikanska listamálaran Edward Hopper, uttan at Heðin ger eftir. Hann er sín egin. Myndevnið er bygdin og tað mystiska ljósið, tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið úr erva, millum tey døkku høgu fjøllini, sum speglast í fjørðinum, og gøtuljósini - tað man vera um kvøldið, um náttina, ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verðirnar? Kanska fólk eta nátturða, hyggja í sjónvarp ella sova. Tey síggjast ikki í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegunum.

Ein andlig reisubók

Bókaklubbin hjá Sprotanum boðar frá, at næsta bókin er nýggja samtíðarskaldsøgan hjá Carl Johan Jensen Bókin um tað góða . Longu í dag, mánadag 10. august, kemur hon í bókabúðirnar. Almenn framløga er í Gamla Reinsaríi í Tórsgøtu hósdagin 20. august. Í tíðindaskrivi undan útgávuni sigur forlagið turrisliga, at "ein maður doyr og eitt handrit liggur eftir hann. Hvat so?" Vit eru í prentaraumhvørvinum í Havn í 2011 og K., ið sigur frá, er uppsagdur bókhaldari í Prentskálanum við Karlamagnusarbreyt. Tað er í hesum umskiftiligu tíðum, at hann fær fremmanda handritið inn í telduna. Úr einum kjallarkamari ovast á Tinghúsvegnum, har høvuðspersónurin telur seinastu dagarnar, verða vit førd oman á Bakkhellu, har K. vaks upp, og niðan í Varðabú, har han til fyri stuttum livdi saman við Hildigarð, sum nú er flutt saman við Gunnhild á Berjabrekku. Hann flytir sær tríggja lønir, tekur eitt lán, ætlar ser á pílagrímsferð, men endar í Antwerpen. "Ein andlig reisubók", su

Post-faktuella samfelagið

Á heimasíðuni hjá fremsta stjórnarflokkinum er teigurin Væl vald orð . Í dag eru hesi vælvaldu orð at lesa: Besti hátturin at spáa um framtíðina er at skapa hana sjálvur Ja, eg eri so púra samdur. Men eg siti ikki í stjórn, eri ikki limur í stjórnarflokkinum ella nøkrum øðrum flokki. Var tað ikki fyri eitt tíðindaskriv, sum sami stjórnarflokkur hevur sent út í dag, so kundi tað verið mær líka mikið. Tí her er tíðindaskrivið: Fyrsta, eg hugsaði, vóru orðini hjá Erhard Jacobsen: Det har jeg aldrig sagt. Hann livdi frá 1917 til 2002, danski fólkatingslimurin. Og nú á døgum er tað so, at internetið kann leiða okkum aftur til enn eldri danskar fólkatingslimir, til dømis til Søren Kjær (1827-1893), sum segði: Hvis det er Fakta, saa benægter a Fakta. Í 1945 skal danski forsætisráðharrin, Knud Kristensen (1880-1962), hava sagt tað sama. Perlan í so máta, tá umræður at avnokta veruleikan, er nývaldi limurin í Liberal Alliance, sosiologurin Henrik Dahl (f.1960). Í einum blaðkjakið h